Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 53 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Toftamenn eru fremstir, nú triðingurin av kappingini er avgreiddur. Men B68 er ikki so nógv fremst, sum tað bara fyri fáum døgum síðani sá út til, at teir skuldu verða. Leygardagin – meðan tey flestu vóru upptikin av báta­ festivalinum – vóru heima­ menninir á Svanga­skarði hepnir at megna 1-1 ímóti undirtippaða B71. Fram ímóti dystarenda raktu sandoy­ ingar fleiri ferðir træverkið, tá ið teir royndu eftir sigurs­ málinum. HB var frammanfyri við fimm málum, áðrenn KÍ tvær ferðir svaraði aftur. 5-2 HB sigurin ber við sær, at felagið, sum eigur suverena toppliðið í bestu deildini, eisini eigur næstfremsta liðið í 1. deild. Í gjár vunnu bæði Skála og FC Suðuroy, og harvið er tað aftur kapping um upp­ flytingarplássini. Skála vann grannauppgerðina ímóti EB/ Streymi 3-1. Brian Jacobsen skoraði tvær ferðir og vísti enn eina ferð, at máltevinum bilar einki. Á Vágseiði var tað sannur dramatikkur. FC Suðuroy bjargaði sær fulla úrtøku ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, men tað leyp einki av. Í yvirtíðini skoraði Salmundur Bech sigursmálið til 4-3! B36 hevur orduliga fing­ ið vind í seglini, og eingin ivi tykist vera um, at árstals­ felagið eisini næsta ár verður partur av 1. deild. Eftir rimmar 5-1 sigurin á heima­ vølli ímóti FC Suðuroy var TB mótstøðuliðið við Stórá í Trongisvági, og enn eina ferð megnaði B36 at vinna fulla úrtøku ímóti Suðuroyar liði. Úrslitið var 2-1, og Jákup Joensen skoraði sigursmálið, tá ið tólv minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki. Tað eru 54 stig eftir at spæla um, og nógv kann venda øðrvísi í heyst, enn tað ger nú. Tað kann væl vera, at kapp­ingin um at sleppa undan niðurflyting verður stór. Í løtuni bendir tó ikki nógv á, at B36 verður partur av tí stríðnum. joannes@sosialurin.fo lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig HB 9 7 2 0 22 5 +17 23 KÍ 9 4 4 1 23 15 +8 16 Víkingur 9 4 2 3 12 14 -2 14 ÍF 9 3 4 2 19 18 +1 13 NSÍ 9 3 3 3 13 15 -2 12 EB/Streymur 9 3 2 4 18 13 +5 11 B36 9 2 5 2 14 11 +3 11 TB 9 2 4 3 9 15 -6 10 07 Vestur 9 1 4 4 11 20 -9 7 AB 9 0 2 7 7 22 -15 2 Effodeildin støðan t il s a m a n s M Á L barometrið álops Vit fylgja toppskjúttunum! ...eru teir heitir ella kaldir Lagt til rættis: Tróndur Arge Clayton Soares 4 t il s a m a n s M Á L Páll Klettskarð 7 t il s a m a n s M Á L Lukasz Cieslewicz 3 t il s a m a n s M Á L Poul Ingason 4 t il s a m a n s M Á L Ahmed Keita 2 t il s a m a n s M Á L Arnbjørn T. Hansen 3 t il s a m a n s M Á L Christian R. Mouritsen 3 t il s a m a n s M Á L Finnur Justinussen 4 t il s a m a n s M Á L Klæmint A. Olsen 3 t il s a m a n s M Á L Ibrahima Camara Reglugerð fyri Álops-barometrið: Barometrið staðfestur um áleyparnir eru heitir ella kaldir. Tað besta ein áleypari hann uppnáða er +4, meðan -3 er tað lægsta. Hvørt skotið mál gevur plus eitt. Spælir liðið hjá áleyparanum ein dyst uttan at hann skorar, so fær áleyparan minus. Líkamikið um hann spælir ella ikki. Hattrick, og mál í trimum dystum upp í slag, geva eitt eyka plus. Er áleyparin kaldur ov leingi, kemur liðfelagið, ið er heitari, inn í Barometrið ístaðin. 5 Skála og FC Suðuroy fingu fult Skála - EB/Str. 3-1 (1-0) 1-0: Brian Jacobsen 39. 1-1: Rói Olsen 48. 2-1: Petur Pauli Mikkelsen 75. 3-1: Brian Jacobsen 84. TB-B36 1-2 (1-1) 0-1: Tóki á Lofti br 10. 1-1: Chris H. Craib 19. 1-2: Jákup Joensen 57. FCS - Víkingur 4-3 (2-2) 1-0: Búi Egilsson 1. 1-1: Martin Olsen 2. 2-1: Patrik Johannesen 17. 2-2: Martin Olsen 19. 3-2: Patrik Johannesen 66. 3-3: Magnus G. Dalbø 81. 4-3: Salmundur Bech 90. B68 - B71 1-1 (1-1) 0-1: Niels Johansen 26. 1-1: Kristian Anton Andreassen 45. HB - KÍ 5-2 (1-0) 1-0: Tróndur Jensen 42. 2-0: Jákup Slættalíð 47. 3-0: Tróndur Jensen 50. 4-0: Jákup Slættalíð 56. 5-0: Tróndur Jensen 60. 5-1: Bárður Hansen 75. 5-2: Kristoffur Jakobsen br 82. Útskifting Útskifting