mánadagur 13. mai 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 54
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjørleif Kúrberg
Gestablídni kveikir forvitni at ferð
ast í Føroyum
Helgi Jacobsen hevur latið úr
hondum stórverk um, hvussu
vit við blíðskapi og gestablídni
kunnu menna og styrkja okkum í
strembanini eftir at fáa Føroyar til
eitt enn betri ferðamál hjá fremm
andafólki. Ja, kanska ikki bert hjá
fremmandafólki, men eisini hjá
okkum føroyingum. Vit tosa jú dag
og dagliga um at vit eiga at ferðast
meira í egnum landi. Og her haldi
eg, at meira av tí góða eigur at vera
ein góður brellbiti hjá mongum
føroyingi at vekja hugin at ferðast
í egnum landi og fáa nógv meira at
vita um land, fólk og livihátt nú og
fyrr, - serliga her í Havn.
Einaferð var tað...
Byrjanin er kanska fyri nógv nakað
drúgfør, men fyri meg og ivaleyst
nógv onnur, leggur hon væl upp til
tað, ið seinni kemur.
Alt tað søguliga verður væl og
virðiliga greitt frá, og vit verða førd
inn í eina farna tíð við øllum teimum
fyrimunum og vansum, ferðandi
kundu renna seg í á eini ferð til
Føroya. Og brádliga verður farið
inn á, hvussu ferðingarmøguleikar,
gisting og mangt annað er broytt so
ógvuliga nógv til tað betra seinastu
30 - 40 árini við regluligari sambandi
loft- og sjóvegis.
Greitt verður út í æsir frá lívinum
í Havn og teimum, ið løgdu lunnar
undir lív og virki her í Havn. Fyri
tann søgu- og mentanaráhugaða er
tað stak áhugaverdur lesnaður, tí
nógv er gjørt burturúr, eins og tekst
urin er væl stuðlaður av sigandi og
góðum myndum. Onkrar havi eg
ikki sæð fyrr, t.d. ta undir Kjall
ara, vit róptu, sum Flora Heilmann
hevur tikið. Tað er har Sjóvinnu
bankin ella Trygd er í dag. At síggja
øll tey gomlu húsini, Kristnastovu,
Tingstovuna, Kantórið, Villums
stovu, Ásbistovu, í Dali, Dávastovu,
við Stein og Ísaksstovu, fluttu meg
aftur í gamlar dagar, og eg mintist
sovorðið, sum eg ikki helt meg vita.
Okkurt, ið prikar havnarhjartað,
er, tá ið nøvn og myndir ikki fara
heldur lætt um heiti og staðanøvn,
eitt verður sagt innan fyri Bursa
tanga, og tað sæst, at talan er um
Kongabrúnna. Tað er so mangt, ið er
innan fyri Bursatanga, men Konga
brúgvin fyri okkum tilkomnu var
eitt heilt serligt stað í Havn, sum
veruliga var eitt snúningspunkt,
tá ið tað snúði seg um lív, handil,
ferðandi og annan flutning. Hetta
eru tó smálutir, ið á ongan hátt lýta
bókina.
Tað besta
Tað, ið mær dámar best, eru tær
greiðu útgreiningarnar um vinnu
lívsfólk, teirra arbeiði og ídni til
framburð. Ikki bert føroyingar, men
nógvir útlendingar hava stóran
heiður av, at Havnin er tað, hon er í
dag: Ein sprelllivandi høvuðsstaður
við øllum, ið hartil hoyrir.
Fremmandafólk undrast mang
an, hvussu væl alt riggar. Ikki minst
verða veitingar- og gistingarmøgu
leikar nevndir, t.d. Hotel Føroyar,
Hotel Tórshavn, Hafnia, Hotel
Streym, Bládýpi, Kerjalon og eitt
rættiliga stórt tal av B&B (Ból og
biti).
Matur fæst á fleiri enn 25 mat
stovum, og harímillum ber til at fáa
forkunnugar rættir úr føroyskari
rávøru.
Hotel Føroyar í miðdepli
Sjálvandi verður nógv gjørt burtur
úr Hotel Føroyum, tað vil so vera.
Maturin á matstovunum á Hotel
Føroyum fáa nógva umrøðu. Væl
verður greitt frá, hvussu KOKS
roynir at nýta sum mest av føroysk
ari rávøru og bróta upp úr nýggjum
ella nýta gamla vitan á øðrvísi og
nýggjan hátt.
Onkur heldur kanska henda part
vera ov drúgvan, og onkur annar
heldur, at skalt tú hava nakað vita,
so er tað júst her, tú skalt leita upp
upplýsingarnar. Til dømis kann
hugsast, at fólk við tilknýti til Hotel
Føroyar ella gestir og viðskiftafólk
leita aftur á slóðina í júst hesum
parti. Onkur annar loypur pettið
um, og tað ber væl til, tí bókin er
skrivað soleiðis, at tú ikki kennir
teg missa nakað, um tú lesur hana
í brotum. Sjálvur dámar mær
eisini væl at lesa í brotum, og eg
eri fegin um at fáa so nógv at vita
um gerandisdag og høgtíð í okkara
høvuðsstaði fyrr og nú í eini og
somu bók. Deiligt! At verkið so er
skrivað í greiðum og jaligum anda
ger tað ikki verri.
Hotel Føroyar ein varði og
hotellsøgan eitt týðandi
klípi í søguni um Havnina
Tað er lítil ivi um, at Hotel Føroyar
av Kongabrúnni og niðan undir
Oyggjarvegin hevur havt sín serliga
týdning fyri Havnina, so umframt
at vera ein varði í býarmyndini
leggur Meira av tí góða seg eisini
sum eitt týðandi klípi í søguna um
Havnina. Og havnarsøga er eisini
partur av føroyasøgu, so bókin er
í grundini viðkomandi fyri okkum
øll. Hotel Føroyar og Helgi Jacobsen
eiga stóra tøkk uppborna fyri hetta,
eftir mínum tykki, valaverk_
Við tørvinum á innivist í miðdepli verður hotelssøga, havnarsøga og
føroyasøga við eini rúgvu av upplýsingum um vinnuviðurskifti og
ferðandi í serligum ørindum søgd. Farið verður aftur til upprunan og
søgutráðurin raktur til dagsins vistar- og veitingarmøguleikar.
①
②
③
④
⑤
⑥
⑦
⑧
⑨
Meira av tí góða – vala bóka
verk hjá Helga Jacobsen
1) Kristnastova, 2) Tingstovan, 3) Kantórið, 4) Villumstova, 5) Ásbistova. 6) í Dali, 7) Dávastova, 8) við Stein og 9) Ísaksstova