Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 54 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Um 13-tíðina sunnudagin kom trolarin Gandí, sum Jón Nols­øe Olsen hevur keypt úr Ís­landi, á Fuglafjørð. Skipað varð fyri einari ávísari móttøku á bryggjuni, har hornorkestur spældi há­ tíð­ar­ligar tónar. Væl av fólki tók ímóti skipinum, og millum kommu­ nalu umboðini vóru eitt nú borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, og umboð fyri vinnunevnd kommunurnar. Blómur vórðu eisini hand­ aðar við løtuna á bryggjuni í Fuglafirði. Fiska rækjur Gandí er rækjutrolari, og Jón Nolsøe Olsen hevur ætlanir um at fara í Barentshavið og til Svalbards at fiska rækjur av kvotum, sum Føroyar eiga á hesum leiðum. Trolarin er 60 metrar lang­ur, 13 metrar breiður og last­ar umleið 400 tons av rækj­um. Hann er smíðaður í Noregi í 1986. Reiðarin hevur sagt, at skip­ið er í góðum standi, hev­ ur nýggjan motor og nýggja verksmiðju. Uppsjóvarfiskur Jón Nolsøe Olsen ætlar eisini, at Gandí skal sleppa upp í part í veksandi upp­ sjóvar­vinnuni, nú Føroyar eiga so stórar kvotur av makre­li og sild. Sambært reiðaranum er Gandí vælegnaður til eitt nú makrel­fiskiskap, um hesin møguleikin skuldi býðst. 15 mans Áðrenn Gandí fer til fiski­ skap skulu smærri ábøtur gerast, og tá loyst verður, verða ætlandi 15 mans við skipi­num. Jón Nolsøe Olsen er útbúgv­in skipsførari, og hann ætlar sær sjálvur á brún­na, tá farið verður til fiski­skap. Vilmund Jacobsen Tey, sum standa aftanfyri Felag­ið Skarðsbygd, eru hjart­ans fegin um undir­ tøku­na, sum eydnuhjólið í Harald­sundi fekk hós­ kvøld­ið 9. mai. - Vit byrjaðu klokkan 16, og klokkan 21.30 var liðugt. Her vóru fólk úr ymisk­um heraðshornum, Norð­oyggj­ um, Eysturoy og Streymoy - ja, heilt úr Tjørnuvík og høvuðs­stað­ar­økinum. Fles­ tu á ein ella ann­an hátt við til­knýti til Skarðs­bygd og Kun­oy. Tiltakið varð ógvuliga væl stuðlað av fólki í nær­ um­hvørvinum, sum hjálp­ tu til at gera eydnu­hjól­ið møgu­ligt. - Vit vilja fegin takka øll­um. Felagið Skarðsbygd varð stovn­að í 2007. Í ár eru liðin 100 ár síðani vanlukkuna, har allir ar­beiðs­førir menn í bygdini sjó­lótu­st. Fylgdu bátafestivali Starvs-og búfólk á eldrasambýlinum á Toftum fylgja bátafestivali Fuglfirðingar tóku ímóti rækju­trolara­ num Gandí Hjartans fegin um undir­tøku Streymur og veður til vildar Fleiri línuskip koma inn at landa í vikuni. Í dag verður rokn­að við tveimum ella trim­um skipum undan Ís­ lan­di. Hesi hava eina bland­ ing av toski, hýsu, brosmu og longu. Eitt línuskip hevur roynt eftir svartkalva undir Før­ oyum og landar vænt­andi í dag. - Seinni í vikuni koma fleiri línuskip undan Íslandi, og eisini hesi skipini hava tosk, hýsu, brosmu og longu. Fiskamarknaður Føroya sig­ur í sínum metingum fyri hesa vikuna, at streymurin verð­ur góður, og veðrið sær eisini út til at gerast hampi­ligt. - Vit hava tí vónir um, at nak­að verður av út­róðr­ar­ fiski. Um partrolararnar verð­ ur sagt, at hesir fiska upsa og koma inn at lan­da, sum vikan gongur. Fiski­skap­ur­in er smáligur. Trý pør - ella seks par­ trol­ar­ar - eru á gull­laksa­ veiði. Fiskamarknaður Før­oya veit at siga, at fýra djúp­ vatns­trolarar eru farnir á Flemmish Kap at fiska tosk. Tveir frysta fiskin umborð, með­an hinir báðir ísa. - Tríggir djúpvatns­trola­ r­ar fiska upsa undir Før­ oy­um, men landa neyvan í he­si vikuni. Fríggjadagin, tá mark­nað­urin gjørdi sínar met­ingar um hesa vikuna, var bara ein trolbátur til fiski­skap, men roknað varð við, at onkur aftrat fór út í viku­skiftinum. - Vit vænta, at trol­bát­ urin, sum nú hevur verið úti í nakrar dagar, landar í dag. Tvey garnaskip fiska svart­kalva, og annað skipið kem­ur helst inn at landa í dag. Hitt kemur síðst í vikuni. Umframt garnaskipini, sum eru ísfiskaveiði, fiska tvey onnur garnaskip ávika­ vist svartkalva og havtasku og frysta veiðina umborð. vilmund@sosialurin.fo Umhvørvisvikan, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri, endaði við tiltaki í miðbýnum Jón Nolsøe Olsen ætlar sær sjálvur á brúnna MINNISVARÐI MÓTTØKA Væl av fólki var á bryggjuni, og hornorkestur spældi hátíðarligar tónar, tá rækjutrolarin Gandí legði til bryggju í Fuglafirði Gandí, sum er 60 metrar langur og 13 metrar breiður, kom á Fuglafjørð sunnudagin