Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 54 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg havi av góðum grundum fylgt við í løgtingsviðgerðini av uppskoti um Fountaine House í Føroyum. Eg má siga, at eg eri sera sera vónbrotin av við­gerð­ini, uppskotið fekk í ting­inum. Sjálvsagt visti eg, at borg­ ar­ligur politikkur sjáldan vendir hjálpini hagar, hon er mest fyri neyðini, og at uppskotið tí fór at verða forkastað. Niðurgerðandi viðgerðin, har politisku um­ boðini fyrst tóku so hjarta­ liga synd í teim­um sálar­ sjúku, men tá á stóð vendi teimum bakið, var ikki neyðug men vísti júst mur­ una í borgarliga part­inum av okkara samfelag. Har eg vaks upp bleiv tað ikki at svara einum aftur rokn­að fyri vanvirðing. Polit­ iska viðgerðin av stór­mál­ un­um fyri góðum ári síðani var eisini av slíkum slag. Her bleiv als ikki svarað aftur, tá andstøðupolitikarar høvdu innlegg og fyrispurningar – total forakt! Í sambandi við deyða son míns skrivaði eg til tvey viðkomandi lands­ stýrisfólk. Bert annað (Karst­ en Hansen) svaraði mær aft­ ur . Nú hava Hergeir Staksberg og Hanus Samró skrivað lesarabrøv um málið. Tað sær út fyri mær, at Hanus Samró vil hava eldsálir at stríðast fyri málinum í eitt áramál framyvir – eg skilji ikki hví, men hann samanber við, at tað tók eldsálum fleiri ár at fáa umstøður til tey “sálarliga menningartarnaðu”. Her er tó als ikki talan um sálarliga menningartarnað men um fólk, tíverri ofta ung, ið hava sálarligar trupulleikar – ikki altíð ógvisligar og ikki altíð varandi, men har við­ gerðin á Psykiatriska Depli­ num alt ov ofta meira er ein niðurbrótandi medisinsk við­gerð enn ein grøðandi sam­røðuterapi, tí sparingar hava eliminerað fólkini, sum skulu taka sær av hesum part­inum av viðgerðini. Úr­ slitið er mangan út og inn av Deplinum og tíverri eisini, at fólk taka lívið av sær. Í okkara lítla samfelag átti hetta als ikki at komið fyri. Eg kann eisini leggja afturat, at stórur partur av hesum “sálarliga menningartarnaðu” hava bjartari peru enn bæði tú og eg. Tað er ávíst, at eitt útslúsingarheim kann spara endurinnleggingar og har­ afturat hjálpa patient­un­um til eitt innihaldsríkt og sam­ felagsgagnligt lív. Annars bleiv framført ferð eftir ferð, at Landsstýris­ kvinnan við almannamálum hevur fulla heimild at játta pening til endamálið! Hon kundi bert ikki útvega pen­ ingin. Nú skuldi so verið lag á manni: Landskassin fekk nú ein dagin 30.000.000,00 kr tríati milliónir til gávus frá Føroya Tele. Annika Olsen – nú er ikki at tosa – nú er at játta pen­ingin – tú hevur jú fulla heimild til tess! Eitt afturat: Vælsignaðu samgongutingfólk, leggið ikki stein omaná byrðu hjá teim­um, sum skulu taka sær av okkara gomlu. Tað, sum gongur fyri seg nú, er so langt úti, at rætthugsandi fólk mugu hava skomm av tykkum. Eg gevi Ejleri Eg­ holm fullan rætt í øllum, hann førdi fram í SVF og fari at enda við einum setningi frá Grundtvig, sum so væl lýsir grundtankarnar fyri okkara vælferðarsamfelag. Hesum samfelagnum, sum tit eru væl á veg at bróta niður: Og da har i rigdom vi drevet det vidt, når få har for meget og færre for lidt. NB: Hevur ongin hugsað tank­an at fíggja Foutain hús­ið á sama hátt sum Hvíld­ ar­heimið? kjak Hóast landstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, longu tann 22 apríl visti, at eldraøki manglaði pening og at ógvusligar sparingar vóru settar í verk longu 1 januar 2013, valdi hon ikki at biða um meir pening á eykajáttanini, ið var løgd fram á ting 8 dagar seinni. Tað skuldu fleiri mót­ mælir til, ikki fyrr enn 200 starvsfólk og av­varð­andi møttu upp í al­manna­mála­ ráðnum, boygdi samgongan seg. Halda fast við sparikósina Nú síðsta dagin ið tingið var saman kom ein um- bøn um eykajáttan á ting­ borð. Ein skuldi trúð, at so fór at verða biðið um allan peningin, ið tørvur var á, men so var ikki. Landstýriskvinnan bað um 4,1 millión hóast tørvurin er 6,2 milliónir. Hetta við ikki at útvega nøktandi játtan merkir í veruleikanum, at samgongan heldur fast við sparikósina og bert vil taka ringastu avleiðingarnar burtur, heldur enn at strika sparingarnar. Vit skulu minnast til, at hetta eru sparingar, ið leggja eitt ómenniskjansligt trýst á starvsfólkini í eldrarøktini. Fyri tey eldru er avleiðingin enn verri, tey vera útsett fyri eini sera óvirðiligari viðferð. Útreiðslur til mat, reingerð og náttarvakt vóru skerdar, hetta gongur beinleiðis útyvir røktina av teim eldru. Heimatænastan er eis­ ini illa sperd, men tann part­in verður onki gjørt við. Umberingin fyri ikki at biða um neyðuga peningin til eldrarøktina er, at restin skal finnast við sparingum innan leiðslubygnaðin. Hetta, at minka um leiðslu­ bygn­aðin er harðliga til­ trongt. Trupulleikin er bert at ein tílík tilgongd ikki gevur sparingar her og nú, men á longri sikt. Peningurin er tøkur Andstøðan legði broyt­ ingar­uppskot fram um at játta allar 6,2 milliónirnar og vit vístu á, at til bar at finna peningin á kontuni fyri rentustuðul, tí útreiðslurnar til rentustuðul eru minni enn mett var. Tað er sera harmiligt at hetta uppskotið fall. Tá ið upplýst er, at hetta er peningurin ið skal til og tá ið vísast kann á hvar peningurin kann finnast, so er ongin umbering fyri at fella broytingar uppskotið. Ongin lønarfram­ skriving í 2014 Tað er at fegnast um, at samgongan, hóast alt játtaði 4,1 millión til eldrarøktina. Men tað er neyðugt at finna eina langsiktaða loysn á trupulleikarnir inn­an eldrarøktina. Sam­ gongan hevur ikki lagt upp fyri løn- og prísvøkstri fyri 2014 innan eldrarøktini, so neyðugt verður at finna henda peningin til fíggj­ ar­lógina í heyst. Vónandi verður ikki neyðugt hjá starvs­fólki og avvarðandi aftur at rópa upp í heyst, um vantandi játtan. Skal ein varandi loysn finnast, er neyðugt at gera upp við spari­kósina tí tað ber hvørki til at spara seg til vælferð ella vøkstur. Taka broddin av sparing­un­um Eyðgunn Samuelsen tingkvinna Javnaðarflokkurin Stóra blinkandi yvirskriftin »Sparingar á eldraøkinum rakar nú búfólkið« Hetta er tó ikki heilt rætt. Skerjingar innan eldraøkið ella manglandi meirjáttan hava havt ávirkan á røktina gjøgnum longri tíð. Hesa ferð er tað bara meira ítøkiligt, nú tað er skrivað í eitt bræv og sent út til avvarandi. Røktarheim, sum hava havt somu játtan gjøgnum fleiri ár hava sjálvandi ver­ið noydd til at skerja á øll­um økjum fyri at halda játt­an­ ina. Hetta er ikki serliga tor­ ført at skilja hjá vanliga før­ing­inum. Øll húsarhald hava seinastu árini følt á egn­um lumma, hvussu út­ reiðslurnar vaksa til vanligar húsarhaldsvørur, streym og hita. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi fyri røktarheim, sum hava tikið avleiðingarnar og skjert á øllum økjum. Beinleiðis skerjingar hava tó ikki verið gjørdar á røktina, men óbeinleiðis skerjingar á røktina hava so sanniliga verið. Hetta hevur víst seg við, at eyka starvsfólk ikki hava verið innkallaði, tá sjúka hevur verið millum starvs­ fólk. Um eyka fólk eru inn­ kallað, so hava tey bert verið hálvan dag, arbeiðsdagurin er styttur osv. Sparingarnar raka beinleiðis tann eldra á røktarheiminum At Landsstýriskvinnan í al­ mannamálum og stjórin í Almannaverkinum siga, at tað er ímóti beinleiðis boðum, at skerja røktina undrar okk­ um stórliga. Spurningur má set­ast við, hvar man fyri- still­ar sær at sparinganar skulu raka. Skerjir tú køkin, so rak­ar tað tann matin, sum bú­fólk­ ið skal eta. Hetta kann hava vanlukkuligar fylgir við sær, tí fleiri av búfólkunum hava tørv á serkosti orsakað av sjúku og/ ella ellisbreki. Skerjir tú reingerðina, so rak­ ar tað umhvørvið, sum bú­ fólkið býr í. Hetta kann eisini hava álvarsligar fylgir við sær, tí fleiri av búfólkunum eru veik og hava veika imumv­erju og er tí eitt reint um­hvørvi sera umráðandi. Tað sama ger seg galdandi, um tað er longri ímillum, at búfólkini sleppa í bað, eins og tað eisini ávirkar vælverðuna hjá búfólkinum. Sparir man menning av starvsfólkum burtur, fáa búfólkini ikki gagn av nýggjari vitan innan eldrarøkt osv. Hetta er nakað, sum eitt nú Ældresagen í Da­ nmark hevur sett sum krav til røktarheimini. Verður spart á virkis og venjingarstovunum á røktarheimunum, fer hetta at hava stóra ávirkan á inni­ haldið í degnum hjá tí eldra. Fleiri teirra eru or­sakað av sjúku og/ ella før­leika­missi nærum fallin í fátt og teir aktivitetir og venj­ingar tey fáa bjóðað á røktar­heim­un­ um, gevur teimum ofta eitt inni­hald og nakað at fara upp til í dagligdegnum á røkt­arheimunum. Eins og venj­ingin er sera stimbrandi fyri vælveru og førleikarnar. Ikki kann sigast annað enn, at tað er beinleiðis naivt, at siga at sparingar ikki mugu raka búfólkið. Ein út­søgn, sum eg havi trupult við at taka í álvara. Áhugavert er at staðfesta hvørja støðu eldraøkið er í nú økið skal leggjast út til kommununar. Sum kommu­ nal­politikkari eigur ein at lurta væl eftir hvørjum út­ meldingum starvsfólkini innan eldraøkið koma við og boðini eru greið. Tað er spart inn á bein og eingi útlit eru til nakra menning á økinum. Tað mest ræðandi er tó, at visiónin fyri eldraøkið er, at finna sparingar. Vit spara tað ræsta kjøti nýggjársdag og tað turra kjøti annað jóla­ kvøld. Vit leggja øll politisk vallyftir í niðastu skuffu saman við allari viðring fyri okkara eldru borgarum. Loyvi mær at seta spurn­ ing við, um vit sum samfelag kunnu loyva okkum tað? Er hetta verðuliga tað, sum vit ynskja. Óluva í Gong forkvinna. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Fountaine House Mortan Rasmussen