Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 54 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Landsbúskapurin er at meta sum eitt vanligt húsarhald. Tað eru mentamálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin samd­ir um. Tað vill siga, at tá ið tað skal sparast inn­an lands­húsarhaldið, so eiga pen­sionistar, stakir uppi­hald­ arar og teirra javnlíkar eisini spenna lívreimuna inn. Heilaga kúgvin hjá hesi ultra høgrvendu sam­gongu eru teir sokallaðu "karm­ arnir", eitt nýtt fyribrigdi í føroyskum politikki, ið legi­ matiserar teirra harð­renda høgrapolitik. Og teir taka tað sum eina sjálv­fylgju, at sjálvt um tú niður­pínur í millum annað al­manna­øki, við ikki at fram­skriva lønarveitingar ella prísvøkstur, so skulu starvs­fólk eins og leiðarnir á stovn­unum vara seg fyri, at úttala seg um avleiðingarnar av hesi fíggjarligu niður­pín­ ing. Ístaðin fyri fáa starvs­ fólkini munnkurv ,soleiðis at eingin torur at traðka fram, og gera vart við tey ótolandi viðurskiftiíð, ið fer fram á okkara ellis og róktarheimun. Og teirra umsorgan fyri bú­ fólkunum verður broytt til samvitskubit, tí samveran i millum starvsfólk og búfólki, og tann positiva andin ið var, verður avloystur av mátt­ loysi. Hvat er tað sum fær okk­ ara fólkavaldu til at halda, at pensionistarnir kunna bara lagað seg eftir teimun sparingum sum teirr finna fyri gott. Og var tað ikki eitt sindur ósmæði av okkara almannaráðharra, at fara út á facebook ella aðrar fjøl­ miðlar, og greiða fólki frá hvussu glað Hon varð, at Hon hevði fingið undirtøku frá landsstyrinum, til eina eykajáttan uppá góðar 4 milliónir krónur til eldraøki, tá veruleikin var ein heilt annar. Um starvsfólk og avvarð­ andi av búfólkunum, eins og andstøðan ikki hevði lagt trýst á løgtingi og landsstyri, so hevði eingin meirjáttan verið givin til eldraøki. Og játtanin var nærum ikki kom­in í løgtingi, so var fíggj­ ar­málaráðharrin úti við líggj­ anum Aftaná at sitandi sam­ gonga hevur endavent al­ manna­øki, og gjørt neyð­ ugar rationaliseringar, so boðar hann nú frá, at nú varð neyðugt at fara og eftir­rationaliserað somu rationaliseringar ið vóru gjørd­ar fyri nøkrum mánað­ um síðani. Og tað er fyri so vítt í fínasta lagið, at rationaliserað. Hinvegin so sær tað nærum út sum um panikkur er komin í samgongumeirilutin sum sjálvsagt er skelkaður av, at inntøkur landskassans, eins og skattainntøkurnar eru stagneraðar. Tí royna teir at flyta fokus, fyri at dylja út yvur ein skeivan, eins og ein harðrendan ultra høgra búskaparpolitikk, sam­stundis sum sam­bands­ flokkurin slúkar ein kamel fyri og annan eftir. Við 400 nýggjum arbeiðs­ plássum, og øktum virksemi, sigur vanligt vit og skil ein­ um, at landskassans inn­ tøkur eins skattainntøkur land­sins, eiga at floyma inn í lands­kassan. Men so er ikki. Er tað nakað at siga til, at fólk kenna seg ótrygg, eins og okkara pensionistar kenna sum sum gíðslar, við tí eldrapolitikki henda ultra høgrasamgongan leggur fyri dagin. Nú melur rektarin í Hoy­ døl­um nakað grovt. Tað tyk­ist einki mark fyri hvussu vítt rektarin á Stu­ dentaskúlanum í Hoy­døl­ um, Mikkjal Helms­dal er sinnaður at fara. Mikkjal Helmsdal hevur tikið upp á seg lóggevandi, út­innandi og dømandi vald. Hjá næmingunum er blivið lágt til loftið og trongt millum veggja. Rektarin hevur sum sítt seinasta páfund hótt við av avlýsa pisufund og próv­ handan. Hetta minnir um skil­ halds­reglur í einum fongsli. Hóttanin er ikki móti ein­ um næmingi ella tveimum, men einum heilum árgangi kollektivt. Her er aftur talan um harðliga framferð uttan heimild. Onnur dømi eru sam­ an­vavstur av parkering, ávaringar og prógvi við tí úrsliti, at tveir næmingar vórðu tveittir út. Uttan atlit til sek ella ósek hóttir rektarin við at revsa 250 næmingar – av tí at møguliga ein ella tveir næmingar velja at bróta lógina. Vit hava lógarverk og rætt­arskipan, sum revsa fólk fyri herverk og aðrar atgerðir. Hetta átti at vera nóg mikið. Ein grundleggjandi rætt­ artrygd er tó, at ein og hvør ákærdur er ósekur, til tað mótsetta er prógvað. Rektarin velur at venda rættarskipanini á høvdið. Seinasta dømi er eftir­ litsskipanin við uppgávum. Øll verða skorin yvir ein kamb. Útgangsstøðið er, at øll svika, til tað mótsetta er prógvað. Nú verða allir næmingar roknaðir sum brótsmenn, til ein (um nakar er) verður funnin sekur í herverki. Allar pisurnar 2013 standa til at kenna sviðan fyri gerðir hjá farnum ár­ gang­um av næmingum og vána­ligum skilhaldi hjá leiðsl­uni. Hvar er heimildin fyri hesi kollektivu revsing, og hvussu rímilig er hon? Hvussu ber til, at ein rekt­ari fær lóggevandi, út­ innandi og dømandi vald yvir 900 næmingum og starvs­fólkum? Rektarin og leiðslan hava til arbeiðis at reka skúlan og ikki diktera næmingum. Ger(a) næmingur(ar) ónáðir á skúlanum, hevur rektarin heimild til at revsa tey í samsvari við gerðirnar. Næmingurin verður tá hildin til svars fyri hansara gerðir – ikki ein heilur ár­ gangur. Hetta tykist ikki vera nokk, tí nú vil rektarin eis­ini blanda seg uppí, hvussu næmingar bera seg at í frítíðini og uttan fyri skúlan. Hví er rektarin farin at brúka hóttanir í hópi í staðin fyri álit og vanligt skil fyri hvønn sær? Skulu vit næmingar bera okkum at sum seyður í fjall­ gongu og lata okkum reka í rætt av Mikkjali Helms­dal? Mikkjal Helmsdal! Byrja tú at brúka kollektivar á­heit­anir, í staðin fyri kollek­tivar hóttanir og revs­ing. Vald skal valdast Jóhan Bech Húsgarð Formaður í Næmingaráðnum í Hoydølum Rætting og uppískoyti Heri Mohr Rætting: Í mínum lesarabrævi í bløð­unum 6. í.h.mð. stóð: ”Lukku­tíð var Føroya Ídn­ aðar­grunnur ikki teirra mill­um.” Hetta er tíverri eitt mis­mæli. Sjálvandi var tað Ílegg­ingargrunnurin fyri Før­oyar, ið til alla lukku ikki var skrottaður. Uppískoyti: Íleggingargrunnurin fyri Før­ oyar varð í nógv ár kallaður ”60-milliónagrunnurin.” Hóast fólkatingið við lóg stovn­aði grunnin longu í 1964 við 60 milliónum (har­ av navnið) játtað yvir fólka­ tingsins fíggjarlóg í 12 ár, broyttist navnið ikki, fyrr enn hann, grunnurin, fyri­ sitingarliga varð flutt­ur til Føroyar seinast í hálv­fjerðs­ unum (ella fyrst í fýrsunum). Í lógini er tilskilað, at ”Fonden ledes af en bestyrelse, der ud­ peges af det færøske hjem­ mestyre.” Og ”De nærm­ere regler om fondens virk­som­ hed fastsættes af hjemme­ styret.” Men hóast hesa greiðu lóg­festing er hon – eins og hjá spiltum, forkelaðum børn­um – ikki nóg mikið. Nei, Íleggingargrunnurin skal koma ”undir føroyskt ræði fult og heilt.” Og hetta er røddin, sum frá løgtingsins røð­ara­palli hoyrist skíra ríkis­kassa­pen­ ing í landskassanum fyri bidd­ing. Hendan politiska in­doktrineringin – ikki minst á upplýsingar- og ment­ ana­røkjum – órógvar fólk­ sins vanliga vit og skil. Av­ leiðingarnar eru óbøtiligar. Ólukk­an kann skjótt gerast eitt fait accompli! *** Í einum skrivligum fyri­spur­ ningi til landsstyrið frá einum løgtingslimi/fólkatingslimi í november 2007 viðvíkjandi Íleggingargrunninum fyri Føroyar er m.a. viðmerkt, at vit lótu 800 mió. kr. (!?) frá okkum til tess at taka 350 mió. kr. úr Íleggingargrunninum, sum tessvegna ikki kann fíggja aðrar íløgur í undir­ sjóvartunlar, alterna­tiva orku­útbygging o.s.fr. Í fyrispurninginum – sum ongantíð varð svaraður – er staðfest, at føroyskir mynd­ ugleikar spældu sera sterk kort av hondum við yvir­ tøkuna av flogvøllinum, og at Íleggingargrunnurin átti at komið undir føroyskt ræði (sic!) í sambandi við yvir­tøkuna av flogvøllinum. Í fyrispurninginum er víst á, at orsøkin til hesa yvir­tøk­ una var, at Danmark vildi sleppa av við flogvøllin or­ sakað av tíggjutals árum við forsømdum íløgum! Ikki hissini ákæra av fólka­valdum fólki í høgum almennum føroyskum og donskum álitisstørvum. Hetta gevur orsøk til at spyrja: nær og hvussu gjørd­ ist flogvøllurin donsk ogn, sum Danmark vildi sleppa av við orsakað av forsømdum íløg­um? At Vága Lufthavn varð um­sitin av Statens Luft­ farts­væsen í 1963-2005, og at hetta málsøkið varð flutt til P/f Vága Floghavn hevur als einki við ognarspurningin um flogvøllin at gera. At flogvøllurin var donsk ogn er heilaspuni úr enda í ann­an. Undir krígnum í 1941- 1942 legði bretska hervaldið flogvøllin vesturi í Vágum. Eftir krígslok í 1945 varð hann latin løgtinginum til ognar. Spurningarnir um endurgjald fyri ognartøku av jørð, sum fór til vøllin, vórðu tá loystir og avgreiddir. Allar umvælingar og útbyggingar av flogvøllinum eru goldnar av landskassanum og nú eisini av Íleggingargrunninum fyri Føroyar. So kunnu ”rættir før­ oy­ingar” kalla Ílegg­ingar­ grunnin fyri biddarapening, á sama hátt sum hesi fólk hava skírt lógtryggjaða fígging til almanna- og heilsuverkið við mannminkandi og æru­ skemmandi orðum. Um ein ”suveren yvirtøka” (við lúrablástri) av hesum grunni skuldi uppstaðið, kundi tað hent, at hann fer í myrkrið og gloymskuna, har næstan allir landskassans grunnar – meira enn 70 – hvurvu í 1992. *** Flogvøllurin vesturi í Vágum hevur í mong Harrans ár verið skrásettur í landskassans ársroknskapum sum landsogn. Bókført virði: 5 krónur. kjak Ein syndarlig samgonga Frank Davidsen