Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 77 - 23. apríl 2004 Nr. 77 - 23. apríl 2004 5 Nú fer Landsstýrið at leggja alla orku í at forða fyri, at skipini hjá Strandferðsluni aftur verða rakt av verkfalli ella verkbanni STRANDFARA- SIGLING Áki Bertholdsen aki@sosialurin – Nú skulu skipini hjá Strandferðsluni ikki eina- ferð afturat verða løgd av ósemjum á arbeiðsmarkn- aðinum. Tað fer landsstýrið nú at gera alt fyri at forða. Tað eru ikki meiri enn tríggjar vikur síðani, at ósemja um sáttmálan ímill- um maskinmeistararnir og Fíggjarmálaráðið hótti við at leggja skipini hjá Strand- ferðsluni. Og nú er longu aftur gal- ið. Hesuferð er tað ósemja um sáttmálan hjá skiparun- um ogf stýrimonnunum við Strandferðsluni øðrumegin og fíggjarmálaráðið hinu- megin, sum hóttir við at leggja Srandferðsluna. – Eitt er, at hetta kemur ómetaliga illa við hjá van- liga ferðamafólkinum, sum siglur við Strandferðsluna. – Men tað, sum er nógv álvarsligari, er, at vinnulív- ið rætt og slætt ikki kann liva við hesum umstøðun- um, tí trupulleikarnir eru ivaleysa stórir framman- undan, sigur Jóannes Eidesgaard. – Vinnulívið er nú komið í ta støðu, at tað torir ikki at keypa fisk, bara tí at hóttan um arbeiðssteðg hongur í luftini, tí vandi er fyri, at virkini koma at liggja inni- brend við fiskinum. – Hetta er eitt sera álvars- ligt mál. Hetta er tað álvars- ligasta málið yvirhøvur á politiska pallinum í løtuni, sigur Løgmaður. Taka málið upp beint nú Løgmaður sigur, at lands- stýrið fer tískil at leggja alla orku í at loysa hendan trupulleikan. Hon tað skilst á honum, at Landsstýrið metir, at hetta er eitt mál, sum hevur stóran skund. Hann sigur, at hetta er fyrst og fremst eitt vanda- mál, sum rakar Suðuroyar- siglingina, tí har er teinum longst at sigla. Men hetta er eisini ein stórur trupulleiki um Skopunarfjørð og um Leirvíksfjørð. Sjálvur tók Løgmaður málið fram á fundi í Lands- stýrinum týsmorgunin. Har gjørdi Løgmaður av at hann skuldi seta seg at viðgera málið saman við Bárði Nielsen, landsstýris- manni, sum umsitur starvs- fólkamál, og Bjarna Djur- holm, landsstýrismanni í samferðslumálum. – Saman skulu vit royna at finna eina ella aðra skipan so at siglingin hjá Strandfersðluni ikki skal verða rakt av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum í framtíðini. Løgmaður veit ikki, hvussu ein slík skipan kann gerast. Men hann ásannar, at hetta er eitt sera trupult mál at loysa at loysa. – Hetta er eitt mál, sum nógv landsstýri hava havt frammi, hvørja ferð ein ósemja hevur tikið seg upp. Men tá ið vandin er av, er málið gloymt aftur. – Men nú heldur hann, at arbeiðsósemjurnar eru so títtar, at tað er alneyðugt at taka málið upp beint nú. Virða samráðingarrættin Jóannes Eidesgaard við- gongur eisini, at hetta er eisini eitt trupult mál, tí tað er avgjørt neyðugt at virða rættindini hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at samráðast – og til at fara í verkfall, ella at lýsa verk- bann. – Og eitt verkfall, ella eitt verkbann, virkar bara um tað rakar so meint sum gjørligt. Og har er júst sigl- ingin hjá Strandferðsluni eitt sera hent vápn hjá pørt- unum á arbeiðsmarknaðin- um. Men hann vísur á, at í hesum føri er støðan tann, at tað eru tey somu økini í samfelagnum, sum verða rakt hvørja einastu ferð: Tað er útjaðarin og tað er fyrst og fremst Suðuroygg- in, men eisini Sandoy og Norðoyggjar. Løgmaður sigur, at ein loysn kann vera at gera manningina, sum er minstakrav fyri at hava skipini siglandi, til tænastu- fólk. – Men tað verður neyð- ugt at finna eina loysn, sum fakfeløgini taka undir við Tað eru fimm fakfeløg, sum talan er um. Tey eru Skipara- og Navigatørfel- agið, Maskinmeistarafel- agið, Starvsmannafelagið, Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafel- ag. – Hvørja ferð, okkurt av hesum feløgunum er við í eini ósemju, er siglingin hótt. Og eg vóni, at tey skilja støðuna og duga at síggja álvaran í málinum og vilja vera við til at finna eina varandi loysn, sigur løgmaður. Skipini hjá strandferðsluni skulu ikki aftur verða løgd av ósemjum – At siglingin hjá Strandferðsluni javnan er hótt av verkfalli ella verkbanni er størsta álvarsmál yvirhøvur í Føroyskum politikki í løtuni, heldur løgmaður Synergi skipar 20-22 maj fyri skeiði og temakvøld- ið: »Hevur tú neyðugu styrkina tá á stendur?«. Tiltakið verður fyri øll, sum eru áhugað í at læra um ítróttarsálarfrøði, tað veri seg íðkarar, venjarar, leiðarar o.s.fr. Á skeiðnum fært tú inn- lit í, hvussu tú sjálvur kanst stýra kenslum sum fjáltri, aggresiónum, sjálvsáliti og dirvi. Skeiðleiðari verður Jørn Ravnholt frá DIF, sum hevur undirvíst á meiri enn 200 skeiðum í ítróttar- sálarfrøði. Hann hevur eisini verið ráðgevi hjá meiri enn 30 donskum landsliðum í flestu ítrótt- argreinum. M.a. var hann ráðgevi hjá donsku gull h o n d b ó l t s g e n t u n u m áðrenn tær vunnu EM 2002. Fyrireikararnir siga, at skeiði gevur eitt gott mentalt amboð, sum hjálp- ir tær at seta mál, fyri síðan at røkka teimum. Avmarkað luttøka. EyS Kendur ítróttarsálar- frøðingur til Føroya Leygarkvøldið verður stórt tiltak í Roynhøllini fyri hvalbingum og sandvíkingum. Og tað er alt ókeypis TILTAK Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygarkvøldið verður stórt tiltak í Roynhøllini í Hvalba. Tað er eitt tiltak, sum fyrireikararnir kalla eitt M-kvøld. Tá ið slík kvøld hava verið við einum bókstavi frammanfyri, hevur tað aloftast okkurt við øl ella skonking at gera. Men tað er tað ikki hesuferð. M-kvøld stendur nevni- liga fyri mentanarkvøld og tað eru ein mentanarbólk- ur, sum Niels Olaf Eyv- indsson og Norðleif við Krógv, manna, ið stendur fyri tiltakinum. Tiltakið er ætlað hvalb- ingum og sandvíkingum og tað byrjar klokkan 19 leygarkvøldið. Teir hava frammanun- undan skipað fyri ymsum tiltøkum og peningurin, sum er innkomin, verður brúktur til at fíggja hetta tiltakið við. Sostatt er alt ókeypis. Hvørt sanghefti er sam- stundis ein lutaseðil har ymsir vinningar eru, og enntá tað er ókeypis. Og nú talan er um eina fjølbroytta skrá og alt til- takið er ókeypis, hava teir sett nøsina upp eftir at fáa savnað eini 300 sóknar- fólk í Roynhøllini leygar- kvøldið. Á tí tilsvarandi tiltak- inum í fjør vóru 200 fólk. Ymiskt á skránni Á tiltakinum verður høvið at síggja eina framsýning um kolagrevsturin í Hvalba. Umframt Ranga- botn í Trongisvági, er Hvalba einasta pláss í landinum, har kolagrevst- ur hevur verið ein verulig- ur vinnuvegur og framsýn- ingin lýsir ymsar tættir í hesi vinnu. Annars fer felagskórið hjá brøðrasamkomuni í Suðuroy at syngja. Ein røða verður eisini. Tað er Steinbjørn B. Jac- obsen, sum er úr Sandvík, ið fer at halda røðu. Tey fara eisini at syngja í felag, her er talan um sangir, sum sandvíkingar og hvalbingar hava yrkt. Men okkurt skal eisini vera til matna og í tí sam- bandinum verður stórt kalt borð. M-kvøld í Hvalba Steinbjørn B. Jacobsen, lærari og rithøvundur, verður gestarøðari á M- kvøldinum í Hvalba leygarkvøldið Frágreiðingin um óhappið á Norrønu hin 15. januar 2004 útsett Uppskot til frágreiðing hevur verið til partshoyr- ingar. Nakrar viðmerking- ar eru komnar inn og eru viðgjørdar. Ein partur í málinum hevur sambært grein 11 í Fyrisitingarlógini biðið um, at almannakunngerð- ingin av frágreiðingini verður útsett. Frágreiðingin um Norrønu aftur útsett Eftir kravin um frá Skipara- og naviga- tørfelagnum fer tað at avmarka møguleik- arnar at brúka nýggja Smyril, sigur fíggjar- málaráðið SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Verður kravið frá skipara- og navigatørfelagnum fylgt, fara suðuroyingar ikki at fáa fulla nyttu burtur úr nýggja Smyrli. Tað er orsøkin til, at fíggjarmálaráðið ikki vil góðtaka kravið frá Skipara- og navigatørfelagnum. Partarnir hava síðani týsdagin samráðst saman við semingsmanninum um nýggjar sáttmálar fyri yvir- menninar á skipunum hjá Strandferðsluni og fiski- rannsóknarskipinum, Magnusi Heinasyni. Semingsmenninir hava givið pørtunum munnkurv og tí hava teir hesar sein- astu dagarnar ongar við- merkingar havt til samráð- ingarnar. Men áðrenn samráðing- arnar byrjaði, segði lønardeildin á heimasíðu síni, at hon vildi ikki ganga við til treytirnar frá Skip- ara- og Navigatørfelagnum, tí tað fór at føra við sær, at møguleikarnir at brúka nýgga Smyril fer at vera avmarkaður. Nýggi Smyril hevur nógvar møguleikar. Men verður kravið frá Skipara- og navigatørfelagnum gingið á møti, fer tað at læsa nýggja Smyril fastan í eini skipan, sum er dýr og stirvin og tað fer at av- marka møguleikarnar at brúka skipið, sigur lønar- deildin. Alt ov dýrt at økja túratalið Eftir teirri skipan, sum nú er galdandi, eru yvirmenn- inir hjá Strandferðsluni umborð eftir einari 1:1 skipan. Tað merkir, at teir umborð í eina viku og í landi í eina viku. Hendan skipanin er ikki staðfest í sáttmálanum. og tað er júst kravið frá Skip- ara- og navigatørfelagnum. – Fær felagið sítt krav ígjøgnum, má siglingin við nýggja Smyrli verða áleið tann sama, sum hon er í dag, sigur lønardeildin Tað merkir, at tað fer ikki at bera til at skerja, ella at økja túratalið, uttan at tak fer at kosta órímiliga nógv, sigur lønardeildin. Hon sigur, at skipanin, sum nú er galdandi, er 30 ára gomul og hon er bæði stirvin og ótíðarhóskandi – Ein høvuðstrupulleiki við sáttmálanum er, at øll tíðin, skipið er í sigling, telur sum arbeiðstíð. Tí er arbeiðstíðin vanliga løgd eftir ferðaætlanini, sum siglt verður eftir. – Eftir sáttmálanum skal tímatalið í vaktarskipanini vera akkurát 42, 56, 63 ella 84 tímar um vikuna. Men eftir ferðaætlanini er siglingin langt frá altíð akkurát hesi tímatøl. – Gevur siglingin ein tørv uppá 70 tímar, má Strandferðslan antin geva monnunum 84 tímar ella 63 tímar. Fáa menninir 84 tímar, kunnu avlopstímar verða nýtttir til viðlíkahald. Men fáa teir 63 tímar, fær manningin yvirtíð frá 63 tímum upp til 70 tímar. Lønardeildin sigur, at Skipara- og navigatørfe- lagið hevur kravt, at 84 tímar altíð skulu brúkast. – Tað er eyðsæð, at hetta er ein stirvin og kostn- aðarmikil, og tí er sera óheppið, um hetta verður skipanin umborð á nýggja Suðuroyarskipinum. Lønardeildin sigur, at fær Skipara- og navigatørfelag- ið sítt krav ígjøgnum, fer tað ikki at bera til at broyta ferðaætlanina so leingi, sáttmálin er galdandi. – Tað er ikki bert, tá ið siglingin skal minkast, at trupulleikar verða, men eisini tá ið ætlanin er at økja túratalið. – Verður siglt meiri enn í dag, má ein vakt umborð afturat, tí reglarnar um hvílda í sjómannalógini forða fyri, at tær manning- arnar, sum nú eru, arbeiða meiri. Lønardeildin sigur, at sum umstøðurnar eru nú, verður tað sera trupult at seta eina manning afturat fyri rímiligan kostnað, tí tá skulu allar tríggjar mann- ingar ganga á vakt 1:1. Tað, sum fíggjarmála- ráðið vil hava, er eina liðil- igari skipan. – Eitt dømi um eina liðiliga skipan er hon, sum er galdandi fyri farmaskip og ferðamannaskip í uttan- landssigling. – Á hesum skipum er ikki øll manningin á vakt í senn, meðan hon er um borð. Manningin skiftir ímillum at hava frívakt, og tað eru bara vaktirnar ið telja sum arbeiðstíð. Lønardeildin sigur, at tað eru eisini aðrir møguleikar. Men tað avgerandi er, at Skipara- og Navigatør- felagið vil flyta seg frá teirri stirvnu skipanini, sum er í dag, sigur lønardeildin. Sum sagt fóru semings- menninir týsdagin undir samráðingar við Fíggj- armálaráðnum og Skip- ara- og Navigatørfelag- num um nýggjan sátt- mála fyri yvirmenninar á Strandferðsluni og fiskirannsóknarskipin- um, Magnus Heinasyni. Tá skuldi samráðast til tað rakk ella stakk. Fekst ongin semja, merkti tað at skipini hjá Strandferðsluni, og Magnus Heinason, vórðu løgd. Í gjáramorgunin løgdu semingsmenninir eitt semingsuppskot fyri partarnar. Í síðstu løtu, áðrenn blaðið fór til prentingar, frættu vit, at báðir partar høvdu góðtikið sem- ingsuppskotið. Sostatt slapp undan, at siglingin hjá Strand- ferðsluni varð løgd á hesum sinni Áðrenn blaðið fór til prentingar, vistu vit ikki, hvat stóð í upp- skotinum, men tað venda vit aftur til í blað- num í morgin. –Áki– Onki verkfall á hesum sinni Fáa ikki fulla nyttu burtur úr nýggja Smyrli Nýggi Smyril var ringasti knúturin at loysa, men tað eydnaðist og sostatt slapp undan verkfalli ella verkbanni i á hesum sinni C M Y K 5 4