Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 77 - 23. apríl 2004 Nr. 77 - 23. apríl 2004 7 Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, fegnaðist í setanarrøðuni um áhaldandi menning- ina innan føroyska KT-vinnu. Hann greiddi millum annað frá, at tað almenna vil virka fyri, at alt sam- skifti millum al- mennar stovnar í framtíðini verður digitalt KT-RÁÐSTEVNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hósmorgunin fór KT-ráð- stevnan 2004 av bakka- stokki í Norðurlandahús- inum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm setti stevnuna. Í set- anarrøðuni fegnaðist lands- stýrismaðurin um áhald- andi menningina innan før- oyska KT-vinnu. Hann greiddi frá, at før- oyska KT-vinnan hevur longu prógvað, at hon megnar at gera KT-loysnir bæði til føroyska heima- marknaðin og til at útflyta. - Tað kemur ikki av ong- um at ein KT-fyritøka á seinasta vinnudegi gjørdist ársins átak. Fleiri aðrar KT- fyritøkur hava ment ný- skapandi loysnir. Eg kann nevna eitt nú umsiting-ar- skipanir, bókhalds- og roknsskaparskipanir, dátu- grunnar, fíggjarstýringar- skipanir, haldaraskipanir os. fr, vísti Bjarni Djurholm á. Í fjør fekk KT-fyritøkan Formula heiðurin fyri ár- sins vinnuátak á árliga vinnudegnum. Formula fekk í fjør eina samstarvs- avtalu í lag við risafyri- tøkuna Siemens. Talan var um eitt forrit til ein tele- fonvekslara. Betri innlit Bjarni Djurholm greiddi eisini frá, at ein av fremstu uppgávunum hjá føroysku KT- vinnuni í framtíðini er at geva føroyska brúkar-an- um, vinnuni og tí almenna betri innlit í møguleikarnir, sum eru innan kunning- artøkni. - KT er fyri mong tor- greitt og abstrakt. Tað henda áhaldandi broytingar og menning í vinnuni og tí er tað fyri mong torført at fylgja við, segði Bjarni Djurholm. Vanta hagtøl Landsstýrismaðurin í vinnumálum fýltist á, at eingi hagtøl eru tøk fyri føroyska KT-útflutningin. Hann helt tað verða av stór- um týdningi, at føroyingar fingu hesi hagtøl til vega, tí annars verður nærum ógjørligt at lýsa hvønn leiklut KT-vinnan hevur í føroyska landsbúskapinum. - Skal KT-vinnupolitikk- urin verða eftirmettur og nýggj kós verða sett fyri framman, hevur tað týdn- ing at fáa eit betri hagtals- grundarlag um KT í Før- oyum. Eg vil saman við KT-feløgum virka positivt fyri hesum, vísti lands- stýrismaðurin á. Hann legði afturat, at tað er eisini alneyðugt við hag- tølum, tá útlendski sam- starvsfelagar skulu meta um møguleikarnar fyri samstarvi við føroyskar KT-fyritøkur. Alt samskifti digitalt Í setanarrøðuni róði Bjarni Djurholm eisini framm undir, at tað almenna hevur fleiri verkætlanir innan KT í gongd. Hann nevndi eitt nú, at Skráseting Føroya tekur nýggja partafelags- skrásetingarskipanin í nýtslu í næstum, sum før- oysk KT-fyritøka hevur ment. Landsstýrismaðurin helt fyri, at tað almenna eigur at ganga undan at gagnnýta kunningartøkni. - Borgarin skal uppliva tað almenna sum eina eind. Vit skulu tryggja, at borgar- in fær opinleika, atgongd og møguleika fyri av- greiðslu av flestu viður- skiftunum á internetinum. Umsitingin skal við KT verða skipað soleiðis at at- gongd verður til data tvørt- urum ráð og stovnar. Hetta skal tryggja, at data verður skrásett á einum stað og tí verður ikki neyðugt at skrá- seta data aftur á øðrum staði, segði Bjarni Djurh- olm. Málið er, at alt samskiftið millum almennar stovnar skal verða digitalt. Skal málið røkkast verður neyð- ugt við einum veitara av talgildari undirskrift (digi- talum signaturi) í Føroyum, vísti landsstýrismaðurin í vinnumálum á. Ynskja betri samskifti Vegna Vinnumálaráðið bjóðaði Bjarni Djurholm føroysku KT-vinnuni til støðugari samskifti, so føroyska vinnan og tað almenna framhaldandi og í størri mun kundu gagnnýta kunningartøkni - Avgerðir um, hvørjar íløgur tað almenna og vinn- an skulu gera í framtíðini krevja vitan, vilja og før- leika. Vit góðum samstarvi millum tað almenna og KT- vinnuna eri eg sannførdur um, at hesar avgerðir verða tiknar á haldgóðum grund- arlag, segði Bjarni Djur- holm at enda. Vit hava prógvað okkara virði KT-stevnan varð sett í gjár í Norðurlandahúsinum og heldur fram í dag. 15 føroyskar KT fyritøkur og sam- skiftisútboðarar luttaka á stevnuni. Á KT-stevnuni verða fyrilestrar, framløgur, framsýningar, kjak, kalt borð og ráðstevnan endar fríggjakvøldið við veitslu á Hotel Føroyum. Meira fæst at vita um ráðstevnuna á www.kt.fo FAKTA um KT-stevnuna 2004 Bjarni Djurholm setti KT-ráðstevnuna 2004. Hann fegnast um áhaldandi menningina innan føroyska KT-vinnu Mynd: Álvur Haraldsen Leggja sjúklingafeløg saman Ætlanir eu um at leggja feløg fyri gikt- sjúklingar saman. Tal- an er um Giktafelagið og felagið fyri fólk við sjúkuni Morbus Bechterew, sum er giktsjúka, sum í stór- an mun rakar ryggja- geislarnar SJÚKLINGAFELAG Edvard Joensen Nú felagið Morbus Bech- terew verður 20 ár tann 19. mai, eru ætlanir samstundis um at leggja saman við Giktafelagnum. Talan er í báðum førum um feløg fyri fólk, sum líða av gikt- sjúkum. Felagið fyri Morbus Bechterew sjúklingar fer at hava aðalfund í MBF hús- inum flaggdagin klokkan 14.00, sigur skrivarin í felagnum, Unn Hansen. Talan er um eitt lítið fel- ag, tí ikki so øgiliga nógv fólk hava sjúkuna ella kenna nakað til hana. Tískil heldur ikki til felagið, sum nú í 20 ár hevur verið fyri fólk við sjúkuni. Unn Hansen sigur, at í hennara føri hevur felagið verið til góða hjálp. Serliga við uplýsing um sjúkuna og um viðgerðarhættir, sum fáast kunnu. Sjúkan er arvalig, sigur Unn Hansen. Tað vísir seg, at hon ofta verður staðfest í ávísum familjum, og so kunnu nógv fólk í somu familju fáa hana. Og kortini er so onkur, sum heilt sleppur undan. Í Føroyum fáa sjúklingar tilboð um tvær ferðir fjúrt- an daga viðgerð árliga á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sig- ur Unn Hansen. Tann við- gerðin umfatar viðgerð hjá fysioterepeuti og eitt nú svimjing. Serliga svimjing í heitum vatni hjálpir summ- um væl. Men so eru tað onnur, sum hava tað best við nógvum kulda. Tað vil sig, at ísur verður lagdur á sjúku støðini, greiðir Unn Hansen frá. Morbus Bechterew (Spondylitis ankylopoi- etica) er eitt serligt slag av liðagigt, sum ofta vísir seg sum pína í rygginum, ið ikki hvørvur, hóast ein hvílir seg. Ryggurin stívnar ofta hjá fólki, sum hava sjúkuna. Og so ger sjúkan eisini, at sjúklingurin hevur avmarkaðar møguleikar at røra seg. Orsøkin er bruni í lið- bondum, eins og í ryggi og bringu. Umleið triðji hvør sjúklingur verður eisini raktur í knø, mjadnar og herðar. Morbus Bechterew er varandi sjúka, og gongdin kann vera ymisk frá fóki til fólk. Sagt verður, at umleið 0,1 til 0,5 prosent av fólka- talinum verða rakt av Morbus Bechterew. Ofta sæst sjúkan í 20-30 ára aldrinum, og mest hjá monnum. Tað kemst kanska av, at sjúkan fer betri við kvinnum, og at tað tí ikki altíð verður rakt við hana. Hóast fólk kunnu ganga í rættiliga nógv ár við sjúk- uni, er vanligt, at tey eru arbeiðsfør alla sína tíð kortini. Føroyska felagið fyri fólk við Morbus Bechterew fer umframt aðalfundin, sum verður sunnudagin, eisini at halda 20 ára dagin við eini veitslu, sum verður í húsun- um hjá Starvsmannafelagn- um tann 15. mai, sigur Unn Hansen skrivari í Morbus Bechterew felagnum. Unn Hansen er skrivari í felagnum Morbus Bechterew í Føroyum. Hon sigur, at tey nú arbeiða við at leggja felagið saman við giktafelagnum Maersk Air hevði eitt hall upp á 622 milli- ónir í fjør. Tað er ikki nøktandi úrslit, sigur felagið Tað hevur gingið illa hjá danska flogfelagnum Ma- ersk Air seinnu árini. Og árið í fjør var einki undan- tak í so máta. Eitt samlað hall upp á 622 milliónir er tað, felagið kann vísa á í roknskapinum, sum júst er kunngjørdur. Sjálvur raksturin gav eitt hall upp á 215 milliónir. Umframt komu so aðrir serligir postar sum niður- skriving av flogførum og søla av einum dótturfelag í Englandi, sum kostaði Maersk Air pengar. Í tíðindaskrivi í samband við roknskapin sigur Maersk Air, at tað hóast alt var okkurt, sum dróg upp- eftir í roknsksapinum. Millum annað seldi Maersk Air flogfelagið Est- onian Air og tilhoyrandi tænastur, og gav tað felagn- um nakrar milliónir í kass- an. Eisini er eginkapitalurin vaksin frá 464 millíónum í 2002 til 531 milliónir við ársenda 2003, sigur Maersk Air. Men tað var kortini nakað langt frá at vera nokk til at fáa raksturin at standa upp og niður, ella at halda sær á flogið, sum tey plaga at siga í hasi vinnuni. Kortini fellur stjórin í felagnum ikki í fátt. Finn Øelund er nýggjur í starv- inum, og hann hevur hug at líta frameftir, sigur hann í tíðindaskrivi í samband við roknskapin. Hann setir sítt álit á nýggja átakið, har felagið verður lýst sum eitt fram- takshugað felag við nýggj- um hugsunarháttum. Maerska Air er farið undir rættiliga umfatandi lýsingarherferð fyri at fáa fólk at nýta felagið, tá ferð- ast verður úr Danmark suð- ur eftir í Europa. Rutunetið hjá felagnum veksur støð- ugt, og umfatar í dag 28 rutur í 25 høvuðsstøðum og stórbýum suðuri í Europa. Og ætlanin er at byrja 10 nýggjar rutur afturat í heyst. Alt til stórbýir í Europa, sigur Maersk Air í tíðindaskrivi í samband við roknskapin, sum komin er. Maersk Air kappast eisini við Atlantsflog um ferða- fókini á rutunum millum Føroyar og Danmark. Tað hevur ikki gingið serliga væl á hesi rutuni heldur hjá felagnum. Men sum skilst á fólki á skrivstovuni hjá Maersk Air í Havn, er líkt til, at nýggja lýsingarátakið eisini hevur rinið við her. Tí ferðafólkatalið tykist vaks- andi við flogførunum hjá Maersk Air, siga tey. Risastórt hall hjá Maersk Air Maersk Air hevur sum lið í herferðini at lýsa »nýggja« felagið millum annað málað nýggju flogførini, sum flúgva niður í Europa, við nýggjum litum C M Y K 7 6