fríggjadagur 23. apríl 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 77 - 23. apríl 2004
Nr. 77 - 23. apríl 2004
9
– Bæði tingið og sam-
gongan eru samd um,
at framferðarhátturin
hjá Jógvani við Keldu
í útlendingamálinum
als ikki er nøktandi,
og eftir mínum tykki
skal Jógvan við Keldu
ansa eftir, at hann
ikki setur niður ein
spíra til fremmanda-
hatur í Føroyum,
sigur John Johannes-
sen, tinglimur
Javnaðarfloksins
ÚTLENDINGAMÁLIÐ
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eftir fyrispurning frá Bill
Justinussen úr Miðflokkin-
um var kjak í tinginum
mikudagin um nógv um-
strídda
útlendingamálið,
sum fær so ógvusligar av-
leiðingar fyri føroyskan
ítrótt.
Ein av røðarunum í ting-
inum var John Johannessen
úr Javnaðarflokkinum, og
hann er ikki í iva um, at
hvørki samgonga ella and-
støða taka undir við ætlan-
unum hjá landsstýrismann-
inum í innlendismálum.
Sjálvt Fólkaflokkurin
ímóti
John Johannessen sigur, at
ein stórur meiriluti í ting-
inum er samdur um at vera
ósamdur við Jógvan við
Keldu.
– Umframt andstøðuna,
sum jú hevur til uppgávu at
vera ímóti, vóru bæði javn-
aðar-, sambands- og fólka-
flokstinglimir,
sum
av
tingsins røðarapalli funnust
at Jógvan við Keldu og
hansara tilmæli, sum nú er í
danska
útlendingamála-
ráðnum, sigur ein avgjørdur
John Johannessen.
Ungi tingmaðurin nevnir
sum dømi floksfelagarnar
hjá Jógvan við Keldu Poul
Michelsen, Jákup Mikkel-
sen og Jørgen Niclassen,
sum allir á ein ella annan
hátt ikki mettu núverandi
støðu vera nøktandi.
– Annika Olsen var helst
einasti røðarin, sum tók
undir við landsstýrismann-
inum í innlendismálum, og
annars vóru so at siga øll
ímóti tilmæli hansara, slær
fyrrverandi tíðindamaðurin
í Javnaðarflokkinum fast.
Vandi fyri rasismu
John Johannessen ber ótta
fyri, at áhaldandi útmeld-
ingarnar hjá innlendismála-
ráðharranum um útlending-
ar kann seta ein spíra til
fremmandahatur í Føroy-
um.
– Tá ein landsstýrismað-
ur ferð eftir ferð úttalar seg
á slíkan hátt, sum Jógvan
við Keldur hevur gjørt,
kann hetta elva til økta ras-
ismu í Føroyum, og tískil
mugu vit tala at, heldur
John Johannessen.
Hann undirstrikar, at
hann á ongan hátt leggur
landsstýrismannin undir at
vera rasist, men vil tinglim-
ur Javnaðarfloksins heldur
vísa á møguligar vandar,
sum kunnu standast av slík-
um kjaki.
Jógvan koyrir solo
John Johannessen heldur, at
tað ikki kann vera rætt, at
ein landsstýrismaður uttan
undirtøku nakrastaðni skal
avgerða føroyskan útlend-
ingapolitikk.
– Málið er ongantíð við-
gjørt í samgonguni, og í
staðin fyri, at vit í felag
settu okkum niður og tóku
stóra og týdningarmikla
málið frá grundini, hevur
landsstýrismaðurin
tikið
eina drastiska avgerð einsa-
mallur, sigur ein misnøgdur
John Johannessen.
Niðanfyri mælir Poul
Michelsen til eina grein 25
nevnd, sum skal orða
nýggjan føroyskan útlend-
ingapolitikk, og hesum tek-
ur John undir við.
– Eg taki undir við Poul
Michelsen, sum mælir til at
seta eina serstaka ting-
nevnd at orða ein breiðan
útlendingapolitikk til før-
oysk viðurskifti, og áðrenn
hetta er gjørt, kann Jógvan
við Keldu ikki taka nakra
avgerð einsamallur, sigur
John Johannessen.
Nýklakti tingmaðurin úr
Javnaðarflokkinum heldur,
at tað eru meiri átroðkandi
mál í Innlendismálaráðnum
enn at forða útlendskum
ítróttarfólki at koma til
Føroya og menna føroyskan
ítrótt.
Tingmaður Fólka-
floksins, Poul Michel-
sen, mælir til at seta
eina grein 25 ting-
nevnd, sum skal við-
gerða allan útlend-
ingapolitikkin frá
grundini, áðrenn
nøkur avgerð verður
tikin av innlendis-
málaráðharranum
Jógvani við Keldu
ÚTLENDINGAMÁLIÐ
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
– Í løtuni situr ein ting-
manning og viðgerð eitt
mál, sum eingin hevur inn-
lit í, og tískil mugu vit fara
eftir rótini í málinum, sigur
ein avgjørdur Poul Michel-
sen, sum mikudagin tók
orðið undir orðaskiftinum í
tinginum um nógv umtal-
aðu útlendingarnar.
Poul Michelsen heldur, at
avgerðin hjá Jógvani við
Keldu um, at ítróttarfeløg-
ini skulu gjalda 60% av
lønini til útlendsk ítrótta-
fólk, er tikin ov skundis-
liga.
– Semja tykist eisini vera
í samgonguni um, at av-
gerðin um útlendingar í øll-
um førum eigur at bíða, til
málið er viðgjørt frá grund-
ini, heldur Poul Michelsen.
Grein 25 nevnd
Uppskotið hjá tingliminum
í Fólkaflokkinum er, at ein
serstøk grein 25 nevnd við
umboðum úr øllum flokk-
um burturav skuldi verðið
sett at orða ein breiðan,
føroyskan útlendingapolit-
ikk, sum í løtuni hongur í
leysum lofti.
– So kundi semja verið
fingin um sjálvan yvirorn-
aða útlendingapolitikkin,
áðrenn viðgerðin av einum
serstøkum og avmarkaðum
máli fór í gongd, sum málið
um útlendsk ítróttafólk er,
heldur Poul Michelsen.
Tingmaðurin úr Fólka-
flokkinum heldur, at hetta
skuldi verðið gjørt fyri
langari tíð síðani, tí so
hevði sloppist undan hesum
háfloykta kjakinum um
útlendsku
ítróttafólkini,
sum nú skulu hava minst
60% av lønini frá feløgun-
um.
– Eg veit satt at siga ikki,
hvaðani Jógvan við Keldu
hevur hatta talið, og júst
hendan vantandi vitanini og
innlitið er eitt høvuðs-
eyðkenni í øllum kjakinum,
sigur Poul Michelsen, sum
tí mælir til eitt bakka og
taka málið frá grundini,
áðrenn nøkur avgerð verður
tikin.
Snýr seg ikki bert um
ítrótt
Poul Michelsen heldur, at
málið um útlendingar á
snæðurskygdan hátt bert er
vent ímóti ítróttarfólkunum
og ítróttini.
– Tað er rætt, at avgerð
landsstýrismansins í stóran
mun ávirkar ítróttin, men
eg hugsi eins nógv um teir
650
útlendingarnir
á
arbeiðsmarknaðinum, sum
ikki íðka ítrótt, sigur Poul
Michelsen.
Hann leggur dent á, at vit
hava við menniskju og
mannalagnur at gera, og
tískil skal málið við virðing
og varðsemi viðgerast á
borðbaran hátt, sum talan
ikki hevur verið um enn.
– Higartil er ein yvir-
lýsing kroyst yvir øll, uttan
at nøkur viðgerð og nøkur
semja er funnin, eins og
hon á mótsættan hátt varð í
undanfarnu samgongu, tá
fleiri útlendingar vórðu
tiknir inn í landið vegna
vantandi arbeiðsmegi, held-
ur Poul Michelsen.
Hann skjýtur sostatt upp
at seta ein tingnevnd við
umboðum úr øllum flokk-
um, sum frá grundini skal
geva tinginum innlit í mál-
ið, og ikki fyrrenn tá kann
nøkur avgerð takast á økin-
um.
– Eg trúgvi uppá eina
semju millum flokkarnar
um nýggjan, føroyskan
útlendingapolitikk, sum í
veruleikanum skuldi verið
føroyskt málsøkið, og tá
kann Jógvan við Keldu í
samráð við onnur meta um,
hvat er best at gera, heldur
Poul Michelsen at enda.
John Johannessen:
Landsstýrismaðurin kann elva til rasismu
Poul Michelsen:
Jógvan við Keldu ov bráður
– Málið er ongantíð viðgjørt í samgonguni, og í staðin fyri, at vit í felag settu okkum niður og
tóku stóra og týdningarmikla málið frá grundini, hevur landsstýrismaðurin tikið eina drastiska
avgerð einsamallur, sigur ein misnøgdur John Johannesen í Javnaðarflokkinum
– Semja tykist vera í samgonguni um, at avgerðin um útlendingar í øllum førum eigur at bíða,
til málið er viðgjørt frá grundini, heldur Poul Michelsen, tinglimur Fólkafloksins
Í hesum valskeiðnum
hava fleiri fólka-
atkvøður verið um
kommunusamanleggi
ngar, og í flestu
førum hava borgar-
arnir tikið undir við
at leggja saman við
eini størri kommunu
– ella í eina størri
kommunu. Tað er
kanska undrunarvert,
at hesar samanlegg-
ingar hava gingið so
stillisliga fyri seg, tí
søgan veit eisini at
siga okkum um slit
millum kommunur
SAMANLEGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í Sundalagnum avgjørdu
fleiri kommunur at leggja
saman, og í Eysturoy hava
ikki færri enn tríggjar
kommunur avgjørt at leggja
saman
við
Runavíkar
kommunu.
Í Nólsoy hava tey eisini
samtykt at leggja saman við
Tórshavnar kommunu, eins
og Bøur og Gásadalur hava
samtykt at leggja saman við
Sørvágs kommunu.
Kommunuslit
Felags fyri flestu fólkaat-
kvøðurnar, sum verið hava,
er, at ein meiriluti av borg-
arunum hava tikið undir við
samanlegging. Í Hósvík
skuldu tó tvær fólkaatkvøð-
ur til, áðrenn ein meiriluti
av fólkinum tók undir við
at fara upp í Sunda komm-
unu.
Men fara vit nakað nógv
ár aftur í tíðina, slitnaði
millum kommunur – ja,
enntá millum rímiliga stór-
ar kommunur, og hetta
gekk sanniliga ikki so frið-
arliga fyri seg.
Vit skulu ikki ríva upp-
aftur í tí, sum tá fór fram,
men minna á, at fyri 37
árum síðan slitnaði millum
Runavíkina og Toftir/Nes,
og fyri stívliga fimti árum
síðan slitnaði eisini millum
Skála og Strendur.
Aldurnar gingu rættiliga
høgar, bæði eystarumegin
og vestarumegin á Skála-
fjørðinum, tá ið hesi slit
fóru fram.
Slitið millum Runavíkina
og Toftir/Nes hevur mang-
an verið drigið fram, tí
rættilig orrusta var um
hetta mundið.
Eivind Jacobsen, bygda-
ráðsformaður
í
Sjóvar
kommunu, sigur, at sam-
bært gerðarbókunum var
eisini rættilig togan í
bygdaráðnum har yviri, tá
ið kommunurnar slitnaðu
sundur.
– Men eg haldi ikki, at
orrustan millum fólkið var
so stór hesumegin fjørðin
sum hinumegin. Hinvegin
gekk tað rættiliga lívliga
fyri seg millum bygdaráðs-
limirnar hesumegin fjørðin,
sigur hann og vísir til gerð-
arbókina.
Undrunarvert
Tað er kanska undrunar-
vert, at hesar fólkaatkvøður
hava gingið so stillisliga
fyri seg, sum talan er um, tí
hóast bygdirnar og bygda-
nøvnini vera verandi tey
somu, verða kommurnar
avtiknar.
– Oyndarfjørður verður
altíð Oyndarfjørður, segði
Árni Joensen, bygdarráðs-
formaður í Oyndarfirði
undan fólkaatkvøðuni har
norðuri.
Og rætt er tað. Somu orð-
ini endurtók bygdarráðsfor-
maðurin í Nólsoy, Jógvan
Thomsen, tá ið ein stórur
meiriluti av nólsoyingum
avgjørdu at leggja saman
við Tórshavnar kommunu.
Spurningurin
er
so,
hvussu friðarligar saman-
leggingarnar verða, um
spádómurin hjá Eivindi
Jacobsen,
bygdaráðsfor-
manni í Sjóvar kommunu,
gongur út.
Hann væntar nevniliga,
at landsstýrið við lóg fer at
leggja kommunurnar við
Skálafjørðin saman, innan
fýra ár eru umliðin.
– Og kanska verður tá øll
Eysturoyggin ein komm-
una, sigur Eivind Jacobsen.
Samanleggingar og slit millum kommunur
Í kjalarvørrinum av
orðaskiftinum í
tinginum í gjár um
útlendingamálið
sigur landsstýris-
maðurin Jógvan við
Keldu, at hann hevur
eina greiða støðu,
sum hann stendur
við, og tað er at bera
seg at sambært lógini
ÚTLENDINGAMÁLIÐ
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
– Eg havi eina danska lóg,
sum eg havi skyldu til at
umsita á rættan og lógligan
hátt, og tískil fái eg ikki
gjørt øðrvísi, sigur innlend-
ismálaráðharrin Jógvan við
Keldu
um
umstrídda
útlendingamálið.
Lands-
stýrismaðurin er keddur av,
at støði gjørdist so lágt
undir kjakinum í tinginum í
gjár.
– At eg verðið ákærdur
fyri at birta uppundir
fremmandahatur, eri eg
sera harmur um, tí tað ein-
asta, eg havi gjørt, er at
bera
meg
at
sambært
donsku lógini, slær Jógvan
við Keldu fast.
Eingin grein 25 nevnd
Fleiri tinglimir vístu í gjár
sína ónøgd um, at eingin
verulig viðgerð er farin
fram í samgonguni, og at
ein grein 25 nevnd skuldi
verðið sett.
– Eingin nýggj nevnd
verður sett orsakað av tí,
sum er farið fram seinastu
dagarnar, og tað ætli eg
mær ikki at gera nakað við
í fyrstu syftu, sigur ein av-
gjørdur landsstýrismaður.
John Johannesen og Poul
Michelsen siga báðir í
blaðnum í dag, at teir ikki
mettu Jógvan við Keldu
hava undirtøku í samgong-
uni, men har er landsstýris-
maðurin ósamdur.
– Føroya Landsstýri hev-
ur boðað frá, at undirtøka
er fyri uppskotinum, og tí-
skil eri eg ikki samdur við
hesum, sigur Jógvan við
Keldu. Hann heldur, at tá
løgmaður
sum
ovasti
myndugleikin greitt hevur
gjørt vart við hetta, er einki
at kjakast um.
Kann ikki ignorera
arbeiðsloysi
Jógvan við Keldu sigur, at
hann sum landsstýrismaður
ikki kann ignorera vaksandi
arbeiðsloysi, sum seinastu
mánaðirnar nærmast er tví-
faldað.
– Tá lógin sigur, at
útlendingar bert kunnu fáa
arbeiði
orsakað
av
»væsentlige beskæftigel-
sesmæssige hensyn«, má
eg bera meg at eftir tí, og tá
útlendingar fyrr eru komnir
til landið, hevur tað verið
orsakað av, at brúk hevur
verið fyri arbeiðsmegi, men
nú sær øðrvísi út, slær inn-
lendismálaráðharrin fast.
Jógvan við Keldu sigur,
at hann aftur skal hava fund
við landsstýrið um málið í
næstum,
men
fyribilst
stendur hann við sítt og fer
ikki at gera kompromis í
málinum.
– Nú fáa vit at síggja,
hvat landsstýrið sigur, men
fyribils er eingin broyting
frá mínari síðu um málið,
sum eftir røttum skuldi ver-
ið føroysk málsøkið, sigur
umstríddi landsstýrismað-
urin at enda.
Jógvan við Keldu:
Eg standi við mítt
Higartil hevur tað gingið friðarliga fyri seg at leggja kommunur saman, men fyri stívliga fimti árum síðan slitnaði millum Skála
og Strendur, og fyri 37 árum síðan slitnaði millum Runavíkina og Toftir/Nes
– Eg havi eina danska lóg, sum eg havi skyldu til at umsita á rættan og lógligan hátt, og tískil
fái eg ikki gjørt øðrvísi, sigur innlendismálaráðharrin Jógvan við Keldu
C
M
Y
K
9
8