fríggjadagur 23. apríl 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 77 - 23. apríl 2004
Nr. 77 - 23. apríl 2004
11
Ferjulegurnar til Smyril og Norrønu eru aftur eitt dømi
um tilvildarliga tilrættislegging á samferðsluøkinum.
Eisini er málið eitt dømi um vantandi samróður millum
Tórshavnar Kommunu og Vinnumálaráðið. Vinnumála-
ráðið líkasum vendi bakið til, tá tað gjørdist greitt, at
Smyril vaks nógv í vavi og Tórshavnar býráð avgjørdi at
gera tvær ferjulegur inni við Bursatanga í staðin fyri
eina. Harafturat hugsaði eingin um fornminnið
Tinganes. Úrslitið er ruðuleiki.
Natúrliga er Eystaravág lítil, men hon er vald til ferða-
fólkahavn og til farmaflutningshavn. Tað er natúrligt, at
Smyril hevur sítt fasta atløgupláss á Eystaruvág.
Annaðhvørt inni við Bursatanga ella úti í Krókinum -
fram við Molabryggjuni. Men er tað líka so natúrligt, at
tann nýggja Norrøna skal liggja inni á botni á Eystaru-
vág? Stuttligt er at hava eitt skip næstan í miðbýnum í
Havnini. Men var hetta tann skilabesta loysnin, tá
hugsað verður um, hvussu trongt tað er at koma inn
millum molar og Tinganes?
Í øllum førum varð hesin spurningurin ikki nóg væl við-
gjørdur. Tað var ikki meira enn komið alment fram, at
Havnar kommuna hevði í umbúna at gera tvær
ferjulegur við Bursatanga, tá Landsverkfrøðingurin
boðar frá, at hann mælti frá at gera tvær ferjulegur inni
á Eystaruvág. Hetta merkir, at Landsverkfrøðingurin,
sum skuldi havt førleikan um hendi, um nøkur manning
er eftir á Havnadeildini væl at merkja, ikki var tikin við
upp á ráð!
Harafturat skulu vit minnast til, at Smyril vaks nógvar
metrar. Frá at vera væl minni enn gamla Norrøna, fer
hann heilar 25 metrar fram um hana í longd. Tað
merkir, at nú skulu heilir tveir "line´arar" liggja inni
við henda molastubban, Bursatanga, sum mátti
umbyggjast fyri nógvar milliónir krónur. Ein kostnað
og eitt arbeiði, sum Vinnumálaráðið ikki tóktist at vilja
hava nakað við gera, men í staðin lat Tórshavnar
kommunu upp í hendi at bera og gera.
Harafturat tóktist sum eingin gáaði um, at tað fór at
verða sera trongligt, nú tvey stór skip skuldu amast upp
at Tinganesi. Tá tað so kom fram, at neyðugt var at
dýpa fram við nesinum, varð greitt, at nú var eldur í
skálanum. Nústani tá kom Fornminnisnevndin upp í
ætlanina!!! Og nevndin sigur, sum vituligt er, at tað ber
ikki til at fara spreingja lendið undir Tinganesi. Nevnd-
in mælir harafturat til at gera eina økisfriðing bæði á
Tinganesi og út á sjógv.
Sjálvandi skuldu allir partar - kommuna, landsstýri,
strandferðsla, Smyril Line og friðingarmyndugleiki -
sett seg niður frammanundan og viðgjørt málið út í æs-
ir, so vit ikki komu i ta støðu, sum vit eru komin út í!
Og til landsstýrismannin í mentamálum er at siga, at
hann skal ikki hava undirtøku fyri hesum ella hasum í
landsstýrinum, hóast tað er skilligt, at hann vil tryggja
sær, at aðrir landsstýrismenn ikki fara í stríð við hann
eftir eina avgerð. Hann hevur bara eitt at gera í hesum
føri og tað er at halda seg til friðingarmyndugleikan og
tilmælið frá sínum egna embætisverki!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Skúladømi um vánaliga
tilrættislegging
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Óhugnaliga líkar grundgevingar
Edvard Joensen
Sandavági
Viðgerðin av útlendinga-
málinum, málið um útlend-
ingar í føroyskum ítrótti, er
við at fara av kós. Nú er
hon vorðin til eitt kjak mill-
um politikarar og ítróttar-
bossar um, hvør hevur lagt
hvønn undir hvat. Men ym-
iskt, sum frammi hevur
verið, er á slíkum støði, at
tað er ræðandi
Ymsar
meiningar,
ið
hava verið at hoyrt og sæð í
kjakinum, eru so býttar, at
tær leiða hugin aftur til
ávísa rørslu í Europa í trí-
atiárunum í seinastu øld.
Tað var ein ávísur fólka-
bólkur, sum varð lagdur
undir at hava skuldina av
øllum ólukkum, sum raktu
heimspartin. Og nú rógva
summi fólk her hjá okkum
fram undir, at ein ávísur
bólkur av fólki kann hava
gjørt, at onnur ganga
arbeiðsleys her í Føroyum.
Ansið nú eftir og fáið
kjakið aftur á tað, tað snýr
seg um. Nevniliga um smáu
ítróttarfeløgini hava nakran
møguleika at yvirliva uttan
hesi fólkini, sum ítróttarliga
eiga lívið í teimum. Tað
fíggjarliga lívið eiga lokalu
arbeiðsplássini, sum hava
víst sera stóra vælvild og
stórsinni móti feløgunum.
Smáu
bygdarfeløgini
hava ikki møguleikar at
gera seg galdandi á tí støði,
ítrótturin er komin á í dag,
uttan hjálp frá hesum
fremmandu ítróttarfólkun-
um. Og tey hava als ikki ráð
til at løna teimum fult ella
60 prosent. So einfalt er
tað. Tann dagin, tað verður
krav, kunnu tey akkurát tað
sama negla hurðina í
felagshúsinum.
Tað er møguligt, at eitt
stórt høvuðsstaðarfelag við
bara einari ítróttargrein -
sum ikki so frægt sum fær
mannað eitt kvinnulið -
men kann loyva sær at selja
lutaseðlar við vinningum
fyri milliónaupphædd, kann
løna einum fulltíðarsettum
donskum venjara.
Men eitt lítið bygdarfel-
ag, sum hevur bæði hond-
bólt og fótbólt umframt
kappróður
at
forsvara,
hevur ongan møguleika.
Lítla felagið skal syrgja
fyri at fáa ungdómsvenjar-
ar, sum av tilvild eru út-
lendskir - eingin føroyingur
fæst - til fótbóltin. Felagið
noyðist, um hondbóltsliðið
skal mannast, at fáa út-
lendskar leikarar, sum, utt-
an at taka nakað frá nøkr-
um øðrum, hava verið við
til at hækkað støðið. Felag-
ið hevur kappróðrarbátar,
sum skulu haldast viðlíka.
Umframt hevur felagið
part av vallarrakstri at for-
svara. Felagshúsið skal
haldast. Og alneyðugt er
við neysti til kappróðrar-
bátarnar. Tað verður ikki
minsta takið.
Tá so stóru feløgini sam-
stundis liggja sum fluga á
lorti eftir hvørjari nýggjari
stjørnu, sum tendrast í hes-
um smáu feløgunum - um-
framt at tey fara við útlend-
ingunum eisini, eftir at
onnur hava havt stríð og út-
reiðslur av at fáa tey til
landið - ja, so hava hesi
smáu ongan møguleika at
gera seg galdandi ítróttar-
liga. Harvið hvørvur eisini
áhugin fyri feløgunum,
sum so detta burtur ímill-
um. Tað verður lítið áhuga-
vert við eini landskapping
við einum fýra liðum í
vaksnamannadeildunum.
Skal tað so gerast so tvør-
ligt, at vælviljaðu vinnu-
virkini á staðnum ikki
sleppa at hava tey útlendsku
ítróttarfólkini til arbeiðis eitt
hálvt ár ella so í part, lækkar
støðið beinanveg. Tí hvør
skal fáa til vega hendan
peningin, sum leikarar skulu
hava fyri at sleppa at halda
støðinum uppi?
Taka vit Vágar sum
dømi, kann vísast á, at í
oynni eru tíggju ítróttarfel-
øg og minst sama tal av
øðrum áhugafeløgum og
bólkum, sum skulu kappast
um somu fólkini til bingo,
dans, køkutombola, neyta-
lortar og Guð viti hvat.
Tað er greitt, at eingin vil
geva seg, og tískil liggja tey
flestu eftirá. Tann, sum so
hórar undan, hevur kortini
ongan møguleika at klára
seg í kappingini við tey
stóru feløgini við breiða
fólkagrundarlagnum, sum
kunnu
keypa
20.000
lutaseðlar.
Væl vitandi, at lands-
stýrismaðurin hevur eina
greiða útlendingalóg at
halda seg til, verður mín
áheitan kortini, at hann
roynir at fáa eitthvørt und-
antak, eins og undanmaður
hansara var í ferð við, so-
leiðis at hesin avmarkaði
bólkurin av fólki sleppur at
halda fram við tí virki, sum
byrjað er. Nevniliga at
hjálpa til at lyfta ítróttarliga
støði okkara at altjóða
hæddum.
Okkum dámar væl at
reypa. Men sum nú sær út,
kann skjótt henda, at einki
verður at reypa av.
Gestur Hovgaard og
Heini í Skorini
Í mikudagssosialinum er
samrøða hjá Heina í Skor-
ini við Gest Hovgaard um
málið
við
útlendskum
ítróttarfólkum í Føroyum.
Gestur hevur yvir fyri
Sosialinum víst á sína
ónøgd, tí hann heldur grein-
in við síni uppseting fær
eina óneyðuga eksponer-
ing, har sakligi parturin av
henni missir sítt virði. Vit
hava tosað um hetta, og eru
vit samdir um:
1) at Gestur ikki úttalaði
seg sum »samfelagsfrøð-
ingur«, men sum formaður
í einum ítróttarfelagi.
2) at orðið »tápuligt« ísv.
uppskotið hjá Innlendis-
málaráðnum er ein mis-
skiljing okkara millum.
3) at greinin átti at verið
send til viðmerkingar hjá
Gesti, so at sloppið varð
undan áðurnevndu mis-
skiljingum.
Greinin hevur - saman við
øðrum viðmerkingum í
fjølmiðlunum - ført við
sær, at Innanlendismála-
ráðið hevur sent út tíðinda-
skriv um málið. Vit vilja
gjarna gera greitt, at grein-
in á ongan hátt leggur Inn-
lendismálaráðið undir at
geva útlendingum skuldina
fyri nakað arbeiðsloysi í
Føroyum.
Við hesum leggja vit
nevndu
grein
afturum
okkum.
Útlendingamálið
VIÐMERKINGAR
Niels R. Finsen - Fávitska - Okkultisma
Heri Mohr
Í "Skáanum" 17. í h.mð.
hevur Pól á Kletti skrivað
áhugaverda
grein
og
útskrift úr bókini "Megnar
menn og megnar konur"
eftir Marius Johannesen,
sála, um Niels R. Finsen,
nú 100 ár eru liðin, síðan
hann doyði.
Eitt sindur løgið er tað tó,
at vit í greinini hjá Pól á
Kletti lesa, at Niels R.
Finsen er einasti føroying-
ur, ið higartil hevur fingið
Nobelvirðislønina, meðan
Marius Johannesen sigur:
"Lat okkum siga tað bein-
anvegin, hann var ikki
føroyingur".
Niels R. Finsen kom til
verðina,
meðan
pápin
Hannes Finsen, sum var av
íslendskum uppruna, var
fyrst fúti og seinni amt-
maður í Føroyum (1858-
1884). Sonurin Niels gekk
í realskúla í Havn, tók stud-
entsprógv í Reykjavík og
læknaútbúgving
á
uni-
versitetinum í Keypmanna-
havn.
Í greinini hjá PáK lesa
vit, at ein føroyingur í
Keypmannahavn skal hava
sagt við NRF:
"Fittur ert tú í hondun-
um", og til hetta svaraði
NRF: "Bátasmiður kann eg
verða, um ikki annað".
Um hetta kunnu vit lesa,
hvat Christian Bærentsen
av Sundi skrivaði í "25 ára
Minnisrit 1910 - 20 sep-
tember - 1935", sum Hitt
Føroyska Studentafelagið í
Keypmannahavn - har hann
var heiðurslimur - gav út í
1935.
Studentafelagið
hevði fingið ein føroyskan
bát. "Ein tann ídnasti á bát-
inum var Niels Finsen - og
eisini raskur at smíðja, um
okkurt var at bøta um bátin.
Eg hitti hann ein dagin - tað
var nøkur ár seinni -í
støðni, hann sat og smíðaði
í bátinum, og eg segði við
hann: fittur ert tú í hond-
unum! Hann svaraði mær
aftur: Á ja, snikkari kann eg
kanska verða, um ikki
annað". Í somu grein fáa
vit at vita, at í 1881 - 1883
búði CB á Regensini í
Keypmannahavn saman við
Thomas Thomsen, Niels R.
Finsen og Jakob Jakobsen.
Christian Bærentsen var
amtmaður her í Føroyum
frá 1897 til 1911, løgtings-
formaður og høgt virdur
dómari og formaður í
landsrættinum.
Tað stóra bílætið í "Ská-
anum" av Niels R. Finsen
saman við 6 starvsfeløgum
er rættiliga sigandi soleiðis
at skilja, at hóast eingin
upplýsing hevði verið um
nøvnini á teimu 7 monn-
unum, hevði tað borið til at
peikað á NRF, tí á myndini
situr hann við hendur í
favn.
Hetta at sita ella standa
hendur í favn, tá ið bílæt
skal takast, er serføroyskt
eyðkenni: Skipsmanningar,
ítróttarfólk o.o. ella ein-
staklingar: Jóannes Paturs-
son, Mads Andr. Winther
o.o. favn. - Hetta fyribrigd-
ið avmyndar miðvísa per-
sónmensku og als ikki hetta
at gera seg upp, sum onkur
vil halda.
Fyri nógvum árum síðani
virkaði ein serlækni í
húðsjúku í Klaksvík. Hann
æt Lomholt, og mær er
fortalt, at hann var abba-
sonur Niels R. Finsen. Pápi
hansara - navnframur pro-
fessari í húðsjúku, Svend
Lomholt, giftur við dóttir
NRF - skrivaði bókina
"Niels R. Finsen, En Bio-
grafi"
í
1943.
Mánamorgunin
19.
í
h.mð. hevði "Góðan morg-
un Føroyar" í útvarpinum
eina samrøðu millum ein
lektara á fróðskaparsetrin-
um og ein vert hjá ÚF, og
evnið var: "Hvussu kunnu
vit forða fyri at ung fara í
útlond at lesa? - Hann náði
okkum !
Tvær ferðir um dagin
kunnger Sjónvarp Føroya ,
at "Atlantic Airways stuðlar
veðrinum".
Hesir almennu stovnar
áttu at greitt okkum deyði-
ligu frá, hvussu flogfelagið
er komið í samband við
yvirnatúrligar loftbornar
kreftir við stuðli til veðrið.
Og tað í eini tíð, hvar
orðið "stuðul" er degrad-
erað og skýggjað av okkara
politikarum.
Heðin Mortensen
ÍSF-forseti
Í viðmerking til týsdagsút-
gávuna av Sosialinum legg-
ur Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, undirritaða undir at
siga ósatt í málinum um út-
lendsku ítróttafólkini. Hann
boðar frá, at ÍSF hevur verið
við í viðgerðini av málinum
um útlendsku ítróttafólkini.
Hetta er bara ikki satt.
Ítróttasamband Føroya
havur havt tveir fundir við
landsstýrismannin í inn-
lendismálum, Jógvan við
Keldu. Tó hevur talan ikki á
nakran hátt verið um sam-
ráðingar ella eina roynd at
finna loysnir, men bert um
einvegis kunning frá lands-
stýrismanninum. Sjón fæst
fyri søgn, tí ongar av at-
finningunum hjá Ítrótta-
sambandi Føroya eru tiknar
til eftirtektar.
Landsstýrismaðurin hev-
ur gjørt ítróttinum greitt, at
hann ikki vil boyggja seg
longur enn so, at ítrótturin
skal gjalda í minsta lagi 60
prosent av einari arbeiðara-
løn til útlendsku ítrótta-
fólkini. Og her er knív-
skorið, tí tað megna ítrótt-
arfeløgini ikki.
Seravtala ella politiskt
alibi?
Tað tykist løgið, at lands-
stýrið roynir at samráða seg
til eina verri avtalu enn
hana, ið stóð landsstýrinum
í boðið fyri jól. Fyri fýra
mánaðum síðani var ein
seravtala fyri ítróttafólk
fingin upp á pláss, ið einki
nevndi um tey 60 pro-
sentini.
Samfelagsbúskaparligu
grundgevingarnar
hjá
landsstýrismanninum eru
longu afturvístar av samfel-
agsfrøðingum. Útlendsku
ítróttafólkini eru so fá, at
tey ikki hava stórvegis
ávirkan á føroyska arbeiðs-
marknaðin, so har skal ikki
leitast eftir einari orsøk til
jánkasliga útlendingapolit-
ikkin, ið nú skal rekast í
Føroyum.
Orsøkirnar til ynski um
at fáa ein verri avtalu eru
ivaleyst at finna í øðrum
samanhangi. Tað er greitt,
at landsstýrismaðurin í inn-
lendismálum als ikki hevur
flutt seg í málinum.
Um landsstýrismaðurin
ger eina 60 prosents avtalu
við danir, kann hann við
góðum rætti siga, at hann
hevur gjørt eina seravtalu
fyri ítróttafólk. Men sam-
stundis veit hann fullvæl, at
tey 60 prosentini hava tann
ynskta virkningin, at eingi
útlendsk ítróttafólk verða at
síggja í okkara kappingum í
fótbólti, hondbólti og flog-
bólti ella øðrum ítrótta-
greinum í framtíðini.
Eggjar til »kreativar«
loysnir
Tað frættist, at ítróttafeløg
kring landið royna at bjarga
sær undan forfylgingini
sum frægast, í samráð við
lokalt vinnulív og komm-
unurnar.
Tað tykist margháttligt,
at landsstýrismaðurin við
lógarmálum skal verða
tann, ið við ætlaðu avtaluni
skal eggja til kreativar
»loysnir«.
Hetta átti at fingið klokk-
urnar at ringt onkunstaðni,
at feløg - longu áðrenn av-
talan er gjørd teirra vegna -
royna at finna loysnir, so
tey kunnu sleppa uttan um
avtaluna hjá landsstýris-
manninum í lógarmálum.
At landsins myndugleik-
ar við sjuskutum og hálv-
lidnum lógararbeiði vilja
kroysta ítróttafeløgini so
hart, er ikki til at skilja, tí
tað er púra óneyðugt, tá tey
í nógvar mátar eru nóg illa
kroyst frammanundan.
Og enn verri ber til at
skilja, at landsstýrið í hes-
um máli hevur gjørt nakað
til ein trupulleika, ið als
ikki var tað frammanundan
- enntá sum eitt skálkaskjól
fyri at loysa málið.
Ítrótturin einki
uppskot sæð
Ítróttasamband Føroya hev-
ur ikki enn sæð nakað upp-
skot til seravtalu á økinum.
Vanligur siður er annars, at
uppskot til møguligar avtal-
ur verða send avvarðandi
pørtum til hoyringar.
Málið er óformliga um-
røtt við løgmann í øðrum
høpi, men tað stendur fast,
at eingin fundur hevur verið
við løgmann um hetta mál.
Hóast tað hevur gingið
sum rótasúpan, at landsstýr-
ismaðurin í innlendismálum
einsamallur stendur aftan
fyri herferðina móti út-
lendsku
ítróttafólkunum,
boðaði løgmaður sunnudag-
in í Útvarpi Føroya frá, at at-
gerðin hevur eitt samt lands-
stýri aftan fyri seg.
Sostatt er líkt til, at út-
lendingapolitikkurin
hjá
landsstýrismanninum
við
innlendismálum hevur eina
greiða politiska semju aftan
fyri seg. Tað er einki minni
enn hugstoytt, tí hetta fortel-
ur bara, at bæði einstakling-
ar og flokkar innan lands-
stýrissamgonguna hava kúv-
ent í málinum og nú reka
heilt annan politikk, enn
væntandi var av teimum.
Politisk semja um at forfylgja ítróttinum?
FORDØMING
Amnesty International
Amnesty fordømir í dag
ógvuliga hvassliga álopið
í Basra í gjáramorgunin,
sum kravdi minst 58
mannalív, flestu teirra
børn sum vóru á veg í
skúla.
Vitleys álop sum hetta
avdúka fullkomiliga vant-
andi virðing fyri mest
grundliggjandi
manna-
rættindunum – rættinum
til lív. Í ringastu meldur-
tíðini
mikumorgunin
brustu fleiri bumbur sam-
stundis tætt við tríggjar
politistøðir í Basra og
nærindis politiskúlanum í
Zubair. Tveir skúlabussar,
sum
koyrdu
framvið,
vórðu raktir.
Tey, sum skipaðu fyri
bumbuatgerðini,
mugu
koma fyri rættin fyri heilt
klárt at peika á, at tey sum
fremja slíka brotsgerð
ikki sleppa snikkaleys.
Stríðið í Irak krevur alt
fleiri sivil offur. Vantandi
trygd avmarkar gerandis-
dagin hjá hvørjum einasta
iraka, og einhvør kann
verða dripin av vitleysu
álopunum.
Týsdagin
vórðu 22 fangar dripnir,
tá ið ein granat brast í
Abu Graib fongslinum
vestan fyri Bagdad. Meira
enn 600 fólk, teirra mill-
um fleiri kvinnur og børn,
vórðu dripin í tí hersetta
býnum Falluja. Støðan hjá
teimum sivilu í Falluja er
ógvuliga
ótrygg,
og
Amnesty ber ótta fyri, at
tey sivilu aftur fara at
enda mitt í stríðnum, og at
tann humanitera van-
lukkan versnar, um tað
ikki verða gjørd munagóð
tiltøk fyri at forða hesum.
Amnesty: Børn offur
í stríðnum
C
M
Y
K
11
10