Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 77 - 23. apríl 2004 Nr. 77 - 23. apríl 2004 13 UTTAN ÚR HEIMI Sjey dómarar og fimm ákærar eru til- nevndir til rættar- málið ímóti fyrrver- andi irakska forset- anum. Men tað er iva- samt, um rættarmálið yvirhøvur verður veruleiki RÆTTARMÁL Árni Joensen fartekst@mail.dk Nú er avgjørt, hvør skal døma fyrrverandi irakska forsetan, Saddam Hussein, og hvørjir ákærarnir verða. Men tað hevur vakt ans, at tað var ikki irakska stjórn- arráðið, sum kunngjørdi nøvnini á dómarum og ákærum, sjálvt um tað var stjórnarráðið, sum í de- sember í fjør ásetti, hvussu rættarmálið skal skipast. Amerikanska tíðinda- stovan AP skrivaði í gjár, at tað var ein serlig nevnd hjá stjórnarráðnum, sum gjørdi av, hvør skal ákæra, og hvør skal døma Saddam Hus- sein. Tað visti AP frá at siga frá einum talsmanni hjá Iraqi National Congress. Hetta er ein felagsskapur, sum varð stovnaður í 1992, og sum hevur verið fíggj- aður úr USA síðani. For- maður í INC er Ahmed Chalabi, og ovasti dómarin í Saddam-málinum er systkinabarn hansara, Sa- lem Chalabi, sum hevur amerikanska løgfrøðiút- búgving. Í Irak verður ikki hildið, at rættarmálið ímóti Sad- dam Hussein byrjar hesu- megin 30. juni, tá her-set- ingarvaldið eftir ætlanini skal lata einari irakskari stjórn valdið í landinum. Samstundis ivast fleiri í, at tann komandi stjórnin fer at góðtaka teir dómararnar, sum eru settir at døma fyrr- verandi forsetan. Síðani Saddam Hussein varð tikin í einari holu í desember, hevur hann verið til avhoyringar. Kemur hann fyri rættin, kann hann verða skuldsettur fyri brot á altjóða lóg um fólkadráp, brotsverk ímóti mannaætt- ini og krígsbrotsverk. Amerikanski forsetin heldur, at altjóða samfelagið eigur at takka ísraelska for- sætisráðharranum fyri afturtøkuna úr teimum palestinsku økjunum ÍSRAEL Árni Joensen fartekst@mail.dk - Allur heimurin átti at sagt: "Takk, Ariel. Nú fáa vit ein møguleika at fara undir at skipa eitt friðarligt pale- stinskt ríki". Orðini eigur amerikanski forsetin, George W. Bush, og tey fullu, tá hann fyrra- kvøldið hitti amerikanskar blaðútgevarar, sum fingu at vita frá forsetanum, at teir høvdu ikki gjørt nóg mikið burtur úr vælvildini hjá Sharon. Í tí arabiska heiminum eru leiðararnir í øðini inn á Bush, tí hann hevur treyta- leyst hevur sagt seg stuðla ísraelsku avgerðini at taka seg aftur úr Gaza og pørt- um av Vestara Áarbakka. Tey arabisku londini vísa á, at sambært ætlanini hjá Sharon leggur Ísrael ein part av Vestara Áarbakka undir seg, samstundis sum palestinsk flóttafólk enda- liga missa øll rættindi til at venda heimaftur. Palestinski forsætisráð- harrin, Ahmed Qurie, sendi fyri nøkrum døgum síðani Bush eitt bræv, har hann biður forsetan hugsa seg um eina ferð afturat. Queri vísir á, at avgerðin hjá Bush at styðja ætlanina hjá Sharon stríðir ímóti tí politikki, sum USA hevur rikið í Miðeystri í mong ár. - Tá ognartøkan av økj- unum á Vestara Áarbakka verður tikin við, er aftur- tøkan úr Gaza ikki ein søguligur møguleiki, sum tygum vil vera við, men heldur eitt fongsul, skrivar Qurie í brævinum til Bush. Stjórn fremur yvirgang ST leggur nú sudansku stjórnina og uppreistrarmenn, sum stjórnin stuðlar, undir at fremja yvirgang ímóti svørtum afrikanarum í landslutinum Darfur. - Okkara sendimenn hava staðfest fleiri grov brot á altjóða mannarættindini. Nógv av tí, sum sendi- menninir sóu, kann lýsast sum yvirgangur, krígsbrots- verk og brotsverk ímóti mannaættini, stendur í einari frágreiðing, sum ST almannakunngjørdi í gjár. Frágreiðingin varð løgd fram á einum fundi í geneve, har serfrøðingar hjá ST umrøða viðurskiftini í Sudan. Sendimenninir, sum hava verið í Sudan, skriva í frágreiðingini, at altjóða samfelagið eigur at seta eina kanningarnevnd at kanna tað, sum hendir í Darfur. Seinasta árið hava bardagar verið ímillum stjórnar- herin og uppreistrarmenn í Darfur. Uppreistrarmenn- inir vilja vera við, at stjórnin í Khartoum vanrøkir tann blóðfátæka landslutin. Umleið 10.000 fólk eru deyð í bardøgunum, og fólk í tíggjutúsundatali eru flýdd til grannalandið Tjad. Umrøða rættindi Hægstirættur í USA viðger í hesum døgum, um amerikanska stjórnin hevur rætt til at taka øll annars lóglig rættindi frá fangunum í Guantanamo. Ein av dómarunum í hægstarætti, John J. Gibbons, segði fyrradagin, at stjórnin hevur onga heimild til at taka tey lógligu rættindini frá fangunum. Hann segði, at tað ber ikki til at stevna fólki í einum króki ella einum skýmaskoti fyri at sleppa undan galdandi rættarreglum. Amerikanska stjórnin hevur tikið øll lóglig rættind- ini frá teimum umleið 600 fangunum í Guantanamo. Teir vórðu tiknir í krígnum í Afghanistan og hava sambært mannarættindaferlagsskapum og øðrum tey rættindi, sum Geneve-sáttmálin tryggjar krígsfang- um. Sekstan av fangunum hava biðið hægstarætt taka støðu til, um myndugleikarnir hava heimild til at taka øll lóglig rættindi frá teimum, og tað er hetta málið, sum hægstirættur nú viðger. Tólv av teimum sekstan fangunum eru úr Kuwait, tveir eru úr Bretlandi og tveir úr Avstralia. Vilja hava fólkaatkvøðu Nú Tony Blair hevur gjørt av at lata bretar taka støðu til ta ætlaðu ES-grundlógina við einari fólkaatkvøðu, eru týskir politikarar farnir at krevja, at tað sama verður gjørt í Týsklandi. Fleiri leiðandi limir í teirri konservativu andstøðuni krevja fólkaatkvøðui um ES-grundlógina, og sam- bært týskum fjølmiðlum taka nógvir limir hjá Teim- um Grønu undir við hugskotinum. Teir Grønu sita í stjórn saman við sosialdemokratunum, og teir vilja ikki hoyra talan um fólkaatkvøðu. Týsku sosial- demokratarnir taka undir við grundlógini, og Gerhard Schrøder, kanslari, hevur sagt, at tað verður ein vanlukka fyri ES, verður grundlógin ikki sett í verk. Schrøder hevur kortini fyrr sagt, at ber tað ikki til at sameina alt Evropa, kann tann parturin, sum vil, sameinast, og hevur hevur hann serliga hugsað um Týskland og Frakland. Men hesum hugsunarháttinum er uttanríkisráðharrin, Joschka Fischer, ímóti. Norðmenn drekka meira Hagtøl hjá norsku rúsdrekkasøluni vísa, at fyrsta ársfjórðing í ár keyptu norðmenn sjey prosent meiri brennivín enn í sama ársfjórðingi í fjør. Í sama tíðar- skeiði er vínsølan hækkað átta prosent. Ráðgevin hjá rúsdrekkasøluni, Jens Nordahl, sigur við blaðið VG, at rúsdrekkasølan hevur ongantíð selt so nógv vín sum nú. Hann heldur orsøkina vera, at fólk hava meiri pengar um hendur, og at rúsdrekka- sølan hevur fingið fleiri deildir afturat hetta seinasta árið. Samstundis vísir tað seg, at norðmenn keypa meiri brennivín og vín í Svøríki nú enn fyri einum ári síðani, samstundis sum alt fleiri norðmenn fara til Danmarkar og Finnlands at keypa rúsdrekka. Óvissa um rættarmálið ímóti Saddam Hussein Heimurin eigur at takka Sharon Saddam Hussein. Tað er minni enn so vist, at hann yvirhøvur kemur fyri rættin Mynd: Reuters Bush, forseti, heldur, at altjóða samfelagið eigur at takka Ariel Sharon fyri afturtøkuna úr Gaza og pørtum av Vestara Áarbakka. Mynd: Reuters NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 23. apríl fyllir Torleivur Hoydal 60 ár. Torleivur er uppvaksin í Havn og fór sum ungur í læru hjá Òlavi Rasmussen sum elektromekanikari. Hann varð avlærdur í 1965. Àrið eftir tók hann maskin- prógv frá Føroya Maskin- skúla. Leiðin gekk síðani til Danmarkar at nema sær meira kunnleika innan hetta øki, og gjørdist hann maskinverkfrøðingur við skipsverkfrøði sum ser- grein frá Odense Teknikum í 1971. Í Odense hitti hann Jane, og tey giftust í 1970. Tey eiga børnini Marjun og Mass. Innan fyrisiting tók Tor- leivur merkronomútbúgv- ing, og varð hann liðugur á sumri 1975. Sínar fyrstu praktisku royndir innan verkfrøðina gjørdi Torleivur á Lindø skipasmiðjuni, sum var ein stór skipasmiðja um hetta mundið. Í 1975 fór Tor- leivur at arbeiða fyri Sø- fartsstyrelsen. Føroyar hava altíð ligið hjarta Torleivs nær, og í 1977 kom hann heimaftur. Hann fór at starvast sum skipaeftirlitsmaður, og frá 1982 sum leiðari á Skipa- eftirlitinum í Føroyum. Við yvirtøkini av Skipa- eftirlitinum, valdi Torleivur at starvast sum eftirlits- maður aftur. Mong álitistørv hevur Torleivur røkt millum ár og dag, m.a hevur hann sitið í Prísráðnum frá 1982 - 1997. Metingarmaður hjá Realinum frá 1984, og hevur hann somuleiðis sitið í ymiskum arbeiðsbólkum og nevndum. Í frítíðini hevur seyður og bøur hansara áhuga. Torleivur er fittur í hondunum, og alt handaligt arbeiði er væl úr hondum greitt. Samfelagviðurskifti hava altíð havt hansara áhuga. Hann fylgir hann væl við á hesum økinum og vil fegin skifta orð um hesi viður- skifti. Vit fara at ynskja Torleivi hjartaliga tillukku við føðingardegnum, sum verður hildin saman við vinum og skyldfólki. Arnhold Jespersen 90 ár Í dag, 23. apríl, fyllir Arnhold Jespersen í Trongisvági 90 ár. Arnhold er føddur í 1914 í Trongisvági, sonur Eliesar Jespersen, vanliga nevndur Eliesar á bedingini og Janu, fødd Simon av Tvøroyri. Arnhold var bert 6 ára gamal, tá mamma hansara doyði frá trimum børnum, tey vóru Erland, Ethel og Arnhold. Erland doyði ungur, Ethel doyði fyri mongum árum síðani, eisini vóru tveir synir, sum doyðu sum smádreingir. Eliesar giftist aftur við Hansinu, ættað úr Hovi. Tey fingu tvey børn, Olgu, sum doyði fyri nøkrum árum síðani, og Jarmund, sum býr í Havn. Eisini tóku Eliesar og Hansina Åga Olsen av Tvøroyri til fosturs. Hann doyði seinasta ár. Arnhold giftist í 1940 við Paulu, fødd Olsen av Tvør- oyri. Hon fyllir 85 ár í juni og eru tey bæði nokk tað næstelsta parið í býnum. Tey eiga fimm børn, Martin, sum býr í Trongisvági, Jan býr í Havn, Poul, sum búði í Froðba, doyði í 1980, bert 32 ára gamal. Rutt býr á Tvøroyri og Noomi, sum eisini býr á Tvøroyri. Arnhold og Paula eiga fjúrtan abba- og ommubørn og 8 lang- abba- og langommubørn. Sum ungur var hann í Grønlandi við Ananu. Síðani hevur hansara lívsstarv verið sum skipasmiður á bedingini í Trongisvági, og hann er nokk einasti skips- timbrari, sum er eftir á lívi á Tvøroyri. Eitt tíðarskeið í 60-unum var hann við til at byggja støðina í Mjørkadali. Hann var eisini við til at byggja saltsiloina og keiina á Drelnesi og keiina á Tvøroyri í 50-unum. Hansara stóri áhugi er urtagarðurin og á hvørjum ári standa blómurnar so vakrar og prýða til gleði fyri tey, sum ganga framvið. Honum verður ynskt hjartaliga tillukku við degnum og Harrans signing á lívskvøldinum. Fjølbroyttur maður fyllir 60 ár Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Súsanna Joensen ættað úr Skálavík, búsitandi í Havn andaðist í heiminum hjá dóttrini í Ølsted í Danmark 20. apríl, 81 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju sunnudagin kl. 14.00 Fyri tey avvarðandi Børnini Tey, ið ynskja at lata blómur ella krans kunna ístaðin lata eina peningagávu til Føroya Felag móti Krabbameini Fríggjakvøldi 16. apríl 2004 helt Dekksølan "Super Dekk" ein kunningarkvøld - eitt "seminar" um dekk á Hotel Føroyum fyri innbodnum viðskifta- fólki TÍÐINDASKRIV Fyrst var ein góður biti eitin, og til borðhaldið var undirhald og skemt við frá- líka skemtaranum Hera Simonsen. Síðan kunnaðu sølustjórin og tekniski stjórin hjá GoodYear um nýggja og kollveltandi regndekkið "HydraGrip" frá GoodYear, sum er sera væl egnað til føroysk viður- skifti. Motorblaðið hjá FDM skrivar um HydraGrip í sín- um seinasta blaði (Motor nr. 4 apríl 2004): "FDM hevur roynt nýggju dekkini, og tey hava týðiliga megna at standa betri føst á vátum vegi. Bilurin við Hydra- Grip dekkunum stóð púra fastur meðan bilurin við hinum dekkunum fór ein metur til síðuna. Fyrsti partur av kvøldin- um endaði við, at eitt gávukort á 6.000 kr til eina uttanlandsferð var burtur- lutað. Kvøldið endaði í Bowl- inghøllini, har kappast var um eitt sett av dekkum og tvey gávukort. Kvøldið var, sum vera man, bæði áhugavert og undirhaldandi, og fólk vóru sera glað fyri at vera við. Super Dekk-kvøld Tøkk Hjartans tøkk øll tit, ið á ymiskan hátt mint- ust meg á sjeytifimm ára degnum. Harrin signi tykkum. Blíðar heilsanir Malla Fríðrikur Bláhamar bjóðar vælkomin til Super Dekk-kvøldið Fríðrikur Bláhamar handar Símin Jákupi Hansen høvuðsvinningin Dagurin 23. apríl. Georgius, deyður umleið ár 300. Halgi- søgan sigur, at hesin kristni riddarin feldi ein dreka og bjargaði kongsdóttrini har í staðnum. Hann varð seinni tikin av døgum fyri trúar sakir. Dagurin er valdur til almennan skótadag um allan heim. Grikska navnið merkir hann sum dyrkar jørðina. C M Y K 13 12