Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 23. apríl 2004 15 - Tess fleiri umsit- ingar, vit fáa kring landið, jú minni pen- ingur verður eftir til tænastur til tey gomlu og veiku. Tað er púra burturvið at halda, at neyðugt er við meira enn eini umsiting til 45.000 fólk, sigur bygdaráðsformaðurin í Sjóvar kommunu, Eivind Jacobsen. Hann sigur seg hava hampiliga gott álit á Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almannamálum, men einki álit á Jógvani við Keldu, lands- stýrismanni í komm- unumálum, sum hann heldur ikki er uppgávu sína vaksin SAMANLEGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú tríggjar kommunur í Eysturoy, Skála kommuna, Oyndarfjarðar kommuna og Elduvíkar kommuna, hava gjørt av at leggja sam- an við Runavíkar komm- unu, hava vit spurt Eivind Jacobsen, bygdaráðsfor- mann í Sjóvar kommunu, um ytsta kommunan á vest- ursíðuni á Skálafjørðinum hevur umhugsað at leggja saman við Runavíkar kommunu. - Nei, vit hava ikki skilt, at stemningur er fyri at leggja Sjóvar kommunu saman við aðrari komm- unu. Eingin tosar um sam- anlegging í okkara komm- unu, og ongar samráðingar hava verið í so máta. Eivind væntar tó, at so- leiðis, sum gongdin er, gongur ikki long tíð, til Sjóvar kommuna við lóg verður løgd saman við hin- um kommununum á Skála- fjørðinum. - Ja, tað er ikki óhugs- andi, at øll Eysturoyggin verður ein kommuna, áðrenn langt um líður. Sjálvur væntar bygda- ráðsformaðurin, at lands- stýrið fyribils er nøgt við gongdina, sum nú er, har fleiri kommunur í oynni sjálvbodnar hava tikið stig til samanleggingar. - Um eini fýra ár ella so, vænti eg, at í minsta lagi Skálafjørðurin verður ein kommuna – fyri ikki at siga, at øll Eysturoyggin verður savnað í eini komm- unu. Verri tænasta Hann sigur, at hetta er ein avleiðing av, at sosiala økið verður lagt út til kommun- urnar at umsita. - Men eg skilji slett ikki hesa gongd og taki als ikki undir við henni, tí hetta verður eftir mínum tykki ein nógv verri loysn fyri borgaran. Eivind rópar ætlanina at leggja sosiala økið út til kommunurnar at umsita "eina óluksáliga stóra skandalu", tí heldur enn at hava eina umsiting á sosiala økinum, skulu vit nú hava fleiri umsitingar, sum verða nógv dýrari fyri borgaran. - Tað er heilt burtur við at halda, at Føroyar við 45.000 borgarum krevja meira enn eina sosiala um- siting. Tess fleiri umsiting- ar, vit fáa kring landið, jú minni peningur verður eftir til tænastur til tey gomlu og veiku. Hann vísir á, at tá ið landið ikki megnar at um- sita hetta økið og veita eina nøktandi tænastu, verður økið lagt út til kommunur- nar at umsita. Pengar, pengar… - Men vit skulu minnast til, at sosiala økið snýr seg um pening og bara pening. Tá ið landið ikki eigur meira pening at brúka, og komm- unurnar heldur ikki hava neyðugu fíggjarligu ork- una, er ikki meira at brúka. Eivind ásannar, at al- mennu Føroyar hava verið seinar á sjóvarfallinum, og haraftrat hevur ivaleyst ikki verið hildið, at neyðugt hevur verið við hægri tæn- astustøði enn tí, vit hava havt. - Eg havi alla tíðina hild- ið, at seinasta samgongan á hesum øki hevði eina so- nevnda "kreativa bókfør- ing". Málið var at hanga sosiala økið um hálsin á kommununum, soleiðis at landskassans roknskapur fekst betur at hanga saman. Vit kunnu siga, at lands- stýrið hevði brúk fyri 120 krónum, men hevði bara tær 100. Restin varð løgd yvir á kommunurnar – utt- an mál og mið. Bygdaráðsformaðurin vísir á, at sosiala økið fer at krevja nógv av kommunun- um, tí talan er um nógvan pening og torskildar lógir, sum skulu umsitast av ser- frøðingum, um skil skal verða í. - Eg síggi tað, sum tað reina tvætl og undanførslu at leggja sosiala økið út til 7 ella 9 ymiskar umsitingar kring landið. Bygdaráðsformaðurin vísir á, at tær kommunur, sum eru rigast fyri fíggjar- liga, hava flest gomlu at taka sær av og tær komm- unurnar, sum eru best fyri fíggjarliga, siga seg ikki vilja hava útjavningarskatt. - Í mínari verð hanga argumentini slett ikki sam- an, sigur hann. Ikki format Eivind sigur seg hava hamiliga gott álit á Hans Paula Strøm, landsstýris- manni í almannamálum og væntar, at hann er maðurin, sum hugsar seg um tvær ferðir, áðrenn hann tekur sínar avgerðir. Hann heldur, at tað, sum Hans Pauli fyritekur sær á sosiala øki- num, verður gjørt í góðari meining. - Men Jógvani við Keldu, landsstýrismanni í komm- unumálum, havi eg einki álit á. Eg haldi ikki, at hann hevur format at vera lands- stýrismaður. So einfalt er tað, sigur bygdaráðsfor- maðurin í Sjóvar komm- unu, Eivind Jacobsen. At leggja sosiala økið út til kommunurnar: Nógv verri fyri borgaran - Tað er heilt burtur við at halda, at Føroyar við 45.000 borgarum krevja meira enn eina sosiala umsiting. Tess fleiri umsitingar, vit fáa kring landið, jú minni peningur verður eftir til tænastur til tey gomlu og veiku, sigur Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður í Sjóvar kommunu - Eg vænti, at tað, sum Hans Pauli Strøm fyritekur sær, verður gjørt í góðari meining, men Jógvani við Keldu havi eg einki álit á. Hann hevur ikki format til at vera landsstýrismaður. So einfalt er tað, heldur Eivind Jacobsen 15 14 Nr. 77 - 23. apríl 2004 OM hevur nú yvirtikið Logos Hope og hevur tí brúk fyri fólki at hava vakt umborð frá komandi sunnudegi og umleið tvær vikur fram. Í tí sambandi verður ein kunningarfundur um vakt- arhald leygardagin 24. apríl kl. 14 umborð á Logos Hope sum framvegis liggur í Nordhavnini. – Vit vilja heita á øll, bæði kvinnur og menn, um at koma. Tað eru ongi serlig førleikakrøv sum krevjast, og tað er eitt serligt ynski um, at kvinnur skulu koma við, Operation Mobilisa- tion í tíðindaskrivi. Á fundinum fer Bitten Schriver frá OM at greiða frá, hvat tað inniber at vera vakt, og aftaná vera køkur og kaffi at fáa. – Áhugað verða biðin um at senda ein teldupost til Arna Johansen á arne_jo- hansen@yahoo.com. Um onkur kundi hugsað sær at verið vakt, men ikki kann koma leygardagin, verður tú eisini biðin um at senda ein teldupost til Arna, siga tey. Logos Hope liggur í Kalkbrænderihavnen, Nord- havnen. el Vaktarhald umborð á Logos Hope C M Y K 14