Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 77 - 23. apríl 2004 Nr. 77 - 23. apríl 2004 17 – Tíverri endar alkoholpolitikkurin á arbeiðsplássum ofta bert sum eitt pappír í einum ringbindi, tí ongin átekur sær at fremja hann í verki. Vit hava skyldu til at dagføra og brúka okkara vitan um mis- nýtslu og viðgerð, so ikki fleiri lagnur fara fyri skeytið, tí ongin tordi at siga nakað, sigur Carl August Arge, leiðari á við- gerðarstovuni Brúgvin í Havn. Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Carl August Arge er alko- holráðgevi við serútbúgv- ing í viðgerð fyri afturfalli. Hann hevur arbeitt á við- gerðarstovnum uttanlanda í mong ár, fram til 2001, tá hann setti viðgerðarstovuna Brúgvin á stovn í Havn. Viðgerðin á Brúnni er ein heildarviðgerð, ið ásannar, at misnýtsla er ein sjúka, ið rakar menniskju bæði likamliga, sálarliga, anda- liga og sosialt. Misnýtsla - ein sjúka Carl August arbeiðir út frá tí støði, at misnýtsla er ein sjúka og tí skal viðgerðast hareftir. Fyri at meta um, hvørt talan er um mis- nýtslu, nýtir Carl August diagnosuskipanina hjá WHO, ið lýsir 6 sjúkueyð- kenni fyri misnýtslu. - Nógv fólk vita als ikki av, at tey eru misnýtarar. Tað halda seg kanska drekka nakað nógv, men av tí at tey framvegis hava arbeiði og familju, meta tey ofta ikki, at talan er um nakran viðgerðarkrevjandi trupulleika. Tey eru líka nógv ávirkaði, sum øll onnur, av vanligu fatanini av, hvat ein misnýtari er: Ein, ið hevur mist arbeiði, familju og heim og nú gongur og vinglar á gøtuni. Hendan fatanin er ikki bara skeiv. Hon hevur eisini við sær, at alt ov nógvir misnýt- arar koma ov seint í við- gerð. Fyrr raknaðu læknar og onnur ofta ikki við, fyrr enn livurin hjá misnýtaran- um var farin. Tá tað hendir, er misnýtslan komin so langt, at viðgerðin ofta verður ógjørlig, sigur Carl August. Áðrenn nøkur viðgerð hjá Carl August byrjar, hevur hann fleiri samrøður við sjúklingin fyri at stað- festa ella útiloka sjúkuna. At útiloka sjúkuna er líka avgerandi, so sjúklingurin ikki kemur í skeiva við- gerð. Viðhvørt snýr tað seg meir um sálarligar trupul- leikar, har skaðilig nýtsla er ein partur av sjúkini, men ikki sjálv sjúkan. Tí átekur Carl August sær eisini at ráðgeva fólki í, hvussu tey fáa ta sefrøðingarhjálp, teimum tørvar. Vansar við stovnsviðgerð Tann siðbundna og fram- vegis mest vanliga viðgerð- in fyri misnýtslu er stovns- viðgerð, og hon krevur, at sjúklingurin býr á stovn- inum í einar 4-6 vikur ella meir. Carl August ásannar, at summi eru so illa fyri, at teimum tørvar stovns- viðgerð og tað læknaliga eftirlitið, tey fáa har. Hinvegin vísir hann á fleiri vansar, sum kunnu gera tað óneyðuga trupult hjá sjúk- linginum at koma út ímill- um fólk aftur. - Tað er ikki ov nógv sagt, at tað er lutfallsliga lætt at halda seg edrúan, meðan ein er í stovnsvið- gerð. Umhvørvið á stovnin- um er so væl vart, at sjúk- lingurin ongantíð kemur í støður, har hann skal velja, um hann skal rúsa seg ella ikki. Við at kvetta sam- bandið við familju, vinir og arbeiðspláss sleppur sjúk- lingurin eisini undan at taka støðu til viðurskifti ella spurningar, sum stinga seg upp hjá øllum vanligum fólkum við einum vanlig- um lívið. Misnýtarar hava oftast ein ótrúligan egin- leika til at lata eyguni aftur fyri veruleikanum, og eg haldi ikki, at vit skulu stimbra hendan eginleika við at stongja veruleikan úti fyri tey - uttan so at tað er alneyðugt. Ein misnýtari, ið hevur verið avbyrgdur frá umheiminum í ein mánað ella meir, skal næstan byrja á berum, tá hann kemur útaftur og verður tí ofta serliga viðkvæmur fyri øll- um tí, sum kann hótta hansara edrúskap, heldur Carl August. Lækkar gáttina til viðgerð Drúgvar royndir hava sann- ført Carl August um, at ambulant viðgerð fyri mis- nýtslu gevur bestu úrslitini. Fyri tey flestu er tað eitt stórt stig yvirhøvur at hýsa tankanum um, at tey eru misnýtarar, og gáttin inn á ein viðgerðastovn tykist ofta ómenniskjaliga høg. - Fyri nógv er tankin um at vera meir ella minni av- byrgdur frá umheiminum ræðandi, og tey hava kanska heldur ikki møgu- leika at taka "frí" frá ar- beiði og familju so leingi, sigur Carl August. Við ambulantari viðgerð lækkar gáttin til at fáa hjálp mun- andi. Sjúklingurin býr framvegis heima og kann samstundis vera um sína familju og røkja sítt arbeiði hálva tíð. Viðgerðin verður soleiðis ein partur av ger- andisdegnum, og hetta merkir, at tað, sjúklingurin lærir seg í viðgerðini, kann hann beinanvegin brúka á arbeiðsplássinum og heima. Umvent kunnu ymsir trupulleikar, sum stinga seg upp í arbeiðinum ella familjuni, beinanvegin takast upp í viðgerðini. Hetta sambandi millum teori og praksis er sera virðismikið, tá eitt menn- iskja skal broyta atburð, máta at loysa trupulleikar og fatan av umheiminum. At forða fyri afturfalli Carl August hevur ta sann- føring, at eitt eyðkenni fyri misýtslu er, at tað er ein sjuka, sum lætt brýtur út aftur. Hetta er tað, vit van- liga kalla "at detta útí aftur", og oftast lasta vit misnýtaranum sjálvum fyri ikki at hava nóg sterkan vilja til at gerast edrúur. - Vanligt er, bara at geva misnýtaranum somu við- gerð umaftur og umaftur við tí úrsliti, at hann til endan missur móti. Og tað er ikki so løgi, tí afturfall krevur eina heilt aðra við- gerð. - Tað er ein stór misskilj- ing, at ein misnýtari dettir útí aftur, tá hann tekur tað fyrsta glasið. Tá er hann longu sálarliga langt síðani byrjaður aftur at rúsa seg - tað er bert ein spurningur um tíð. Her á stovninum nýta vit tí eina serliga kognitiva viðgerð, har øll orkan verður brúkt uppá at kortleggja og handfara tey ávaringartekin, sum boða frá, at nú er misnýtarin á veg útíaftur og annars ar- beiða við tí, sum forðar honum í veruliga at gerast frískur, sigur Carl August. Samstarv Í fleiri førum samstarvar Brúgvin eisini við aðrar stovnar. Tað kann vera ein barnavernd, ið hevur sent eina mammu ella ein pápa í viðgerð sum lið í einum størri arbeiði, har ein familja skal fáast á føtur aftur. Ella eitt arbeiðspláss, ið fegin vil varveita eitt av sínum starvsfólkum, sum hevur fingið trupulleikar Tað ringasta er onki at gera Viðgerðarstovan Brúgvin bjóðar: • Professionella meting av tíni støðu. • Viðmæli um einstak- linga viðgerðarætlan. • Ambulanta viðgerð • Serviðger fyri tey, ið hava verið fyri aftur- falli. • Familjuviðgerð. • Hjálp við avrúsing • Viðgerð í smáum bólkum. • Eftirviðgerð í 1 ár. Avbygdarfólk hava møguleika at gista í húsinum. FAKTA Drúgvar royndir hava sannført Carl August Arge um, at ambulant viðgerð fyri misnýtslu gevur bestu úrslitini við rúsdrekka ella rúsevn- um. - Í hesum førum verður ein avtala gjørd millum stovnin, sjúklingin og okk- um, har vit boða hvør øðr- um frá broytingum í atburði og úrslitum annars, soleiðis at samstarvið og viðgerðin allatíðina verða dagførd og tillagað. Hetta kann bara lata seg gera, av tí at sjúk- lingurin er í ambulantari viðgerð. Tað ringasta er onki at gera Carl August virkar eisini sum ráðgevi í Fyribyrging- arráðnum, barnaverndum, og á arbeiðsplássum - At nógv arbeiðspláss og fyritøkur nú hava ein alkoholpolitikk er eitt stórt framstig. Men tíverri endar hesin politikkur ofta bert sum eitt pappír í einum ringbindi, tí fólk ikki vita, hvussu hann skal fremjast í verki. Tað hevði bøtt mun- andi um støðuna, um arbeiðspláss valdu eitt starvsfólk, sum virkaði sum lyklapersónur, tá tekin um misnýtslu gera vart við seg. Viðkomandi skuldi sloppið á skeiðir, har hann lærir at taka trupulleikan upp við starvsfelagan, áðrenn tað er ov seint. - Misnýtsla er ein tann størsti heilsutrupulleikin í vesturheiminum. Og ein av orsøkunum er uttan iva, at vit hava dugað so illa at sett orð á hesa sjúku og hava ikki vitað, at tað ber til at gerast frískur. Tað vita vit nú, og hesa vitan hava vit skyldu til at dagføra og brúka, so at fleiri manna- lagnur ikki fara fyri skeytið, tí ongin tordi at siga nakað. Tað ringasta tú ger - er onki at gera, sigur Carl August Arge. - Tað er politiskt ábyrgdarloysi, at ongar eftirmeting- ar verða gjørdar av føroyskum við- gerðarstovnum fyri misnýtslu. Vandin fyri, at alt hetta heilsuøkið dragnar afturúr, gerst al- samt størri, og í síðsta enda verða vit øll taparar, sig- ur Carl August Arge Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Beint fyri páskir vísti Dimmalætting á, at hóast tað tað longu í 2000 var álagt lands- stýrismanninum at áseta við lóg, hvørjir stovnar hoyra undir sjúkrahús- verkinum og á fíggjar- lógini, er onki nýtt hent í málinum. Tískil er tað framvegis ógreitt, um viðgerðarstovnarnir Blá- krossheimið og Heil- brigdið hoyra heima á fíggjarlógini, hóast teir hava staðið á henni síðani miðskeiðis í átta- tiárunum. Sambært Carl August Arge er veruligi trupul- leikin, at vit als ongan politikk hava á hesum økinum yvirhøvur. Ong- in veit rættiliga, hví Blá- krossheimið og Heil- brigdið eru á fíggjarlóg- ini, meðan ein stovnur sum Brúgvin ikki er tað, hóast hann lýkir somu treytir, sigur Carl Au- gust. Hann hevur fleiri ferðir vent sær til av- varðandi landsstýris- mann, men ongantíð fingið nakra veruliga grundgeving fyri, hví stovnarnir ikki fáa somu politisku viðgerð. - Sum støðan er nú er hon órættvís, kappingar- avlagandi og sera lítið mennandi. Sjálvur haldi eg, vit áttu at latið pen- ingin fylgt sjúklingin- um, soleiðis at sjúkling- urin sjálvur kann velja viðgerð. - Onkur hevur skilt hetta sum eina atfinning at Blákrossheiminum og Heilbrigdið. Lat meg enn einaferð sláa fast, at tað er tað ikki. Báðir stovnarnir ger eitt stórt og gott arbeiði, og eg havi onga orsøk til at siga nakað annað. - Hetta skal skiljast sum ein atfinning at okkara politisku skipan, sum als ongan politikk hevur á einum so stórum og týdningarmiklum heilsuøki. Eg fylgi væl við í tí, sum hendir, á hesum økinum í øðrum londum. Har verða við- gerðarúrslitini og við- gerðarpolitikkurin javn- an eftirmett, so at skip- anin kann dagførast. Hetta hevur ongantíð verið gjørt í Føroyum, og tí hevur skattgjaldar- in onga hóming av, hvat peningurin fer til ella hvørja nyttu, hann ger. Tær 10 milliónirnar, teir báðir stovnarnir fáa ár- liga, kunnu eisini lætt gerast ein koddi, um onki slag av eftirliti er við, hvussu tær verða brúktar. Óheftar eftirmetingar eru ein trygd fyri, at støði á viðgerðini er nøktandi. At slíkar ikki verða gjørdar er politiskt ábyrgdarloysi. Bæði tí teir longu illa staddu misnýtarnir og teirra av- varðandi eru slept uppá fjall. Og tí vit øll í síðsta enda verða taparar, sigur Carl August Arge at enda. Politiskt ábyrgdar- loysi á viðgerðar- økinum Ert tú misnýtari? Spyr teg sjálvan: Sjúkueyðkenni sambært diagnosuskipanini ICD-10 hjá WHO: • Hevur tú ofta eitt sterkt ynski um at drekka ella nýta rúsevni? • Hevur tú ofta torført við at hava tamarhald á nøgdini ella nær tíð er at gevast? • Abstinenstrupulleikar? • Tolir tú nógv av? • Víkja onnur áhugamál fyri rúsevnisnýtslu? / Tørvar tær nógva tíð at koma fyri teg aftur? • Heldur tú fram at nýta rúsevni, hóast týðiligar negativar avleiðingar og skaðiligar fylgur? Kanst tú svara ja uppá tríggjar av hesum spurningum, er mest sannlíkt, at talan er um misnýtslu. FAKTA – Tað er ein stór misskiljing, at ein misnýtari dettir útí aftur, tá hann tekur tað fyrsta glasið. Tá er hann longu sálarliga langt síðani byrjaður aftur at rúsa seg, sigur Carl August Arge C M Y K 17 16