Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 77 - 23. apríl 2004 Kropsligi nærleikin ger teg tryggari, frískari og heldur sambandinum mill- um menniskju á lívi. Enntá heims- búskapurin ávirkast positiva vegin, har menniskju røra við hvønn annan. Granskararnir skilja nú hví hetta er so HÚÐSVONGD Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Við vanligari kropskon- takt, sum at halda um og kína, framleiða vit oxy- tocin, eitt hormon og evni, ið setur likamið í gongd. Tað stýrir lívs- neyðugum funktiónum og er avgerandi fyri, at vit kunnu yvirliva. Pinkubørn, sum ikki verða hildin á, kelaði og kínd, svinna burtur og doyggja, hóast tey fáa nóg mikið at eta. Hetta vísa gamlar kanningar av barnaheimsbørnum. Ein av fremstu serfrøð- ingum í, hvussu oxytocin ávirkar menniskja, er Kerstin Unvas Moberg, professari í fysiologi. Hann sigur, at kropskon- takt er lívsneyðug. Uttan fysiskan nær- leika koma vit ikki fyri okkum og hava ongan kjans at fáa nyttu av tí, vit eta, ella gerast frísk av sjúkum. Vaksin kunnu yvirliva uttan nærleika við onnur menniskju, men í longdini er tað einki lív. Nógv eldri og einsa- møll menniskju fara í eina dvalalíknandi støðu, um eingin er, sum rørir við tey. Ein kanning, gjørd á einum bókasavni, vísti, at tey viðskiftafólk, ið fingu eina hond lagda á armin ella økslina, komu oftari aftur enn tey, ið ikki varð nomið við. Enntá, tá ið ræður um heimsbúskapin, sær út til, at tað gongur betur, har menniskjuni røra við hvørt annað. Vantandi nærleiki kann føra til fátækradømi. Paul J. Zak, ein ameri- kanskur nervafrøðingur, hevur kannað, hvussu álitið millum menniskju ávirkar framgondina í ymisku londunum. Hann sigur, at kroppskontakt skapar álit, og tá menn- iskju hava álit á hvørjum øðrum, fært tú eina góða búskaparliga menning. Eitt klapp á økslina ella massasja, kann altso gerast ein góð íløga. Í seinastu viku varð hildið skeið í Saltangará í einari viðgerð, ið nevnist Taktil Stimulering. Taktil merkir at nerta við. Tey, sum eru sjúk, skadd ella bera brek, hava serliga nógv brúk fyri at verða stimbraði gjøgnum húðina, sum er okk- ara størsta lívgagn TAKTIL STIMBRAN Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Øll hava vit brúk fyri at verða hildin um, kelaði og kínd. Men summi eru so illa fyri, at tey ikki sjálvi duga at søkja nærleika við onnur menniskju. Og tað eru júst hesi, sum allarmest hava brúk fyri tí stimbran, sum kropskontakt gevur. Í seinastu viku vóru svensku systrarnar, Birgith Grundberg og Eivor Ras- mussen og hildu eitt 5 daga skeið í tí, sum verður kallað Taktil Stimulering. Taktil stimbran er sinnis- venjing, og kann nýtast í dagligu umsorganini at styrkja heilsu og vælveru. Húðin er okkara størsta sálar- og lívgagn. Við at nerta við húðina á tilvitað- an og skipaðan hátt, verða evni útloyst í kroppinum, sum geva eina sera positiva ávirkan, serliga hjá fólki við ymiskum brekum. Einfalt og munagott Við hesi sera einfaldu við- gerð, ber til at økja um kropsfatina, styrkja immunverjuna og minka um strongd. Hetta eru bert nøkur fá av positivu árinun- um, tá strokið verður eftir húðini. Tørvurin á stimbran gjøgnum húðina økist við sjúku, skaða og breki. Tað er Lív Joensen, heilsusystir við Runavíkar skúla, ið tók stig til at skeiðið varð hildið í Før- oyum. Á skeiðnum luttóku, sjúkrasystrar, lærarar, peda- gogar og stuðlar, sum dag- liga arbeiða við fólki, ið bera brek. Lív las um hesa viðgerð í blaðnum, Sygeplejersken. Síðani kannaði hon møgu- leikan at sleppa á skeið og søkti um stuðul frá Ser- námsdeplinum, sum játtaði. Tað vóru 8 luttakarar á skeiðnum, ið varð hildið í húsunum hjá Eldrafelag- num Nón í Saltangará. Tey skulu øll upp til roynd í juni. Tá tey hava verið til roynd og kunnu kalla seg, Berøringspedagogar, hava tey loyvi at nýta hesa við- gerð. Vilt tú vita meira um hesa einfaldu og munagóðu viðgerð, far so inn á, www.beroring.se Kela og kín ella doyrt tú Kropsligur nærleiki, kelan og kínan eru lívsneyðug skal menniskja trívast Hendur sum lekja og linna Í seinastu viku vóru svensku systrarnar, Birgith Grundberg (t.h.) og Eivor Rasmussen og hildu eitt 5 daga skeið í tí, sum verður kallað Taktil Stimulering Á skeiðnum luttóku, sjúkrasystrar, lærarar, pedagogar og stuðlar, sum dagliga arbeiða við fólki, ið bera brek. Skeiðið varð hildið í húsunum hjá Eldrafelagnum Nón í Saltangará Nr. 77 • fríggjadagur • 23. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Drúgt leikbann til landsliðsskiparan Óli Johannesen fær eftir øllum at døma leikbann í tveir dystir eyka fyri reyða kortið, sum hann fekk á Toftum í steypakappingini LEIKBANN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur ikki gingist nak- að serligt hjá landssliðs- skipara okkara, Óla Jo- hannesen, higartil hetta kappingarárið. Einki er at ivast í, at hann meira enn nakar annar er maðurin, sum TB setir álitið á, nú teir enn einaferð miðja eftir fyrstudeildarfótbólti, men higartil hevur tó verið so sum so, hvussu nógv teir hava fingið nýtt hann. TB hitti tvær ferðir B68 í kappingini um løgmans- steypið, og báðu ferðirnar endaði Óli dystin áðrenn liðfelagarnir, tá hann hevði fingið ostaskorpuna frá dómarunum. Eftirfylgjandi hevur hetta so merkt, at hann ikki hevur verið á vøllinum í teimum báðum dystunum, sum TB hevur leikt móti ÍF, og nú røkist fyri, at TB eisini má vera skiparan fyri uttan í teimum báðum fyrstu dystunum í landskappingini. Minst tveir dagar eyka Mikudagin hevði kapp- ingarnevndin hjá FSF fund, og millum málini, sum tá vórðu viðgjørd, var eisini eitt, har støða skuldi takast til, hvørt dómarafráboðanin úr dystinum, B68-TB, skuldi viðføra eitt longri leikbann enn tað, sum longu er sitið. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa staðfest enda- liga úrskurðin í málinum, men sum vit hava skilt tað, so verður talan í øllum før- um um tveir dystir afturat tí dystinum, sum Óli longu hevur sitið yvir. TB leggur fyri í lands- kappingini á flaggdegnum, tá teir hava heimadyst móti B71, áðrenn teir í næsta umfarinum vitja hjá B36. Vegna leikbann hevur Óli Johannesen bert leikt fýra av seks dystum í bólkaspælinum í steypakappingini, og seinna av hesum leikbannum verður nú longt við í øllum førum tveimum dystum Ljósið sýnir fram í Trongisvági Flaggdagin fer Fim- leikafelagið Ljósið at hava framsýning í ítróttarhøllini í Trongisvági FIMLEIKUR tíðindaskriv Framsýningin byrjar kl. 14.30 og varar væntandi ein tíma. Felagið ætlar við hesum bæði at geva suðuroyingum og egnu íðkarum eina uppliving. Liðini, ið eru við, umboða bæði eitt úrval av íðkara- skara og fimleiki felags- ins, men aldursliga eru tey frá stórum børnum til vaksin, og er tað tí, at hóast størsta íðkarafjøldin er niðanfyri tíggju ár, so er tað ikki bara sum at siga tað at fara á sjógvin við so nógvum óvitum. Ein onnur orsøk til úr- valið er, at felagið er so stórt (700 limir), at um øll skulu við, so verður tað ein størri verkætlan, - og ein marathon-framsýning er lítið áskoðaravinalig. Ístaðin so heldur felagið seg tora at lova fimleik á høgum stigi, tí ein stóran part av framsýningini fara íðkarar, sum fyrr í ár hava luttikið í ávikavíst stór- kapping og FM í amboðs- fimleiki at vísa sín dugnaskap. Tað kann líka skoytast uppí, at øll stórkappingarliðini fingu heiðursmerki, harav tvey vunnu FM; og amboðs- íðkararnir eru heldur ikki sørir, flikk-flakk, salto, spagat, splitt, gongu á hondunum og myllu á bitanum er nakað av tíð, tær klára. Vónir um góða undirtøku Hugskotið til eina slíka framsýning kom lutvíst tí, vit hugsaðu, tað var stór synd, at ikki fleiri skuldu sleppa at síggja kynstur, brøgd og í heilatikið flotta fimleikin, sum íðkararnir hava lagt so stóra orku í farna veturin; har afturat er tað eisini stuttligt fyri almennu fimleikaliðini at sleppa at sýna fram meira enn ta einu ferðina, sum annars er tað vanliga. Vit vóna bara, suðuroyingar gleðiliga taka undir við tiltakinum, tí so koma vit kanska aftur. Hesaferð noyðast teir so ikki av oynni - onkuntíð kemur fjallið til Móses. Sum nakað heilt nýtt, fer Fimleikafelagið, Ljósið, nú út at ferðast við fimleikinum C M Y K 19 18