fríggjadagur 23. apríl 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 23. apríl 2004
21
Føroysku hondbólts-
kvinnurnar fóru hós-
dagin til Danmarkar,
har tær fram til týs-
dagin fara at fyrireika
seg til Italiu-ferðina
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Challenge-Trophy
kapp-
ingin, sum í ár verður hildin
í Italia, byrjar mikudagin,
og beint undan fráferðini
hevði hondbóltslandsliðið
tíðindafund
á
Sunset
Boulevard, sum eisini er
høvuðsstuðul hjá liðnum.
Fimm dagar til fimm
dystir
Og eingin ivi er um, at
kvinnurnar veruliga sleppa
at royna seg ferðini. Teir
fimm dagarnar, sum kapp-
ingin varar, skulu tær spæla
fimm dystir, og bara tað í
sjálvum sær er helst ein
sera stórur biti hjá leikar-
um, sum eru vanar við ein
og tveir dystir um vikuna.
Umframt Føroyar eru
londini í okkara bólki Ísra-
el, Letland og Belgia, og
fyrstu tríggjar dagarnar er
so talan um dyst móti
hesum londum.
Síðani veðrur leikt um
plaseringarnar á tann hátt,
at tey bæði fremstu liðini í
hvørjum bólki spæla hálv-
finalu, og síðani verður tal-
an sjálvsagt um finalu og
bronsudyst.
Tey bæði niðastu liðini í
bólkinum spæla so eisini
dystir sínamillum, fyri síð-
ani at lata vinnararnar av
hesum dystum spæla um
5/6 plássið, meðan tapar-
arnir spæla um 7/8 plássið.
Vit fingu okkum eisini
eitt prát við Anniku Ljós-
stein, sum er ein av leikar-
unum á føroyska liðnum,
og tó at hon ikki kennir so
nógv til komandi mótstøðu-
liðini, so duldi hon ikki
fyri, at tað er við spenningi,
at tær fara undir upp-
gávuna.
– Vit vita snøgt sagt einki
um hini liðini, so tað er
trupult at gera sær nakra
fatan av, hvat mál vit skulu
seta okkum. Vit hava roynt
at leita á alnetinum og
aðrastaðni, men tað einasta,
sum vit hava funnið, eru
liðmyndir av ymsu liðun-
um, so vit vita, hvussu
troyggjurnar síggja út. Og
so tykist tað eisini, sum um
talan er um rættiliga ung
lið. Fyri tey flestu er í øll-
um førum galdandi, at talan
er um leikarar, sum eru
føddar í 80’unum, men
nógv meira enn tað vita vit
so ikki.
– Men vit eru so samdar
um, at vit skulu gera okkara
allarbesta. Fyrst og fremst
ræður tað um at stríðast av
øllum alvi, so úrslitið gerst
tað best møguliga, og so
kunnu vit eisini troysta
okkum við, at hini londini
neyvan heldur vita tað heilt
stóra um okkum.
Kontra
Spurd, hvørt tær eisini hava
gjørt sær nakrar tankar um,
hvussu spælistílurin hjá
liðnum skal vera, sigur
Annika, at tað hava tær eina
heilt greiða fatan av.
– Vit eru sera fáar á liðn-
um, sum eru veruligir bak-
spælarar, so tað nógva av
álopsspælinum má koyra
yvir vengurnar. Her haldi
eg eisini, at vit hava nakrar
sera kvikar og rennisterkar
leikarar, so tað verður við
denti á eina sterka verju og
kontraspæl, at okkara spæl
skal koyra.
Og við fimm dystum upp
á fimm dagar ræður kanska
eisini um at spara upp á
ymsu leikararnar?
– Sjálvandi. Tað er so
nakað, sum vit ikki hava
roynt fyrr. Vit hava vant
sera nógv og hart síðani
landskappingin endaði, so
vit halda okkum hava fyri-
reikað okkum best møgu-
ligt, men tað verður ongan-
tíð tað sama, sum at spæla
dystir. Tá rokni eg veruliga
við, at tað fer at merkjast í
hvørjum einasta vødda í
kroppinum, men tað mugu
vit so bara taka við. Spenn-
andi verður tað so undir
øllum umstøðum, heldur
Annika Ljósstein at enda.
Kvinnulandsliðið
fór avstað
FCK og Brøndby stevna ímóti
finaluni
Leikluturin hjá Toda
Jónsson gjørdist ikki
stórur, tá ið FCK á
heimavølli tók risafet
ímóti steypafinaluni,
sum verður Kristi
himmalferðardag
DANSKA
STEYPAKAPPINGIN
Jóannes Hansen
Tað skal spælast tvær ferðir
trý korter um fjúrtan dagar.
Bæði í Aalborg og í Od-
ense. Tað er framvegis
møguleiki fyri, at heima-
liðini í aðru viku - AaB og
OB - fara at røkka finaluni.
Eftir fyrru hálvfinalurnar,
sum vórðu spældar miku-
kvøldið, bendir kortini
nógv á, at tað fara at verða
tvey tey størstu og hesi
seinastu árini mest vinn-
andi feløgini í Danmark,
sum Kristi himmalferðar-
dag í Parkini fara at hittast í
steypafinaluni.
Brøndby megnaði ikki at
vinna á heimavølli. Tað var
eitt væl lakari úrslit, enn
tað var sunnudagin, tá ið
teir á heimavølli vunnu 4-0
ímóti AaB. AaB var aftur
hesa ferð mótstøðuliðið,
men úrslitið gjørdist eitt
heilt annað.
Kortini er tað mest sann-
líkt, at Brøndby fer at vinna
plássið í hálvfinaluni, tá ið
liðini hittast aftur í Aal-
borg. Brøndby var støðugt
omaná mikukvøldið. Eisini
í 2. hálvleiki, tá ið teir vóru
undirmannaðir. Liðformað-
urin og verjuálitið, Per
Nielsen, varð dygst undan
steðginum rikin av vøll-
inum. Dómarin vísti honum
reyða kortið, tí hann hevði
hevnt seg ímóti AaB álops-
spælaranum, David Niel-
sen, sum hann bæði sunnu-
dagin og allan 1. hálvleik
mikukvøldið hevði havt
fleiri samanbrestir við. At
David Nielsen, sum er fyrr-
verandi liðfelagi hjá Toda
Jónsson í FCK, ikki er
populerur í Brøndby hoyrd-
ist alla tíðina, og serliga í 2.
hálvleiki góvu áskoðararnir
til kennar, hvussu lítið teir
hildu
um
kropssterka
mannin.
Í Danmark verður mett,
at Brøndby fer at megna at
skjóta mál á útivølli. Tað
plaga teir altíð at gera. Um
teir fara at megna tað, so
verður neyðugt hjá AaB at
vinna. Avrikini sunnudagin
og mikukvøldið bendu ikki
á, at teir verða førir fyri tí.
Góður hugburður
FCK venjarin, Hans Backe,
hevði mánadagin kravt av
sínum spælarum, at teir í
hálvfinaluni mikukvøldið
vístu heilt øðrvísi hugburð,
enn teir gjørdu í 2. hálvleiki
ímóti AB sunnudagin. Um
dysturin endar 3-3, og
spælararnir hjá mær hava
arbeitt tað, sum tað eigur at
verða roknað við, at teir
megna, so verði eg betri
nøgdur, enn um teir vinna
og ikki hava víst tann
hugburðin, sum teir eiga at
gera, segði venjarin.
FCK vann 3-1, og teir ar-
beiddu við lív og sál ímóti
OB, sum ikki var komið í
Parkini fyri at goyma seg í
og kring egnan brotsteig.
Tað vóru verjuspælarar-
nir hjá FCK, sum vóru í
miðdeplinum. Vongverjin í
høgr, Ole Tobiasen, fekk
brotsspark, tá ið vísarin
hevði verið hálva aðru ferð
runt. Fyri triðju ferð á rað
var tað Álvaro Santos, sum
fekk fulla úrtøku úr ellivu
metrum.
Dygst
undan
steðginum javnaði Miti.
Hetta var avgjørt ikki sam-
bært spælbýtinum. Eftir
steðgin økti vongverjin í
vinstru, Peter Christiansen,
sum varð skiftur inn eftir 1.
hálvleik. Síðsta málið skor-
aði fyrrverandi OB spælar-
in, Lars Jacobsen, av brots-
teigarmarkingum í vinstru
og í sonnum Henry stíli.
Eftir steðgin varð hann
fluttur av vongverjanum og
fram á miðvøllin.
Todi bíðaði leingi
Álvaro Santos og Jesper
Bech vóru í FCK álopinum.
Serliga Jesper Bech tiltusk-
aði sær onkrar møguleikar,
uttan at tað eydnaðist hon-
um at fáa mál. Todi Jónsson
kom á vøllin fyri Hjalte Bo
Nørregaard, tá ið tað rest-
aðu sjey minuttir. Eina ferð
átti Todi at havt fingið
møguleikan. Hann spurtaði
frá verjuni, men Jesper
Bech valdi at royna úr tjúgu
metrum heldur enn at
stinga fram ímillum.
Sunnudagin fer FCK at
spæla á heimavølli ímóti
Herfølge. Tá verður Álvaro
Santos leikbannaður. Tí
kann roknast við, at Todi
fer at fáa størri leiklut, enn
hann hevði mikukvøldið.
– Eg hevði roknað við at
byrja á beinkinum, og eg
haldi, at vit hava góða
útgangsstøðu undan seinnu
hálvfinaluni, sigur Todi
Jónsson á heimasíðu síni.
Landsliðs-
hópurin
Málverjar
Helena Dam Poulsen
Tomma Petersen
Fríða Petersen
Útileikarar
Nicolina
Eyðbjørnsdóttir
Anna Kristina Samson
Anna Mari Káradóttir
Katrin á Neystabø
Annika Ljósstein
Joan M. Djordjevic
Simona Hansen
Gurið Mortensen
Bára Skaale Klakstein
Lív Sørensen
Una Olsen
Gunnleyg Berg
Heidi Maria Akselsen
Venjarar: Svein Rógvi
Nielsen & Flemming
Raben
Annika Ljósstein sigur seg at kalla einki kenna til hini liðini í kappingini, men bæði hon og
liðfelagarnir tykjast tó sera uppsettar til ferðina
Mynd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 77 - 23. apríl 2004
C
M
Y
K
20
Katastrofalt
Rógvi Jacobsen er vanliga
eitt av dyggastu álitunum
á HB-liðnum, men eins
og hinir á liðnum mátti
hann ásanna, at hetta ikki
var teirra dagur.
– Teir vóru bara nógv
meira klárir til dystin, enn
vit vóru. Ikki tí vit undir-
mettu teir, tí vit hava jú í
steypakappingini
leikt
tveir tættar dystir móti
teimum, men tað gekk
bara ikki hjá okkum.
– Serliga á miðvøllin-
um høvdu vit ilt við at
finna hvønn annan, og
eftir at teir skora, tora vit
als ikki at spæla.
– Alt í alt, so haldi eg, at
hatta var ein katastrofal
byrjan hjá okkum. Tað ger
tað óneyðuga tungt, men
vit bara royna at koma
víðari. Enn eru so 17
umfør eftir, helt Rógvi
Jacobsen, tá vit fingu
orðið á hann eftir dystin.
-jm
Málið er
óbroytt
Var lagið ringt í HB-leg-
uni eftir dystin, so var
rómurin í skiftingarrúm-
inum hjá Skála øgiligur.
Ikki minst mundi gleðin
vera serliga stór um, at
sigurin var meira uppi-
borin enn heppin, og júst
hetta tóktist miðvallar-
skiparin hjá liðnum, Pauli
G. Hansen, eisini at fegn-
ast um eftir dystin.
– Vit hava vant nógv
við at lata bóltin koyra á
liðnum, og tað haldi eg
gekk væl í dag.
– Kanska var veðrið
eisini til fyrimuns fyri
okkum, men eg haldi meg
tosa fyri allar, tá
eg sigi, at vit
trúu
upp
á
uppgávuna. Tað
má
man
sjálvandi altíð
gera, hóast tað
ikki altíð riggar,
men í dag rigg-
aði tað so.
Sjálvur hevði
Pauli eisini eina
perlu av einum
máli, og eftir
dystin
mátti
hann ásanna, at
hann hevði rakt
l e ð u r k ú l u n a
óvanliga væl.
– Tað er so ikki
hvønn dag, at eg
raki bóltin so-
mikið væl. Har
var nakað av vindi, so eg
helt tað var bara at royna,
og eg fái so ikki sagt
annað, enn at eg rakti
hann væl.
Og nú eru tit eisini
fremstir í deildini. Er tað
nakað, sum tit ætla at
venja tykkum við?
– Tað hevði nú ikki ver-
ið so galið, men málið hjá
okkum er framvegis tað
sama. Fyrst og fremst at
halda okkum omanfyri
strikuna, og síðani at ota
okkum upp móti miðjuni,
helt altso Pauli G. Hansen
at enda.
Púrasta óvæntað -
men fult uppiborið -
vann Skála ein uppi-
bornan 3-1 sigur á
føroyameistarunum
úr HB, tá hol varð sett
á fótbóltslandskapp-
ingina mikukvøldið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tey bæði árini, sum Skála
higartil hevur verið í bestu
deildini, hava teir bíða
leingi eftir fyrsta sigrinum.
Fyrsta árið var liðið fram-
vegis sigursleyst undan
teimum trimum seinastu
umførunum, men við trim-
um sigrum á rað fingu teir
kortini lyft seg upp um
niðurflytingarstrikuna.
Í fjør var bíðitíðin tó stytt
niður til níggju umfør, áðr-
enn teir aftur máttu bíða til
seinastu tríggjar dystirnar,
sum enn einaferð bjargaðu
liðnum.
Nú er tó vent í holuni.
Skála vann nevnliga longu í
fyrstu royndini í ár, og
soleiðis kunnu teir í øllum
førum fram til sunnudagin
smyrja seg við heitinum
sum einsamalt oddalið.
At sigurin so eisini var á
føroyameistarunum úr HB,
man ikki gera smakkin á
Skála verri. Og hóast talan
var um ein óvæntaðan sig-
ur, so var hann fult uppi-
borin.
Vindur á Skála
Veðrið var ikki nakað ser-
ligt mikukvøldið, og tað er
einki at taka seg aftur í, at
nógvi vindurin darvaði
gestunum
meira
enn
heimaliðnum.
Og vindurin átti eisini sín
stóra leiklut í, at Skála
longu eftir fáum minuttum
legði grundarlag undir sen-
satiónini, tá Bárður Daniel-
sen skoraði úr 40 metrum.
Og so var tað av álvara,
at munur kom í dystin. Eitt
er, at vindurin kanska darv-
aði spælinum nakað, men
soleiðis sum leikur gekk
fyri seg, so skuldu tað helst
verið gestirnir, sum vóru
fegnari um hetta, tí annars
hevði vandi verið fyri, at
leiðslan í hálvleikinum
hevði verið væl meira enn
tey bæði málini, sum Skála
fekk fyri steðgin.
Óskipað HB-spæl
Ikki minst var tað hugvekj-
andi at síggja, hvussu stór-
ur munurin var í skipanini
av spælinum hjá báðum lið-
unum. Ein av heilt avgjørdu
styrkjunum hjá HB hesi
bæði gullárini hevur verið,
at liðið í at kalla øllum lut-
um hevur verið betri skipað
enn mótstøðuliðið, men so-
leiðis var ikki á Skála.
Serstakliga hevði HB al-
stórar trupulleikar á mið-
vøllinum. Ein miðvøllur,
sum við Kára Nielsen, Rúni
Nolsøe, Martin Christensen
og Rógva Jacobsen átti at
verið tann kanska sterkasti í
landinum. Her eydnaðist
liðnum hvørki at halda
breidd ella djúpd í hvørki
spæli ella trýsti, og tað lætti
munandi um umstøðurnar
hjá Skála at spæla.
Teir fingu við hesum
oftani lætt spæl, tá HB-
álopini skuldu haldast í
skák, og í veruleikanum
hevði HB bert eitt veruligt
álop fyri steðgin, tá Heine
Fernandez mátti síggja sín
stútara verða bjargaðan av
einum væl spælandi Igor
Bjarni Kostic í Skála-
málinum.
Men kanska enn týdning-
armiklari var, at Skála
sjáldan hevði nakrar trupul-
leikar við at spæla sær und-
an HB-trýstinum. Serliga
var tað her ein trupulleiki
fyri HB, at Rógvi alla tíðina
søkti inn móti miðjuni, og
tí var tað mest sum hvørja
ferð nóg mikið hjá Skála at
skifta móti høgru, fyri at
sleppa undan trýstinum.
Eyðkendur stílur
Og so skal tað heldur ikki
forsmáast, at Johan Nielsen
nú í eitt ár hevur havt
ábyrgdina av Skála. Væl
skipað spæl í bæði álopi og
verju hevur altíð verið vøru-
merki hansara, og í flyting-
unum á vøllinum sást nakað
av tí aftur, sum í 90’unum
gjørdu GÍ til sterkasta liðið í
landinum. Við at skjóta
breiddina á miðvøllinum,
varð pláss ofta skapt til álop
upp gjøgnum síðurnar, og tá
HB nú hevur skift landsins
tryggastu miðverju út við
eina sera unga av slagnum,
so kundi tað nærum ikki
ganga væl.
Og tað gjørdi tað so ikki.
Pauli G. Hansen økti til 2-0
við brakandi langskoti, og
tó at HB var nær við í onkr-
ari frísparksroynd, so tóktist
Skála væl og virðiliga at
standa mát eftir steðgin.
Ikki minst tí venjarin hevði
sent teir langt fram á vøllin
at trýsta ímóti vindinum,
heldur enn at pakka seg nið-
ur í egnum brotsteigi við
eftirfylgjandi vanda fyri
trunkaspælið í trý korter.
Seinastu 20 min. eydnað
ist tó HB at skapa eitt trýst.
Skála hevði nú kanska eisini
mist luftina, og tá Heine
Fernandez minkaði eftir
óbeinleiðis fríspark, fór av
álvara at standa á.
Fleiri ferðir spurdust eis-
ini vandastøður í Skála-
brotsteiginum av hesum,
men málið kom ikki, og so
hendi tað, sum so ofta hend-
ir í slíkum førum. HB tveitti
í yvirtíðini alt fram, og so
fekk Skála sparka bóltin
fram til kvika Jonhard
Frederiksberg. Hann rann
seinasta HB’aran av, og tá
hann so sendi millum
beinini á Pól N. Joensen, tók
fagnaðurin kring vøllin
ongan
enda.
Skála
er
oddalið í bestu deildini, og
sjálvt um tað kanska ikki
heldur alt árið, so kann
eingin taka gleðina um støð-
una her og nú frá teimum.
Skála-HB 3-1 (2-0):
Sensatión á Skála
Dysturin í tølum
Skála-HB 3-1 (2-0)
1-0: Bárður Danielsen, 13
2-0: Pauli G. Hansen, 28
2-1: Heine Fernandez, 77
3-1: Jónhard Frederiksberg, 90
Skála: Igor Bjarni Kostic – Bárður Danielsen, Arnhold
Berg, Dusan Jaic, Iulian Florescu – Hanus Thorleifsson,
Pauli G. Hansen, Nenad Stankovic, Alexandur Johansen
(Rúni Rasmussen, 78.) - Jónhard Frederiksberg, Eugen
Marian Stanciu (Bogi Gregersen, 78.)
HB: Pól N. Joensen – Hallur Danielsen (Hendrik
Rubeksen, 82.), Rasmus Nolsøe (Rókur av Fløtum
Jespersen 65.), Vagnur M. Mortensen, Janus M. Joensen
– Kári Nielsen, Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Rógvi
Jacobsen – Heine Fernandez, Heðin á Lakjuni
Gul Kort:
Skála: Dusan Jaic, 36., Iulian Florescu, 82.
HB: Rasmuse Nolsøe, 55., Heine Fernandez, 63.
Dómari: Suni Johansen. Kom sera væl frá uppgávuni.
Ikki minst, tá hugsað verður um, at vit enn eru komin so
stutt ávegis í kappingarárinum.
Illa skipaða HB-spælið hevði við sær, at Skála sjáldan hevði trupulleikar við at spæla seg úr
trupulleikunum
Mynd: Álvur Haraldsen