Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Tað er ikki bara tann dagligi túrurin við hundinum, sum ger gott, tí nýggj gransking vísir eisini, at tann, sum hevur hund, er í minni vanda fyri at fáa strongd enn hini. Rætt skal vera rætt. Tað er ikki fyrstu ferð, at kanningar eru komnar til ta niðurstøðu, at tað er gott fyri fólk at hava hund. Men í einari nýggjari frágreiðing kenna granskarar hjá amerikanska hjartafelagnum seg so sann­ førdar, at teir tora at koma við einum almennum til­ mæli: Fá tær hund, og tú ert í munandi minni vanda fyri at fáa hjartasjúkur. Teir amerikonsku gransk­ ararnir siga, at tann dagligi túrurin við hundinum stóran týdning, men teir vísa eisini á tað sterka sambandið mill­ um hundin og eigaran. Bara tað, at hundurin er saman við eigaranum, doyvir kensl­urnar, sum eru knýttar at strongd, og gevur betri hjarta­rútmu. Granskararnir ásanna, at kanska er tað so, at tað ofta eru fólk við góðari heilsu, sum fáa sær hund, men teir siga, at tað eru fleiri grei­ ðar ábendingar um, at hús­ djór eru viðvirkandi til at avmarka vandan fyri hjarta­ sjúkum. At fólk kunnu fáa gagn av at vera saman við hundi og øðrum húsdjórum er ikki nakað nýtt. Longu í 17. øld brúktu sjúkrahúsini hundar til at menna ta sosialu tilveruna hjá teim­ um sálarsjúku, og aftan á bumbu­atsóknina í Boston herfyri vórðu servandir hund­ar brúktir til at ugga fólk. Hundur verjir ímóti hjartasjúkum og strongd Fólk, sum hava húsdjór, serstakliga hund, hava betri heilsu enn hini Fólk, sum eru fødd blind, minast betri enn fólk, sum síggja, og betri enn fólk, sum hava sjónina, tá tey verða fødd, menn missa hana seinni. Tað er niðurstøðan í einari kann­ ing hjá University of Bath í Bretlandi. Í kanningini sluppu lut­takararnir at hoyra eina røð av orðum, og aft­ an­á skuldu teir so siga, hvat teir høvdu hoyrt. Tað vísti seg, at tey, sum vóru fødd, blind, mintust fleiri orð. Hini mintust færri orð og komu við orðum, sum ikki vóru lisin fyri teimum. – Eitt gamalt hebraiskt orðafelli sigur, at blind eru tær mest álítandi keld­ urnar, og tað sær eisini út til at vera rætt. Nú verður spennandi at síggja, um blind frameftir verða rokn­að sum meiri álítandi vitni í kriminalmálum, sig­ur læknin Michael Pro­ ulx, sum var við til at gera kanningina. Blind hava betri minni