Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi sum fáa móður­merkja­ krabba, aftur minkað, eftir at hava verið í vøkstri fyri nøkr­um árum síðani. Jákup N. Olsen sigur, at hann kann ikki prógva tað, men hann ivast ikki í, at sólin, hevur ein leiklut í hes­ um. - Føroyingar halda kanska ikki, at sólin í Føroyum er so sterk, men tað er skjótt at vera lumpaður, tí tað vit eru umgyrd av sjógvi, og vatn endur­speglar sólina og ger, at til­samans verður ávirkanin av sólini rættiliga sterk. - Tí skulu eisini vit í Før­oy­ um vísa fyrilit og um­hugsni, tá ið vit eru úti í sólini. - Og so er tað sjálvandi eisini solarium, sum hevur eina ávirkan, serliga hjá ung­ um fólki, sum eru serliga føl­ in fyri sól. - Tí mælir Krabbameins felag­ið framvegis ungum frá at leggja seg undir solarium. - Vit hava leingi virkað fyri at fáa eina lóg í Føroyum, sum bannar ungum undir 18 ár­um at brúka solarium og vit vóna framvegis, at hon kem­ur, sigur formaðurin í Kra­bba­meins­felagnum. - Krabbamein í húð­ini og krabbamein í bløðru­háls­kertl­ inum eru nógv tey van­lig­astu sløgini av krabba­meini. Av teimum 234 før­oy­ ingunum, sum fingu krabba­ mein í fjør, fingu 41 krabba­ mein í bløðru­háls­kertli­num og 43 fingu krabba­mein í húðini. Men sum sagt omanfyri, ber rættiliga væl til at bøta munandi um støðuna við um­hugsni í sambandi við sól og solarium og við at lata lækn­an taka eina blóðroynd við jøvnum millumbili. Støðug tøl Hjá kvinnum er bróst­krabbi, van­ligasta krabbaslagið, men talið á teimum, sum fáa bróstkrabba er rætti­liga støð­ugt, tí hesi sein­astu sjey ár­ini eru ímill­um 20 og 25 til­ burð­ir stað­festir um árið. Lungnakrabbi er eisini eitt tað mest vanliga slagið av krabbameini. Eisini tað talið liggur rættiliga støðugt, tí hvørt ár fáa ímillum 10-15 føroyingar staðfest lungna­ krabba. Tølini fyri undir­lívs­ krabba eru bara skrásett sein­astu fimm árini, men tøl­ ini eru ójøvn. Í 2008 vóru 16 tilburðir av undir­lív­skrabba skrásettir, men árið eftir vóru teir 26 í tali. Koppseta dreingir fyri krabbamein Formaðurin í Krabba­meins­ felagnum, fegnast um, at í fjør fingu eisini gentur og kvinn­ur úr 12 ár, upp í 27 ár, til­boð um at verða koppsett ímóti lívmóðurhálskrabba. - Næsta stigið er at taka støðu til um eisini dreingir eiga at fáa tilboðið um ókeyp­ is koppseting fyri HPV, tí tað kann eisini verja teir ímóti fleiri sløgum av krabbameini. Sjálvur ivast Jákup N. Olsen, at framyvir fara eisini dreing­ir at fáa tilboð um kopp­seting fyri HPV. - Í løtuni verður arbeitt við at menna eitt kopp­ setings­revni til dreingir og tá ið tað er klárt at taka í nýtslu, er eingin ivi í mínum huga­ heimi um, at eisini dreingir eiga at fáa tilboð um ókeypis kopp­seting. Eitt ynski Jákup N. Olsen sigur, at fremsta ynsk­ið hjá Krabba­ meins­felag­num, er at allar kvinn­ur yvir ein ávísan aldur, fáa tilboð um regluligar kann­ing­ar bróstkrabba. Talið á kvinnuum í Før­ oy­um, sum fáa bróst­krabba, er rættiliga høgt, okkurt árið eru tær omanfyri 30 um árið. - Í nógvum londum fáa kvinnur tilboð um reglu­lig­ a­r kanningar og tað er av­ gjørt eitt, vit vilja, at eisini føroyskar kvinnu skulu fáa, sigur formaðurin í Krabba­ meins­felagnum. Í hesum sambandi verður mælt til, at kvinnur ímillum 50 og 69 ár lata seg kanna reglu­liga. - Tað er eitt mál, Krabba­ meinsfelagið hevur virkað fyri í nógv ár og tað er eisini eitt mál, politiski myndug­ leik­in í fleiri ár hevur sagt veg vilja seta í verk. Bjargar mannalívum Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, ivast onga løtu í, at áhaldandi arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum at upplýsa um sjúkuna, viðgerðir og fyribyrging, hevur bjargað nógvum mannalívum ymisk sløg av krabbameini. Men onnur tiltøk, hann hugs­ar um, er at banna ung­um undir 18 ár at brúka solari­um, at avmarka nýtslu­na av rúsdrekka og, ikki minst, at banna royking í Før­oyum. - Vit taka av fullum huga und­ir við, at tað í longdini skal vera bannað at roykja í Før­oy­um, sigur Jákup N. Olsen. Hann staðfestir, at fleiri lond hava sett sær sum aðal­ mál at verða fullkomiliga royk­frí um nøkur ár. - Tað er avgjørt eisini eitt mál, vit eiga at seta okkum, sigur formaðurin í Krabba­ meins­felagnum. - Tað er eitt mál, Krabba­ meinsfelagið leingi hevur trýst á at fáa framt og at for­ boð­ið um royking á al­menn­ um støðum kom, tá ið tað kom, er eitt úrslit av trýsti frá Krabbameinsfelagnum, ann­ars hevði tað ikki komið tá. Hann heldur slett ikki, at tað er veruleikafjart. Tað er bara at hugsað um, hvussu nógv hugburðurin til royk­ ing er broyttur hesi seinastu árini, sigur hann. Ikki ósamdur Karsten Hansen, lands­ stýris­maður í heilsumálum, er ikki ósamdur í, at tað er rætt at gera eina nýggja krabb­a­meins­ætlan. - Vit hava eitt ógvuliga gott samskifti við Krabba­ meinsfelagið, tí tey duga tað sjáldama kynstrið at halda í oyruni á politiska myndu­g­ leikanum, men á ein posi­tiv­ an hátt. - So so tá ið tey føra nakað fram, lurta vit altíð við áhuga, sigur Karsten Hansen. Hann er eisini samd­ur í, at tann næsta krabba­meins­ æt­lanin eigur at leggja størsta dent­in á fyribyrging. Landsstýrismaðurin sigur, at allur hesin spurn­ ing­ur­in verður tikin upp í summ­ar og í heyst, tá hann fer at leggja eina frágreiðing um at nýskipa heilsuverkið fyri Løgtingið at hava aðal­ orða­skifti um. Hvat uppleggið verður, vil hann einki siga um, tí nú sita fakfólk og snikka tað til og hann vil ikki siga nakað, fyr­enn hann hevur hoyrt allar part­ar. Men ein høvuðstáttur verður at leggja størri dent á fyribyrging og at styrkja kommunulæknaskipanina til at átaka sær fleiri upp­ gávur á heilsuøkinum. - Tað, vit miðja fram ímóti, er, at sjúkrahúsini skulu taka sær av teimum trup­lu tilburðunum og kommu­nu­læknaskipanin skal styrkj­ast til at átaka sær fleiri upp­gávur. Hendan talvan vísir, hvussu nógvir føroyingar fáa staðfest krabbamein um árið. Talið er rættiliga javnt, men í miðal liggur tað um eini 200 um árið. Betri viðgerðir hava ført við sær, at fleiri og fleiri verða lekt Hendan talvan vísir, at talið á teimum, sum fáa húðkrabba tvífaldaðist frá 2011 til 2012. Tað er tann reyði stabbin. Hin er talið á teimum, sum fáa tað meiri vandamikla móðurmerkjakrabbameinið, heldur minkandi. Tað er tann blái stabbin. Men tað ber ikki til at siga, um talan er um eina gongd, ella um talan er um natúrligt sveiggj av tí, at tølini eru so smá. Sum heild vaks talið nógv nøkur ár herfyri og formaðurin í Krabbameinsfelagnum ivast ikki í, at sólin og nýtslan av solarium, hevur stóra ávirkan á tølini Talva vísir tilburðirnir av krabbameini í bløðruhálskertlinum, prostata, eru nógv vaksnir í tali seinastu árini. Ein orsøk kann vera, at fleiri og fleiri menn lata seg kanna og tað mælir formaðurin í Krabbameinsfelagnum til. Kanningin er løtt og einføld og krevur bara eina lítla blóðroynd