týsdagur 14. mai 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tinghúsvegur 14 • Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn •Tel +298 349 550 • Faks +298 349 551 • T-postur als@als.fo
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi um-
hvørvi við starvsfólkum, sum fegin vilja geva
tær eina góða næmingatíð.
Tað hevur týdning, at tú:
- hevur miðnámsprógv
- ert væl skipað/ur
- tímir væl at arbeiða við tølum
- dugir væl at brúka teldu
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki
Tú kemur at hava nógv samband við við-
skiftafólk hjá okkum, og tað krevur, at tú dugir
væl at samskifta við fólk.
Vit bjóða eina góða útbúgving í einum
spennandi umhvørvi, har uppgávurnar
eru ymiskar og avbjóðandi. Tú lærir at nýta
allar hentleikar, sum hoyra einari nutímans
skrivstovu til.
Lærutíðin er 2- 2 ½ ár. Tað veldst um hvørja
útbúgving, tú hevur.
Lønin er sambært sáttmála millum S&K og
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknin skal sendast til birita@als.fo.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 17. mai kl. 12.
Størvini verða sett skjótast gjørligt.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi størvunum,
ert tú vælkomin at ringa til Magna á Deild
Olsen á tel. 349550, ella senda honum ein
teldupost á magni@als.fo.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.
ALS er skipað sambært løgtingslóg. Tað vóru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum í 1992 tóku stig til at stovna Arbeiðsloysisskipanina, og tað eru tey, sum
vara av skipanini. Høvuðsvirksemið hesi fyrstu 20 árini hevur verið at rinda út arbeiðsloysisstuðul umframt at skipa fyri førleikamenning av ymsum sløgum.
Trygdargrunnurin var stovnaður í 2011, og endamálið hjá grunninum er við minstuløn og minstaforvinningi at veita fiskimonnum inntøkutrygd. Á ALS og í
Trygdargrunni fiskivinnunnar starvast 36 starvsfólk.
sansir.fo
ALS søkir eftir tveimum
skrivstovunæmingum
Ert tú næmingurin, ið vit sóknast eftir? ALS leitar eftir
tveimum gløggum og ágrýtnum skrivstovnæmingum.