Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Nú tað av álvara fór at vára, komu eisini hópin av nýggjum sjónvørpum á marknaðin. Nógv av tí, sum varð kunngjørt á Consumer Electronics Show í januar er nú sett í framleiðslu. Seinastu útsølurestirnar frá januar eru eisini eisini burtur, og tí hava flestu sjónvarpshandlarnir nú eina rúgvu av nýggjum modellum at bjóða tær. 2012 varð í mangar mátar eitt sabbatár fyri framleiðararnar, men 2013 tykist hinvegin sera spennandi, og vit hyggja at týdningarmestu trendunum á marknaðinum. Snildari sjónvarp Smart-TV hava leingi verið á veg fram, men nú tykjast tey búgvin. Sjónvørpini eru í ferð við at gerast til veruligar teldur. Við multi-kjarnu gerlum fær skíggin nóg stóra roknimegi til at handfara tungar uppgávur. Tað merkir, at tingini henda skjótari, og tú kanst gera fleiri ting ísenn – eitt nú hyggja at tveimum rásum samstundis, ella tú kanska leitar á netinum, meðan ein sjónvarpsrás sæst í horninum. Íbindingin til netið merkir eisini, at tú kanst streama innihald sum film og sjónvarsrøðir beinleiðis til sjónvarpið. YouTube er altíð við, men eisini tænastur sum Netflix og HBO eru nú atkomuligar á flestu smart-tv. Býtið innihaldið við fartelefon og teldli Øll snild sjónvørp hava tráðleyst net og kunnu tí samskifti við handhildnar eindir. Og tí gerst alsamt tættari samband millum sjónvarp, teldil og snildfon. Hetta tí innihald kann býtast báðar vegir. Tú kanst nýta app’ir til at streama sjónvarp til teldilin ella tú vísir myndir og upptøkur frá snildfonini á sjónvarpsskíggjanum – tráðleyst. Hartil hava flestu framleiðararnir eisini fjarstýrings-app’ir, har tú kanst nýta snildfonina sum fjarstýring. Í nógvum førum merkir tað, at fjarstýringin bara kann liggja í skuffuni, meðan tú stýrir skíggjanum við snildfonini ella við at trýsta á skíggjanum. Tvívegis samskiftið letur eisini upp fyri møguleikanum at surfa á kanalunum á teldlinum, áðrenn tú skiftir kanal á sjónvarpinum. Eisini kunnu stillingar gerast á app’ini, so tú sleppur undan irriterandi valmyndum á sjónvarpsskíggjanum. Dupultir tunarar Hóast sjónvarpið nú kann taka innihald frá fleiri keldum á netinum, skulu vanligu sendingarnar ikki gloymast. Fleiri av framleiðarunum gera nú útgávur við dupultum tunara. Nakað sum gevur møguleika til eitt nú at taka eina sending upp, meðan tú hyggur at aðrari, síggja tvær rásir á sama skíggja, ella nýta teldilin, snildfonina ella kanska eitt annað sjónvarp sum skíggja nummar tvey. Tráðleysa tøknin gevur nevnliga eisini møguleika at senda sjónvarssignalið til onnur sjónvørp uttan nakað antennustikk. Tað er tó enn ov tíðliga at siga, hvussu hendan tøknin riggar í veruleikanum, tí sjónvarpsveitarar vilja sjálvandi hava sítt at siga, tá umræður rætting at víðarisenda sjónvarpssignal. Teir vilja jú fegnir hava, at brúkarin rindar fyri eina eyka boks… 4K og OLED Tá um myndagóðsku ræður, halda fram­leið­ ararnir fram við at trýsta enn betri myndir úr vanligu LCD- og plasmatøknini. Men tá tað er sagt, so skal ikki roknast við nøkur kvantilopm í myndagóðskuni við vanligari tøkni. Skulu vit veruliga tosa um kollvelting í myndagóðskuni mugu vit yvir á framkomnu OLED- og 4K-skíggjarnar. Men hóast bæði 3K og OLED eru ímyndin av nýggju tøknini, eru nakrir týdningarmiklir munir. Meðan OLED er framkomin paneltøkni við framúr myndagóðsku, er 4K (ella Ultra HD) eitt nýtt myndaformat. Upploysnin er 3849X2160 pixels, sum er fýra ferðir meira enn HD – navnið er avleitt av hesum. Í fleiri ár hevur OLED verið mett sum »the next big thing«, men enn bíða brúkararnir. Framleiðararnir stríðast við at fáa fram­leiðsluna nóg bíliga, og enn vita vit ikki, nær vit fáa OLED á handilshillarnar. Skalt tú veruliga keypa eitt feitt sjónvarp í ár, so er tað 4K, sum tú skalt hyggja eftir. Tey fyrstu eru longu komin frá Sony og LG, men við 84 tummum og enn fleiri túsundkrónuseðlum eru tey ikki fyri øll. Tað gleðiliga er, at í ár koma nakrar minni og bíligari útgávur á marknaðin. 55 til 65 tummar, og prísurin byrjar við 40.000 krónum. Samandráttur Hetta vóru týdningarmestu nýggju funkurnar í stuttum. Á hesum síðum hyggja vit at úrvalinum hjá ymsu framleiðarunum og teimum týdningarmestu útgávunum í 2013. Innihaldið er skiftandi, tí í skrivandi løtu er ymiskt, hvussu nógv verður kunnað um nýggju útgávurnar frá ymsu framleiðarunum. Men vit vóna, at tú við hesum fært eitt gott yvirlit yvir tað, sum er í væntu í sjónvarpsárinum 2013. Komandi uppgávan verður sjálvandi at testa ymsu sjónvørpini og siga tykkum, hvat er best. Sigið okkum, hvørjar útgávur tit vilja lesa meira um við at siga okkum frá á: redaktion@lydogbillede.dk Tekstur: Audun Hage Gott nýtt sjónvarpsár Samsung Apríl var mánaðurin, har sjónvarpsframleiðararnir sendu nýggjar sjónvarps­ útgávur á marknaðin. Her er ein vegleiðing til nýggjastu sjónvørpini Home Entertainment: Vegleiðing til nýggju sjónvørpini Samsung er eitt av best dámdu sjónvarps­ merkjunum, og hava størsta úrvarlið av øllum framleiðarum. Felags fyri at kalla allar 2013-útgávurnar er, at tær verða størri og snildari. Og fleiri av útgávunum fáast heilt upp í 75 tummar. Quad-core geril Hartil eru dýraru útgávurnar útgjørdar við sera kraftmiklu quad-core gerlunum, sum gera snildfunkurnar betri og skjótari enn nakrantíð. Sambært Samsung eru nýggju útgávurnar tríggjar ferðir skjótari enn 2012-útgávurnar. Smart Recommendation Meira megi letur upp fyri betri tænastum, og Samsung hevur tí givið smart-portalinum, Smart HUB, eitt facelift. Ein av nýggju tænastunum her er S-Recommendation with Voice Interaction: Ein talustýrd við­mælis­ tænasta, sum viðmælir filmar, sendirøðir og annað – grundað á tað, sum tú áður hevur hugt at. Við at býta innihaldið í fimm bólkar skal eisini verða lættari at finna tað, sum tær dámar. Hetta krevur helst samstarv við innihaldsveitarar, men tað verður spennandi at síggja, hvussu hetta fer at rigga. Dupultan tv-tuner Fleiri av nýggjum Samsung-útgávunum fáast við dupultum tunara til bæði fylgi­ sveina- og DVB-T (Televarpið) sjónvarp. Tí ber til at hyggja og taka upp á hvør sínari rás, og hartil kunnu sjónvarpssendingar stremast beinleiðis til teldil og snildfon. Í báðum førum krevur hetta tó, at sjón­varps­ veitarin kann stuðla uppundir tøknina við internum korti (IDTV). Betri myndagóðska F8000-røðin er eins og áður grundað á LCD- panl við LED-kantljósi. Panelini nýta Micro Dimming Ultimate-tøkni, sum gevur eitt slag av lokalari ljósstýring. 2013-útgávurnar geva hartil betraða myndaviðgerð, sum skal betra um myndagóðskuna við streaming. Og hartil stuðlar nýggju Samsung- útgávurnar undir nýggja videostandardin HEVC (High Efficiency Video Codec/H.265), sum skal betra um myndagóðskuna, tá netferðin er lág. Koreanska Samsung er ein hin størsti trendsetarin innan snið og funkur. Í ár verða útgávurnar størri og snildari enn áður