Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hondbóltur Óla Christian Djurhuus Hilmar Jan Hansen – Vit sparkaðu í skúlagarð­ inum ella á bønum, tá tað bar til, men so komu bøndurnir og kístaðu okkum burtur, tí grasið mátti fáa frið. Men so skjótt bøurin var sligin, vóru vit aftur har og spældu. Tað er tað fyrsta, eg havi fingist við bóltspæl, og tað endaði so við, at eg fór at spæla við Streymi. Hetta vóru fyrstu minn­ini um bóltspæl hjá Óla Kristiani Djurhuus, hós­víking­inum í málinum hjá KÍF síðstu 23 árini. – Eg spældi fótbólt við fyrst Streymi og seinni EB/ Streymi, til vit fluttu upp í 2000. Tá gavst eg, eftir at hava verið málmaður á besta lið­num har í 17 ár, sigur Óla Kristian, sum tað sama kundi havt eitt ítróttarlív, ið ikki fevndi um annað enn fót­ bólt, var tað ikki fyri ein­um tá ungum kollfirðingi, Petur Martin Johansen, ið kom eftir honum og royndi at lokka hann at koma til Kolla­ fjarðar at spæla hond­bólt, tí teir í KÍF stóðu og mangl­aðu ein málmann. – Eg átti tvey eldri systkin, Regin og Hallfríð, sum eisini stóðu í málinum, so eg hevði hugt nógv eftir hondbólti – Regin, sum er 12 ár eldri enn eg, var við til C-HM í Portugal í 1986 og spældi annars bæði við KÍF og VÍF, og Hallfríð spældi við VÍF – og tað endaði so við, at eg bleiv hangandi í tí, sigur hann. – At so kollfirðingar øll hesi árini hava havt ein hós­ víking í málinum, haldi eg, at teir hava vant seg við. Ann­ars hevur Hósvík ikki verið tann stóri útflytarin av ítróttar­fólki, og tað eru helst bara vit báðir beiggjarnir, sum eru farnir av bygdini at spæla við KÍF. Burtursæð frá kapp­róðri, hevur heldur einki verið av ítróttarfólki í Hósvík yvirhøvur, men nú spæla fleiri av teimum ungu so fótbólt við EB/Streymi. Toluligt bólteyga Við sínum lætta lyndi heldur Óla Kristian skemtandi fyri, at hann kundi bara blíva málmaður, tí hann var ov dovin og klossutur til at renna tað stóra, og hann við­ gongur eis­ini, at onkuntíð hev­ur góði bulurin verið orsøk til, at mótstøðumenn hava roynt at prikað og argað. – Tað havi eg nú ongantíð lagt nakað í, og tað var eisini mestsum bara tey fyrstu árini. Men eg eri treiskur, so eg helt, at frægast var bara at svara teimum aftur við at gera málið so lítið sum gjør­ ligt, og tað endaði ofta við, at tá eg hevði havt nakrar bjarg­ ingar, vóru teir settir upp á pláss, sigur mál­mað­urin, sum sigur seg ongantíð hava havt nakrar beinleiðis fyri­myndir í málmans­fak­inum. – Sjálvandi hevur beiggi mín verið ein fyrimynd fyri meg, eisini sum hond­bólts­ málmaður, men annars eing­ in, haldi eg. Jú, tað kundi kanska verið Stefan Hecker, sum var við í Føroyum, tá týska meistaraliðið, TuSEM Essen, í 1987 spældi ímóti VÍF. Hann var øgiliga góður. Fryntligi hósvíkingurin fortelur, at áðrenn hann fór til ta fyrstu venjingina hjá KÍF, hevði hann nóg illa hildið á einum hondbólti, men tá hann fyrst hevði roynt tað, so bleiv hann hangandi. – Tað var ringt at byrja við, og eg haldi, at tað tók tað mesta av einum ári at koma á lagið, tí í mun til fótbólt, so var alt tættari uppá, so eg fekk nógv skot í kroppin og ikki so fáar lúsingar. Men tað vandi eg meg so við, og eg haldi, at tað hevur bara ligið heilt væl fyri hesi árini. Hinvegin, so kemur tað næstan ikki fyri, at eg fái ilt undir dysti, tí tá eri eg so upp­giraður, at eitt skot ella slag hugsi eg ikki um. Óla Kristian sigur, at hann stórt sæð hevur lært seg sjálv­an tað, ið hann dugir, og at tað nokk er komið honum væl við, at hann hevur eitt – sum hann sjálvur málber seg – toluligt bólteyga. Og tá tað kemur til venjing, so dámar honum best venjing við bólti, tí alt hetta við styrkivenjing og øðrum, er ikki ordiliga tað, hann leggur so nógv í. Sera gott samanhald Tað gekk annars nokk so skjótt fyri seg hjá honum, tí hann byrjaði at venja og spæla við KÍF í 1990, og sama árið fekk hann sín fyrsta dyst, tá hann vardi málið ímóti NSÍ á heimavøllinum hjá KÍF, sum tá var á Skála. Síðani hevur Óla Kristian ikki hugt aftur um seg, men man helst vera tann spælarin, ið hevur spælt flestar dystir av øllum í bestu mansdeildini í hondbólti – helst eru teir oman fyri 500 í tali – um­ framt nakrar landsdystir eis­ini, síðani hann fyrstu ferð var við í 1994. – Eg havi havt tað sera gott saman við bæði koll­firð­ ingum og mong­um øðrum føroyskum hondbólts­spæl­ arum ígjøgnum árini. Tað sosiala telur nógv, tá eg hyggi aftur­eftir, og nú eg havi sagt, at eg fari at gevast, so teir ungu kunnu sleppa framat, fari eg heilt vist at sakna saman­haldið og hugnan, sum fylgir við. Hondbólturin er fan­tastiskur upp á tann ítróttur Hósvíkingurin í málinum Ímyndin av besta greipuvinnaraliðnum hjá kollfirðingum er uttan iva 42 ára gamli hósvíkingurin, Óla Kristian Djurhuus. Hann hevur sum málmaður trúliga tænt KÍF síðani 1990, men nú heldur hann, at teir yngru menninir skulu sleppa at royna seg Tað sosiala telur nógv, tá eg hyggi aftureftir, og fari eg heilt vist at sakna samanhaldið og hugnan, sum fylgir við