Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur mátan, tí har hava eisini verið nógvar góðar løtur uttan fyri vøllin, eitt nú hesi galla­kvøldini, sigur 42 ára gamli mál­maðurin. – At eg havi havt møgu­ leika at verið saman við so nógvum fittum fólki, hevur sjálvandi gjørt sítt til, at tað hevur verið stuttligt og hugaligt. Og tú lærir eisini at kenna eina rúgvu av fólki ígjøgnum hondbóltin, so tað fer nokk at kennast eitt sindur løgið, tá eg ikki longur eri bein­leiðis partur av tí. At Óla Kristian ætlar at gevast, sær út til at vera nak­ að, hann sigur í fullum álvara, hóast lítið man vera at ivast í, at hann saktans kundi hildið fram, um hann legði í. – Nei, nú man vera fræg­ ast at gevast, tí tað var bara upp á tross, at eg tók henda vet­urin aftrat, tí eg vildi so fegin vinna hatta føroya­ meistara­heitið, áðrenn eg gavst. Nú fekk eg so bæði upp í posa og sekk, men nú er altso liðugt og hetta ber ikki til meira. Sum sagt, hevur KÍF nógvar góðar málmenn, og eg hvørki vænti ella vóni, at brúk verður fyri mær, skuldu teir staðið og mangla ein, sigur hann. – Men teir sleppa tó ikki meira av við meg enn so, at ætli mær sjálvandi at fylgja væl við sum áskoðari. Tað noyðist eg, tí nú eg gevist at spæla, má eg næstan finna mær nýggj fólk at fylgjast við. Nógv av árunum sum KÍF-ari, hevur Óla Kristian Djurhuus upplivað sum eina nomada-tilveru, tí ikki fyrr enn ítróttarhøllin kom í Kolla­firði í 2007, kundi ítróttar­felagið av álvara fáa ein heimavøll, eftir at hava ferðast millum Skála, Vest­ manna og Hoyvík. – Hetta hevði við sær, at verulig framdrift kom í hond­ bóltin hjá KÍF, tí teir, sum nú koma fram sum ungir og evnaríkir spælarar, kenna ikki til annað enn at fara í høllina í bygdini, meðan vit aðrir hava gingið og tvassað í fim­leikahallum og aðrastaðni – og enntá onkuntíð úti í skúla­garð­inum, um veðrið var til vildar, sigur hann. Umhugsar skeið Tá KÍF í fjør misti meistara­ heitið á stokkinum, fór alt í svart hjá fleiri í Kollafirði og norður ígjøgnum alt Sunda­ lagið, tí tað kendist øllum øgiliga svárt at skula standa eftir við ongum, tá tað heila nú endiliga var so nær. – Men so súrt, tað nú kend­ist, so mikið stuttligari var tað at vinna greipuna í ár, og tað fóru nógvir løgnir tankar ígjøgnum heysin á einum, nú tað lukkaðist. Eg visti ikki av, at eg var tann, ið skuldi upp at taka ímóti steypinum, tá vit vunnu steypafinaluna, hóast eg ikki var liðformaður. Tað var ikki, fyrr enn Jakob Jónsson tutlaði mær tað í oyrað beint áðrenn, at eg var greiður yvir, at eg skuldi fáa henda stóra heiður, sigur Óla Kristian. – Tað var eisini ein ótrúlig kensla, sum bara kann upplivast – ikki minst, nú eg næstan hevði sligið meg til tols við, at tað bleiv nokk ongantíð. At so onnur aftaná eisini hava sagt, at tey untu mær tað væl, nú eg hevði verið við so leingi, taki eg sum eitt herðaklapp og prógv um, at okkurt havi eg so gjørt rætt øll hesi árini. Hóast hann hevur verið virkin í KÍF síðstu 23 árini, hevur hann bara verið spælari og ongantíð venjari hjá yngri liðum, sum vit ofta síggja, men nú hann ætlar at gevast, verður tað kanska til tað, at hann endar sum venjari. – Eg havi spælt mær við tankan um, at eg skuldi tikið eitt málmansvenjaraskeið, so eg kundi fingið tað teoretiska upp á pláss. Millum annað havi eg í vetur sæð, hvussu góðan mun tað serliga hevur gjørt hjá teimum yngru málmonnunum, at KÍF hevur havt Zeljko Jotic sum málmansvenjara, sigur Óla Kristian, nú samrøðan nærkast endanum. – Treyðugt so, havi eg sjálvandi eisini lært okkurt, men sum orðatakið sigur, er ringt at læra gamlan hund uppi at sita. Tað er so tann vegin, eg kundi hugsað mær at farið, hóast tað nokk ikki verður longu næsta vetur, at eg fari á skeið. Men eg ætli mær. – Nei, nú man vera frægast at gevast, tí tað var bara upp á tross, at eg tók henda veturin aftrat, tí eg vildi so fegin vinna hatta føroyameistaraheitið, áðrenn eg gavst Myndir: Álvur Haraldsen At kollfirðingar øll hesi árini hava havt ein hósvíking í málinum, haldi eg, at teir hava vant seg við Føddur týsdagin 29. september í 1970 á Landssjúkrahúsinum í Havn, men hevur búð øll síni ár í heimbygdini, Hósvík. Gerandis­dagurin gongur við at arbeiða sum montørur hjá Atlantic Pane, so Óla Kristian ferðast runt landið og skifti rútar. Undan tí smíðaði hann í eini 20 ár, so tað hevur altíð verið handa­ligt og kropsligt arbeiði, hann hevur fingist við. Men hóast hann øll hesi árini kundi verið útlærdur fleiri ferðir, hevur hann ongan­tíð fingið pappír upp á tað, hann dugir. – Tað er nokk eitt sindur skítbýtt, men soleiðis er tað bara, sigur hann. Óla Kristian Djurhuus