Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin yngru, sum júst vóru byrjaðir at venja við vektum. Gevst ikki enn Í næstan 20 ár hevur Jákup Jacob­sen verið inn­an før­ oyska styrki- og fit­ness­ heim­in, og hann hevur øll hesi árini javnan skipa fyri kapp­ing­um innan øki. - Tá eg og Regin Vágadal skip­aðu fyri okkaru fyrstu kapp­ing í 1995, bleiv øll kapp­ ingin løgd til rættis umvegis tele­fon. Tað tók okkum líka yvir tveir tímar, og so var alt meir ella minni klárt, minnist Jákup Jacobsen og hevur hug at flenna, tí í dag verða fleiri mánaðir brúktir til at fyri­reika styrki og fitness kapp­ingar. Hann sigur, at stórur mun­ ur er á, hvat fólk vita og halda um hetta slagi av venj­ing og hesar kapp­ing­ar­nar í dag. - Tað var óvanligt og nakað, sum bert fá fólk fing­ ust við. Nógv settu styrki­ venjing og fitness í sam­band við amerikansku fit­ness­ drotn­ing­ina Jane Fonda, tætt­sit­andi súkklubuksur og undir­troyggj­ur. Tíbetur er hetta broytt. Fólk í øllum aldr­um venja í dag bæði harða styrkivenjing og íðka fit­ness, og sostatt er tað ikki nak­að forkunnugt longur, eins og tað var fyri eini 20 árum síðani, sigur Jákup Jacob­sen, sum eisini merkir ein vaksandi áhuga fyri teim­um kappingunum, hann skip­ar fyri. - Tað koma fleiri og fleiri fólk fyri hvørja ferð, onkur slík kapping er, so áhugin fyri hesum ítróttinum er av­gjørt til staðar, og tað er sjálv­andi gleðiligt, sigur Jákup Jacobsen. Hóast hann hevur verið við til at fyrireika fitness­ kapp­ingar í útivið 20 ár, hev­ ur hann ongar ætlanir um at gevast. - Eg blívi við, so leingi eg kann og áhugi er fyri hesum kapp­ingunum. Eg tími eisini fram­vegis væl at stíla fyri kapp­ing­unum og vera við til at hjálpa føroyingum, sum fáast við styrkivenjing og fit­ness, at koma út í heim at kappast. Vit vistu ótrúliga lítið um venjing og ikki minst hvussu mann vandi rætt. Tað gekk fyri seg upp á besta manér. Vit fingu onga vegleiðing, men hugdu eftir hvørjum øðrum