Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Í 1995 var tann fyrsta, stóra kapp­ingin innan styrki í Før­oy­um. Tað var tá Jákup Jacob­sen saman við Regini Vága­dal, ið skipaði fyri kapp­ ing­ini, har sterkasti maðurin í Føroyum skuldi finnast. - Tað var ein stór succes, og fólk vóru púra ovfarin av at síggja so stórar og sterkar menn syfta dekk, hála ein bil og lyfta tungar tunnur. Tá í tíð­ini var tað jú óvanligt, sigur tann í dag 44 ára gamli Jákup Jacobsen, sum eigur og rek­ur venjingarmiðstøðina Yndi Fitness í Havn. Nú – 18 ár seinni – er hann framvegis fyrireikari av kappingum innan styrki og fitness, og leygardagin verð­ur enn ein kapping, har tey bestu innan fitness í Før­ oy­um skulu finnast, og har Jákup Jacobsen skipar fyri. - Tað er munandi lættari at skipa fyri styrki og fit­ness kappingum í dag, í mun til hvat tað var fyri næst­an 20 árum síðani. Í dag vita tey flestu, hvat hesar kapp­ing­ ar­nar innihalda, og hvussu hart og miðvíst luttakararnir venja fyri at vera við, sigur Jákup Jacobsen. Dugdi ikki fótbólt Umframt at hava staðið á odda við at fyrireika kapp­ ing­ar millum sterkar og fim­ ar føroyingar hevur Jákup Jacob­sen altíð sjálvur havt stór­an áhuga fyri at venja styrki. - Eg vildi altíð vera ordi­ liga sterkur, tá eg var barn og ungur, men eg gjørdi sum so einki við tað. Sum flest aðrir dreingir tá gekk eg til fótbólt, men eg var ótrú­liga vánaligur, og tað var ongan­ tíð eg. Men tað var líkasum tað, sum dreingirnir á mínum aldri gjørdu av ítrótti tá, so eg var bara við, greiðir Jákup Jacobsen frá. Tað var ikki fyrr enn í áttatiárunum, at havn­ar­mað­ urin fór undir at venja við vekt­um, sum seinni skuldi vísa seg at blíva hansara lívs­ starv. - Eg hevði fingist eitt sind­ur við boksing og rann eisini onkrar túrar av og á, men ein skaði í vinstra beini í 1986 gjørdi, at eg fekk hvørki boksa ella runnið. Eg minn­ist væl, at eg hevði tað ikki serliga gott við als ikki at kunna røra meg og brúka kropp­in, soleiðis sum eg var vanur við, greiðir Jákup Jacob­sen frá og heldur fram: - Ein vinmaður mín bað meg koma at trena tað, sum vit tá bara kallaðu vekk­tren­ ing, og ja, eg havi hildið meg til tað líka síðani, sigur Jákup Jacob­sen. Vandu í kjallara Í dag venja tey flestu, sum lut­taka í styrkikappingum, í góð­um venjingarhølum. So­ leið­is var ikki í áttatiárunum, tá Jákup Jacobsen byrjaði at venja við vektum. - Vit hildu til í einum kjall­ ara í einum sethúsum uppi á Ternuryggi í Havn. Har vóru vit nakrir mans, sum vekt­ tren­aðu. Tað stuttliga er, at teir flestu av okkum fáast við styrki­venjing enn tann dag í dag, sigur Jákup Jacobsen. Styrkivenjing fór ikki júst fram soleiðis, sum vit kenna tað í dag. - Vit vistu ótrúliga lítið um venj­ing og ikki minst hvussu mann vandi rætt. Tað gekk fyri seg upp á besta manér. Vit fingu onga vegleiðing, men hugdu eftir hvørjum øðr­um, og so var tað onkur, sum hevði sæð okkurt nýtt øvi­l­si í einum útlendskum blað, og so royndu vit tað, sig­ur Jákup Jacobsen og flenn­ir. Hann minnist væl, at hó­ a­st styrkivenjing ikki var so van­lig tá, vóru tað nakrir fáir, sum fingust nógv við at lyfta tungt og sóu út sum rættir body­build­arar. - Tað var eitt vekt­lyftara­ felag, sum nevndist Bragdið. Har vóru eitt nú Bjarni Reyna­g­arð, sum bleiv ein fyri­mynd fyri allar okkum - Drívmegin til at fáast við hesar kappingarnar stavar frá kensluni, sum eg fái, tá eg síggi, hvussu nógv luttakararnir fáa burturúr og fáa hug at kappast uttanlands. Tí sjálvandi kunnu føroyingar eisini gera seg galdandi uttanlands innan hesa ítróttargreinina. Tað sigur Jákup Jacobsen, sum fyriskipaði fyrstu styrkikappingini fyri 18 árum síðani. Um vikuskiftið skipar hann fyri enn eini kapping - Eg vildi altíð vera ordiliga sterkur, tá eg var barn og ungur, men eg gjørdi sum so einki við tað. Sum flest aðrir dreingir tá gekk eg til fótbólt, men eg var ótrúliga vánaligur - Havi kappingar so leingi eg kann Í útivið 20 ár hevur Jákup Jacobsen skipað fyri styrki- og fitnesskappingum. Leygardagin stendur hann á odda fyri Fitness Føroyar 2013