mikudagur 15. mai 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
LG
Panasonic
Philips
Sony
LG roynir framhaldandi at vera ein harður
kappingarneyti til »hin« koreanska
framleiðaran, og framvegis eru teir á odda við
nýggjum útgávum og lágum prísum.
Næstan øll LG-sjónvørp koma í ár við dual-
core gerili, og tí eru eisini bíligu útgávurnar
væl útgjørdar til krevjandi snild-funkur. Men
enn vita vit ikki, hvussu dual-core hjá LG
stendur seg móti quad-core hjá Samsung.
Innan sniðgeving heldur LG fokus á tí, sum
verður rópt Cinema Screen Design – altso
meira mynd og minni ramma á skíggjanum.
Betrað fjarstýring
Seinasta ár hevði LG helst bestu snild-fjar
stýringina á marknaðinum, tá teir komu við
Magic Remote. Í ár koma dýrastu úgávurnar
við eini betraðari útgávu, sum eisini inniheldur
talustýring. Ein innbygd mikrofon gevur
møguleika til at tala ymisk boð til sjónvarpið,
og tað verður spennandi at síggja, hvussu
hendan tøknin riggar hjá LG.
Cinema 3D
LG var fyrsti framleiðarin,s um valdi at satsa
upp á sjónvørp við passivari polariserandi
3D-tøkni, sum er bíligari og eisini betri fyri
eyguni enn aktiva tøknin. Cinema 3D er nú
standard á næstum øllum útgávum. Vansin
er, at vertikala upploysnin minkar við eini
helvt (1920X540). Tó undantikið Ultra HD-
útgávurnar, sum klára 1920X1080 upploysn
til bæði eygu.
Fleiri 4K-útgávur
LG var fyrst á marknaðinum við einum
framleiðsluklárum 4K/Ultra HD-skíggja,
nevnliga velduga 84LM960W. Myndagóðskan
er framúr, men tíverri er sjónvarpið og stórt
og ov dýrt til at standa í flestu stovum.
Millum mest spennandi nýggjheitirnar frá
LG í ár eru tí tvær minni 4K-útgávur. Hesar
geva framúr 4K-upploysnina (3840 x 2160) í
meira vanligum 55- og 65-tumma støddum,
og prísurin byrjar helst um tær 40.000
krónurnar, tó at hetta seinasta bara er okkara
skot.
Valmyndirnar hjá Panasonic eru nógv betraðar
í ár. Tá sjónvarpið verður tendrað, kemur tú
til My Home Screen, sum tú sjálv/ur kanst
tillage við tí innihaldi, sum tær dámar best.
Panasonic-skíggjarnir hava myndatól, sum
kennir andlit aftur, og tí skiftir profilin,
alt eftir, hvør situr framman fyri skíggjan.
Tú kanst gera tína persónligu valmynd við
tínum innihaldi, umframt at til ber at seta
bókamerki av ymsum slag inn.
Nakað annað, sum er betrað, er fjarstýrings-
app’in til iPad og iPhone. Nýggja appin
kann stýra øllum funkum og við henni
kanst tú gera broytingar av ymsum slag,
uttan at hetta sæst sum nøkur valmynd á
sjónvarpsskíggjanum.
Eisini ber til at tekna á nýggju plasma-
skíggjunum, tí hesir verða nú seldir við einum
serligum elektroninskum penni.
Dupultur tv-tunari
Ein onnur stór nýggjheit er, at topmodellið hjá
Panasonic nú kemur við dupultum tv-tunara
til bæði fylgisvein og DVB-T og við tveimum
innbygdum CI+ kortlesarum. Tað gevur fleiri
áhugaverdar møguleikar, sum eru nevndir
omanfyri. Hartil kanst tú við panasonic
taka upp sendingar og goyma tær á einum
krypteraðum harðdiski, sum umvegis DLNA
kann býtast við onnur Panasonic-sjónvørp.
Sjónvarpsdeildin hjá Philips hevur upplivað
fleiri broytingar seinnu árini, og hon er
nú seld til nýstovnaða TP Vison. Tøknin
og merkið liva tó enn, og útgávurnar í ár
tykjast tær mest spennandi í langa tíð.
Miracast
Ein av snildastu funkunum tykist vera
tráðleysa Miracast-tøknin, sum ger tað
møguligt at streama innihald beinleiðis
til Android-stýrdar snildfonir og teldlar,
eins og til aðrar skíggjar í húsinum (Apple
stuðlar ikki undir Miracast, tí hetta er
kappingarneyti til AirPlay). Hetta sigst
rigga til alt innihald – eisini kopivart
videoinnihald. Tøknin letur sjónvarp 1 virka
sum servara, meðan sjónvarp 2 er klientur.
Keyboard Remote/Pointing Remote
Í fjør kom Philips vði Keyboard Remote,
sum er fjarstýring við knappaborði á
bakinum – hent, tá loyniorð, leitiorð
og annað skal tøppast inn. Hartil hava
útgávurnar í eina betraða peikifunku, sum
ger tað lættari at blaða í valmyndunum.
Meira 4K
Fyrsta 4K-sjónvarpið hjá Sony
84X9005 fær nú tveir nýggjar makar,
sum eita 55X9005 og 65X905, og
hetta ger 4K-upplivingina atkomuliga
í eini heldur klænri útgávu. Stóru
»páhangshátalararnir« á síðuni á
84-tummanum eru skiftir út við innbygdar
hátalarar.
Eins og hjá LG nýta 4K-skíggjarnir hjá Sony
polariserandi 3D-tøkni, og hava hartil
3D í full HD saman við passivum brillum.
Skíggjarnir hava eisini framkomna 4K
X-Reality Pro myndasensorin, sum vit fyrr
hava sæð kann gera undurverk, tá vanligt
Blu-ray/full HD innihald verður uppstigað
til 4K.
Suðurkoreanska LG er ein av týdningarmiklu fram
leiðarunum, og teir hava útmerkað seg við at vera
skjótir at nýta nýggja tøkni. Eins og áður roynir LG at
halda fokus á snild-funkum, Cinema 3D og sniðgeving
Japanska Panasonic er fyrst og fremst kent fyri
framúr plasmaskíggjar, men teir standa eisini
fyri góðum LED-sjónvørpum. Í ár eru spennandi
snild-útgávur í væntu frá Panasonic
Philips er siðvandi framleiðarin, sum framvegis
roynir at vera nýskapandi við framúr myndagóðsku
Sony hevði í fjør nakað av tí besta á
sjónvarpsmarknaðinum, og serliga dámdi
okkum væl KDL-55HX955. Í ár koma
nakrar nýggjar útgávur á marknaðin –
millum annað tvey nýggj 4K-sjónvørp