Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Góðir vinningar verða burtur- lutaðir hvønn mánað Haldara kapping Um so er at tú ikki ert haldari, kanst tú fylla lepan út og senda hann inn til Sosialin iPad frá nema Einasta góðkenda Apple umboð í Føroyum Vinningur: mai Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Eg bindi meg hervið til at halda: ■ Sosialin ein ársfjórðing fyri kr. 380,- ■ Vikuskiftisblaðið ein ársfj. fyri kr. 300,- ■ Virkishald ein ársfjórðing fyri kr. 550,- Tel. 341800, Tórsgøta 1, Boks 76, FO-110 Tórshavn ...ella send mail til bokhald@sosialurin.fo NavN: BúStaðUr: tel: teldUpoStUr: Prísirnir eru galdandi fyri haldarar í Føroyum Kappingin er bæði fyri nýggjar og verandi haldarar 5 góð sjónvarpsráð 1 Keyp rættu støddina 2 Vel rætta slagið – LCD ella plasma 5 Keyp eftir tørvi – ikki prísi! 4 Hevur tú møguleika fyri integreraðum talgildum sjónvarpi (IDTV)? 3 Nýt talgilt signal Valmyndirnar hjá Panasonic eru nógv betraðar í ár. Tá sjón­ varpið verður tendrað, kemur tú til My Home Screen, sum tú sjálv/ur kanst tillage við tí innihaldi, sum tær dámar best. Panasonic-skíggjarnir hava myndatól, sum kennir andlit aftur, og tí skiftir profilin, alt eftir, hvør situr framman fyri skíggjan. Tú kanst gera tína persónligu valmynd við tínum innihaldi, umframt at til ber at seta bókamerki av ymsum slag inn. Nakað annað, sum er betrað, er fjarstýrings-app’in til iPad og iPhone. Nýggja appin kann stýra øllum funkum og við henni kanst tú gera broytingar av ymsum slag, uttan at hetta sæst sum nøkur valmynd á sjónvarpsskíggjanum. Eisini ber til at tekna á nýggju plasma-skíggjunum, tí hesir verða nú seldir við einum serligum elektroninskum penni. Dupultur tv-tunari Ein onnur stór nýggjheit er, at topmodellið hjá Panasonic nú kemur við dupultum tv-tunara til bæði fylgisvein og DVB-T og við tveimum innbygdum CI+ kortlesarum. Tað gevur fleiri áhugaverdar møguleikar, sum eru nevndir omanfyri. Hartil kanst tú við panasonic taka upp sendingar og goyma tær á einum krypteraðum harðdiski, sum umvegis DLNA kann býtast við onnur Panasonic-sjónvørp. Hvat skal skíggin aloftast nýtast til? Vanligt sjónvarp, spøl ella film? Tað er lættari at finna rætta flatskíggjan, tá tú kennir egnar tørvir. Hyggur tú t.d. nógv í dagsljósi er ein ljóssterkur LED LCD-skíggi betri enn ein plasmaskíggi. Men til filmssýningar um kvøldið er plasma-skíggin veruliga upp á sítt pláss. Minst eisini til, at ein skíggi við blankari flatu kann geva irriterandi reflektiónir. Tá tú veitst, hvørja stødd, hvat slag og hvørjar møguleikar tær tørvar, er nógv lættari at finna rætta sjónvarpið. Í aðrar mátar er eisini galdandi innan sjónvørp, at góðska er betri enn nøgd. Tað er sjáldan ein góð loysn at keypa tann størsta og bíligasta skíggjan, sum tú kanst fáa fatur á. Flestu flatskíggjarnir koma í dag við innbygdum MPEG4- dekotara, sum kann nýtast til ávíkavst fylgisvein, kaðal og DVB-T. Tað ber við sær, at kortið kann setast beinleiðis í sjónvarpið umvegis eitt CAM-modul. Nakrir skíggjar hava eisini pausu- og upptøkufunku, men fyri at hetta skal rigga, skal sjónvarpið vera góðkent av tínum veitara. Og tí má kannast, um veitarin góðkennir slíka IDTV-loysn, og hvørji sjónvørp eru góðkend av sama veitara. Ein flatskíggi skal helst hava talgilt signal, og hevur tú fleiri videokeldur, tørvar tær fleiri HDMI-inngangir. Tríggir eru minstakrav á einum vanligum sjónvarpi, og væl útgjørdir skíggjar hava gjarna fýra ella fimm HDMI-inngangir. Skalt tú eisini hava eksternt soundbar, skalt sjónvarpið eisini kunna senda ljóðið út talgilt. Frástøða Skíggi 0,5-1 m . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 32-37" 1-2 m . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 37-42" 2-3 m . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 42-46" 3-4 m . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 46-50" 4-5 m . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 50-55" 5-6 m . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 55-60" 6+ m . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 60-75" Viðmælt sjónvarpsstødd (vegleiðandi)