Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 miðvikan so varð lagað oman á. At enda skuldi tyrvast og grót leggjast útyvir, so tað ikki kom at leka niður í torvið. Her skuldi eitt vist hegni til. Av summum torvheiðum var laga­ligast at føra torvið heim við bát­um. Í 1952 hendi ein ræðulig van­ lukka, tá ið ein torvbátur kollsigldi og fýra menn druknaðu. Hesi søgu verður greitt frá í einum komandi parti. Meðan vit vóru heima, skuldu epli eisini setast niður. John Eliasen, vit eru úr sama grannalagi, hevur greitt frá eini áhuga­verdari søgu um eplir og at seta niður. Tað vanliga var, at set­ eplini vórðu løgd at spíra, og so skuldu tey ikki setast niður, fyrr enn nálirnar vóru komnar væl undan. So var tað ein porkeningur, sum fór at seta niður. Hann bar eplini so varisliga sum hann kundi, fyri ikki at oyðileggja nálirnar. Hetta var undir krígnum, og nú kemur eitt lið av enskum hermonnum fram­við. Teir vilja gera væl og hjálpa manninum at seta eplini niður. Til sín skrekk sær hann, at her­menninir sópa allar nálirnar av eplunum, áðrenn tey verða sett niður. “Oy, Jesus” hugsar hann, “nú er alt spilt, tí uttan nálir fór so einki at koma uppaftur.” Hetta kom maðurin sjálvsagt at hugsa nógv um aftaná. Ein dagin fór hann kortini at hyggja at síni spiltu veltu, og nú sær hann onkra nál koma undan. Seinni kom tað at vísa seg, at eins væl kom undan, hóast eplini vórðu sett niður uttan nálir! John kom at gerast sjómaður úti í heimi. Hann er kanska einasti før­ oyingur, sum hevur tikið í hondina á Muamar Gadaffi í Libya. Eina ferð høvdu teir við sær til Tripoli ein pansaðan bil til forsetan. John fekk til uppgávu at koyra bilin heim til Gadaffi. Hann tók persónliga ímóti bilinum og takkaði John fyri ómakin! Men tá ið ástóð hjálpti hesin bilur ikki nógv. Til Grønlands Eftir at alt hetta heimaarbeiðið var liðugt, varð farið til Grønlands, eg haldi, at vit fóru 18. juni. Vit sóu land í Grønlandi 1. juli. Veðrið var gott og vit komu inn móti Hellefisk-oyggjunum. Vit høvdu havt oljutunnur við á dekkinum. Oljan varð stúrtað í tangarnar, so hvørt sum teir tømdust. Vit fingu nú tær tómu tunnurnar í land og bóru tær upp á eina oyggj. Tær vórðu lagdar í ein kluft, so tær kundu blíva liggjandi. Ætlanin var at taka tær heim við aftur. Tá ið vit komu í Føroyinga­havn­ ina, høvdu vit fýra tunnur av ben­ sini at brúka til teir fýra bátarnar, vit høvdu við. Vit høvdu nóg mikið av bensini fyri summarið. Fyri at rúmka um, vórðu nakrar av hesum tunn­um koyrdar í land. Tað varð sett fast á tær, og so vóru tær drignar í land og so mikið niðan frá, at eingin vandi skuldi vera fyri flóðini. Í Grønlandi er so stórur munur á flóð og fjøru. Hetta er bara eitt dømi um, hvussu nógv knossið var tá. Teir á Løghamri í Vági áttu ein skúr, sum varð bygdur undan kríg­num í Føroyingahavnini. Sum fiska­ríið gekk, bleiv tað eitt sindur trongligt í lastini. So fiskurin varð lagdur inn í henda skúrin uppá at taka hann umborð aftur, tá ið túr­ urin endaði. Hetta vóru eini 200 skippund og gjørdist tað meira arbeiðsligt um­borð. Her var høgligt, og tað var gott at leggja at, men kortini gav hetta eisini eykaknoss. Vit fiskaðu nokk so nógv við Hellefiskoyggjarnar. Her var nógv­ ur fiskur at fáa. Ofta fyltu vit allar fýra bátar tvær ferðir um dagin. Hvør bátur tók um 600 fiskar. Vit fiskaðu bara við snøri. Fiskurin varð so flaktur og saltaður umborð. Tað var ein føst manning, sum var umborð, og ein onnur sum var við bátunum. Við summum báta­ skipum varð skift ímillum. Eg var við einum av bátunum, og við hvørjum báti vóru fýra menn. Saml­ aða manningin var 29. Mann­ingin var so stór, at kokkurin mátti hava kokkadrong. Alt arbeiðið gekk væl. Síðan varð farið norður eft­ir. Skiparin var væl kendur í Grøn­ landi, og vit royndu við Ham­ burgar­landið. Har fingu vit eisini nokk so væl av fiski. Vit royndu eisini í Streym­fjørð­ inum út frá Fiskemesterens Havn, har skipið var fortoyað. Vit róðu so vit bátunum inn og út ígjøgnum fjørðin. Tað fingust altíð hampiligir dagar. Yvonna var ein stór skonn­ art, hon var størri enn fyrstu stál- linu­skipini. Eg havi verið við til at fáa 1.107 skippund í hana, tað var ein ordans stakkur. Tey fyrstu línu­ skipini tóku 1.000 skippund. Yvonna var besta skip í Føroyum, sum fekk størstu last, sum fiskað varð við snøri 2.985 skippund. Viðoy hevði 3.000 skippund, men teir høvdu fiskað ein part við línu. Tað vóru tríggir mánaðir frá tí vit fóru, til vit vóru aftur í Føroyum 20.september, og vit fingu eina góða reisu. Eg minnist frá heimreisuni, at veðrið var so gott, at fleiri av monn­ unum, sum áttu dreingir heima, fingu sær ein viðastump og hola­ bátar vórðu gjørdir burtur úr, so man keddi seg ikki á reisuni. Hetta var vanligt við skipum tá. Á heimreisuni varð skipið eisini vaskað av einslistum. Tað varð skrubbað uppundir lúnningina, so hetta varð tikið í álvara. Tá vit koma at landi, varð skipið lagt eitt sindur frá kaiuni. Tveir bátar vórðu settir út, og tveir menn við kustum fóru at skrubba uttan­borða. Tað var væl av gróðri komið uppá skrokkin hesa tíðina i Grønlandi, men tað sást einki til hetta, tá ið vit løgdu at. Tað varð stórur dentur lagdur á, at skipini vórðu væl røkt. Fiskurin varð so landaður í Vági. Har varð hann so eisini pakkaður sum salt­ fiskur og útfluttur. Komandi Miðvika Í komandi parti verður milum annað greitt frá, tá teir á Yvonnu vóru í grind á Kappanum. Menn standa við snøri So tætt lógu skipini á Suðurlandinum Millum túrar var millum annað arbeitt uppá torv. Her er ein torvlutur, sum Torleif greiðir frá Søkklaðin bátur komin at borði