fríggjadagur 17. mai 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
6. partur
Tað er hugaligt, at tað er so stórur
áhugi fyri slíkum frásøgnum, sum
hesari hjá Torleif Bech. Hann minn
ist eina tíð, sum longu er søga, og
sum verður gloymd, um hon ikki
verður skrivað niður, meðan onkur
enn minnist hana. Torleif heldur
fram:
Ein góð hjálp fyri húsarhaldið
var, at tað var so nógvur seiður at
fáa umframt reyðfisk sunnanfyri
Hovsfjørð.
Sum í nógvum bygdum vóru eis
ini seiðanótir. Í Porkeri vóru tvær,
Niðara- og Ovaranót, og flestu hús
áttu part í eini nót. Tað var ein
nótaformaður, sum skipaði fyri
nótakastinum, tá ið seiður var at
fáa. Hetta varð vanliga staðfest
við einum seiðakikara. Hetta var
ein høgur, trongur kassi við glasi í
øðrum endanum. Hesin endin varð
settur niður í sjógvin, og tá sást, um
seiður var.
Nótin varð sett frá landi av, og
manning dró so nótina í land frá
báðum endum. Tá ið nótin var
“turkað”, varð seiðurin við eini kurv
oyst umborð í bátin. Tað kundu
saktans vera uppí fleiri bátar í
einum kasti, so nøgdirnar kundu
vera stórar. Býtt var so millum
nótamenninar, og tað kundi vera
nógv í part.
Seiðurin kundi brúkast á mang
an ymiskan hátt, sum feskur, visn
aður ella turrur. Umframt hetta var
eisini livurin, sum var góður matur,
ikki minst saman við kókaðum
seiði.
Tá vóru ikki møguleikar at frysta
sum nú. Tí var avmarkað, hvussu
leingi seiðurin helt seg feskan.
Størsti parturin varð greipaður og
hongdur upp. Eg minnist hjallin
hjá seiðaformanninum Jóan P. Vil
helmsen. Her var hongt so tætt, at
sjálvur hjallurin sást ikki fyri seiða
greipum.
Eina tíð eftir at seiðurin var
hongdur upp, ræsnaði hann og
hetta var eisini fínur matur. Seinni
aftur var hann turrur, og tá fingu
vit turkaðan seið, sum bukaður eis
ini var fínur matur.
Grindin var eisini eitt gott
ískoyti, og tað var javnan at grind
var í Vági. Tað er kent, at føroyska
grindabýtið er ein sera sosial
skipan, har ein partur av grindini,
heimaparturin, verður býttur til øll
fólkini í grindaøkinum frá tí elsta til
nýføðingin. Men hjá okkum í Suður
oy var býtið enn meira sosialt. Her
var øll grindin býtt til øll í økinum
uttan mun til luttøku í drápinum.
Til skips við Yvonnu
Eg fór so til skips í 1947 við Yvonnu,
har Dánjal Larsen (Dallin) í Porkeri
var skipari.
Yvonna var ein av teimum
fransaskonnartum, sum var ein
endurnýgging av fiskiskipaflotan
um umleið 1930, tá ið fleiri skonn
artir komu til dømis eisini til
Klaksvíkar. Johan Nolsøe í Vági
keypti Yvonnu í 1929. Hon var bygd
í 1920 og var merkt 125 nettotons.
Væl royndist hon, og hon tók heili
1.100 skippund, meira enn dupult so
nógv sum tær stóru sluppirnar.
Árið eftir seldi Johan Nolsøe
Yvonnu til eitt felag, sum hann
sjálvur átti í saman við millum øðr
um Jóan Petur hjá Mouritsi, sum
var ein kendur skipari á Yvonnu
í mong ár, soleiðis sum Absalon
Absalonsen greiðir frá í síni bók um
Jóan Petur.
Hetta var, sum tað var vanligt
tá i tíðini. Farið var við snøri til Ís
lands í mars. Tað var sjálvdráttur,
sum eisini var tað vanliga tá, at hvør
maður varð løntur í mun til fiska
talið hann fekk. Ofta vóru teir ungu
ringir av sjóverki at byrja við. Men
hjá mær bilti ikki, tí eg var vanur
at rógva út. Tað var ein stórur floti,
sum plagdi at fara, vit kundu telja
eini 60 skip, tá vit lógu avhálaðir,
sum tað kallaðist, tá vit fiskaðu.
Tá vit høvdu roynt nakrar dagar
kom Kyrjasteinur úr Fuglafirði uppá
prei. Tá vóru teir longu á veg heim
við fullum skipi. Hetta var tíðliga
í mars. Teir høvdu vist verið við
gørnum, sum eisini var ein vanligur
fiskiskapur undir Íslandi tá. Tað
hevði gingið væl hjá teimum.
Vit royndu so á grynnuni. Bakk
dagar vóru inn í millum, tá vit ikki
fingu roynt fyri veður. Okkurt nos
ið var, so eina ferð brotnaði annar
báturin, men hann varð gjørdur
so mikið aftur, at tað bilaði ikki.
Vit høvdu eisini eina flotta gallión
til prýðis, men hana mistu vit tá
eisini.
Vit brúktu sild til agn. Tað kundi
ikki frystast umborð, so onkuntíð
var farið inn í Vestmannaoyggjarnar
eftir sild. Hon kundi ísast so væl
í lastini, at hon helt sær nokk so
leingi.
Eina ferð vóru vit á Reykjavík.
Hetta var fyrstu ferð, at eg sá ein
rættiligan bý, so hetta var sjálvsagt
stórsligið. Býurin var so stórur, í
hvussu er í mun til Porkeri, og hann
var eisini so nossligur.
Vit fingu 570 skippund, tað var
ikki so galið. Ein vansi við Yvonnu
var, at tá ið vindur var, lá hon ikki
so gott og hetta tarnaði fiskarínum.
Tá ið tað leið út í apríl og mai varð
farið vestur í Faksabuktina. Men
fiskurin her var eitt sindur smærri
enn á Suðurlandinum. Eg haldi,
at vit fingu 28.000 fiskar á Suður
landinum og so nakað afturat í
Faksabuktini. Túrurin gekk sum
hann skuldi, og vit vóru heima 20.
mai.
Heima at skera torv
Sum vanligt var ein støðgur heima,
áðrenn farið varð avstað aftur, so
menninir kundu gera tað neyðuga
heimaarbeiðið. Hetta var fyrst og
fremst at skera torv, og tá skuldi
skerast alt tað torv, sum tørvur var
á fyri árið.
Hóast kol var so nær sum í
Hvalba, so brúktu vit ikki kol tá. Í
Hvalba skóru tey ikki torv, tí kolið
var so høgligt.
Gott torv var eitt fínt brenni,
men torv var so ymiskt. Tað besta
torvið var kolamógvur. Tá ið tað
hevði ligið í sólini nakrar tímar,
gjørdist tað heilt svart. Hetta torv
datt illa sundur, men fyrimunurin
var, at her var eingin øska.
So var tað myldingstorv, tað var
ikki so gott, tí tað kom nógv øska
av tí. Eisini var teðingstorv. Tað
logaði væl, men var skjótt útbrent.
Eitt kallaðu vit æðublikar. Tað
var gott i báðum endum, men tað
gav so nógva øsku. Kampatorv var
ógvuliga svart og gjørdist eisini so
hart, tá ið tað tornaði og datt ikki
sundur í konglar sum annað torv.
Eftir at torvið var skorið, var
sjálvsagt nógv arbeiði, til tað kundi
fáast inn. Summi koyrdu torvið
heim beinanvegin, men yvirhøvur
var tað lagað í lutir. Ein lutur var
umleið ein metur i breidd, men
hann kundi vera nokk so langur.
Tað sum ráddi um hjá tí, sum lagaði
lutin var, at hann ikki mátti drýpa,
t.v.s. blíva vátur innan. Tann nið
asta torvan varð sett eftir kanti, og
miðvikan
Torleif Bech: Nótir góvu
gott íkast til húsarhaldið
Røðin við frásøgnum hjá Torleif Bech í Porkeri heldur nú fram. Hesaferð greiðir
hann frá seiði, meira um torv og um, tá ið hann var við Yvonnu
Torleif Bech
Nótakast. Úr Havnar Søgu
Yvonna var í síni tíð eitt av okkara fremstu fiskiskipum