Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo tórshavnar kommuna Leys størv í Tórshavnar kommunu Húsavørður Søkt verður eftir handverkara til fastlønt starv sum húsavørður á dagstovnaøkinum. Arbeiðið Fevnir um at hava umsjón og røkja bygningarnar og øki uttanum. Arbeiðsuppgávur eru m.a. at • gera smærri umvælingar • syrgja fyri at el, vatn, hiti og sanitets- viðurskiftini eru í lagi • røkja ventilatiónina • syrgja fyri at brunaviðurskifti og trygdar- útbúnaðurin er í lagi Vit søknast eftir persóni sum • hevur handverkaraútbúgving sum húsasmiður ella líknandi • hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • hevur góð samstarvsevnir • dugir at samskifta bæði við børn og vaksin • hevur teldukunnleika á brúkarastøði • hevur koyrikort Senatarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum handverkarafeløgini og Vinnuhúsið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran fyri Húsaumsitingini Harald Bjørgvin 302010 Umsókn Saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í hendi seinasta lagið mikudagin 6. juni 2013. Merki umsóknina „Húsaumsitingin“. Vinarliga ikki bíða til síðstu løtu… Søluloyvi og tiltøk á ólavsøku 2013 Umsóknir um sølu og tiltøk, sum skulu vera á ólavsøku í ár, skulu vera latnar Snarskivuni í seinasta lagi mánadagin 17. juni 2013. Sama er galdandi fyri tiltøk, ið skulu lýsast í ólavsøkuskránni. Umsóknarblað fæst á sjálvavgreiðsluni á torshavn.fo og í Snarskivuni. v æ l k o m i n á ó l a v s ø k u w w w . t o r s h a v n . f o Landsgrannskoðanin søkir eftir grannskoðara Í sambandi við at ein av okkara grannskoðarum fer úr starvi vegna aldur, verður eitt starv hjá Landsgrannskoðanini leyst at seta frá 1. august 2013 ella eftir avtalu. Arbeiðið á stovni- num er at grannskoða almennar stovnar og skipanir, og er áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt. Vit vænta at tú hevur • hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap ella aðra viðkomandi útbúgving • royndir innan almenna/privata umsiting ella grannskoðan • góð samstarvsevni, og dugir væl at samskifta við stovna og starvsfelagar • evni at arbeiða sjálvstøðugt • dugir væl at skriva og hevur málsligan kunnleika, serliga í føroyskum Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og viðmælum o.ø. skal sendast til: Landsgrannskoðanin Traðagøta 43 Postrúm 2053 165 Argir ella sum teldupostur: postur@lg.fo Umsóknir skulu vera Landsgrannskoðanini í hendi seinasta lagi 3. juni 2013. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam á telefon 355100 ella 226301. Meira fæst at vita um Landsgrannskoðanina á heimasíðu okkara: www.lg.fo