Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 skipanini. Í gomlu valskipanini við sjey valdømum skákaðu sýslurnar á leið hvørja aðra í býtinum av samfelagsins virðum, og kanska var tað truplari hjá øðrum áhuga­ málum enn fólksins at hava tak­ holt á eini skipan, sum hetta sama fólk eigur, ella burdi átt. V it hava ikki eftirmett broyt­ ing­ina til eitt valdømi, men okk­urt bendir á, at politikararnir eru vorðnir veikari í kongunum mót­vegis máttmikla peninga­ vald­inum. Onkrir teirra liggja flatir fyri hesum sama valdi. Upp­hæddirnar til politiska upplýsing á løgtingsfíggjarlógini eru tilvitað niðurlaðaðar, og tá gerst sponsoreringin frá kapital­inum serliga lokkandi, og plakat­skógirnar hjá onkrum ella summ­um, í fleiri hundraðtúsund króna klass­anum, sum komu brest­andi inn á ting í 2011, har­ ímillum radikalir sjálvstýrandi for­ mans­aspirantar, man vera besta áminningin um, at fleiri tingmenn og landsstýrismenn, sum nú sita í fólksins sessum, verða gøllhildin í náðini frá sponsorunum, sum sjálvandi krevja, at goldið verður aftur við kassa 1, táið virðini hjá fólkinum skulu býtast út. Upp­ sjóvar­málið, har ein landsstýris­ maður einsamallur ætlaði og slapp at býta virðir út fyri 1,5 – 2 milliardir krónur í rávøruvirði, man vera besta dømið um, at før­ oyskt fólkaræði við miklari ferð er ávegis út av eggini. D agurin er aftur 8. mai. Vit eru stødd í parlamentarisku smiðjuni hjá Føroya fólki. Á Vaglinum. Ting­húsvegi no. 1. Bragdligi ting­maðurin, sum fattur og stima­ligur ætlar at kuppa eina tilfeingisbúð ígjøgnum og umvegis uppskotið (tingmál no. 150/2012), sum fiskivinnukapitalurin uttan iva hevur hjálpt Vestergaard við at leggja leistin fyri, fær verri og verri dæmi. Onkur held­ur seg síggja gásarholdið spretta, og sveittadropar krúpa fram um ennið. Álitið, sum hann hevði lisið upp fyri fleiri ting­monn­ um kvøldið fyri, var latið Løg­ tingsskrivstovuni umvegis teldu­ post, beint fyri at hann spákaði sær oman ímillum hjallin og set­ húsini. Nú skuldi lið setast á mið­ aldarstøðuna og feudala maskina­ ríið í fiski­vinnuni, liberalisma og marknaðar­mekan­ismur skuldu við eini hóvligari byrjan fáast innaftur í fiskivinnupoltikkin. Við fimtan ára parlamentariskum royndum í kjalarslóðini, var fótafestið trygt í systeminum, hann var jú ein av teimum tungu dreingjunum. Brádliga brestur glarhurðin upp innar í tingsalin. Tutlið og kákanin í salinum eru farin allan vegin loft­vegis út á Tinganeshelluna. Sum Nornagestur við Risanum á Leittrabergi í hølunum, ein norðurlendskur pendantur til teir báðar Sancho Panza og Don Quijote, koma løgmaður og Jørgen Niclasen við sjógv á baki fram á næstfremsta bonk, avdúkingin er veruleiki, tingmaðurin fær greiðu boðini, at annaðhvørt verður hann “politiskt avrættaður á fólkaflokspelotongini”, alterna­tivt fær hann høvi til uttan uttan­ um­tos at angra sínar ræðuligu misgerðir. Sambandsbonkurin tømist, eyguni trilla runt í knokk­ inum á tí formastiliga, og kropp­ urin er kropnaður munandi síðani ferðina við bivreiðuni ímorgun, tá hann knæsettur ætl­aði at gera seg inn á serligu ágóð­arnar hjá seráhugamálunum, - í grellari andsøgn til tað sum Fólka­flokk­ urin vil og ynskir. L øgmaður og Jørgen Niclasen marsjera skrátryggir ígjøgnum foyerin og haðani ígjøgnum kan­tinuna, teir hyggja hvørki til høgru ella vinstru. Tingmaðurin, og síðani restin av tingmanning Sambandsfloksins, verða drig­in inn í fólkafloksrúmið í ting­hús­ inum, og nú byrjar spank­ingin. Rumsterilsið er øgiligt, hvøll ljóð geisla út í kringumstøðurnar, og ongin ivi er um, at løgmaður gevur tingmanning síni turt uppá, annaðhvørt reka teir treytaleysan fólkaflokspolitikk ella er alterna­ tivið, at Fólkaflokkurin tekur aftur stuðulin til hansara sum løgmaður Føroya. Radikala sjálv­stýrarahirðin letur seg ikki strúka, mest av øllum líkjast hon uppblástum og grimdarhugaðum dovragubbum, teir pumpa yvir­ armarnar upp, nú teir við einum kjøtmúri, ein fyri allar og allir fyri ein, hava sligið ring um megin­elti­ bløðruna par excellence. Kaj Leo Holm Johannessen. Tað nyttar lítið at vera vemmiliga fittur við hes­ar fýrarnar, foyrurnar eru sum gjáir í pannuni á Jørgen, hann sær øgiligur út, og nakkin á Vester­ gaard er so stívur sum fjøðurin á ein­um gomlum Bedford lastvogni. Hetta snýr seg altso ikki um poli­ tikk, tíansheldur um skeivt býti av dýrum samfelagsvirðum, - hetta snýr seg eittans um ófatiligu for­ feingiligheitina hjá einum einasta manni. Kosta hvat tað kosta vil. Krúpandi, sum flongdir hundar, koma øll tey forsmáddu lavandi, risthent og við skelvandi knøum, um gáttina úr fólkafloksklivanum, og løtu seinri er alt so sára greitt, frumskjal Fólkafloksins var nú aftur fiskvinnupolitiska kredd­an, álitið í tingmáli no. 150/2012 verður nakað seinkað lagt á tingborð við hesi meir­iluta­til­ráðing: Meirilutin (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró, Kristianna Winther Poulsen og Janus Rein) tekur undir við málinum, og mælir Løg­ting­inum til at samtykkja upp­ skotið. Uppskotið hjá lands­stýris­ manninum Jacob Vestergaard. Treytaleyst. Alternativa álitið, sum landsins størsti flokkur var samdur um kvøldið fyri, og sum hevði akað í bivreið einar áttati kilometrar ímorgun, varð nú lagt niður í makuleringsmaskinuna í vinnunevndarrúminum. Stimaligi og bræsni tingmaðurin, ið treystliga stakk leggirnar und­an rekkjuváðini ímorgun, og av lokrekkjuni syfti teir fram á gólv, hevði nú fingið sina­ drátt í báðar leggir. Politiskan varandi sinadrátt. Tað hevði parla­mentarisman eisini fingið, nú fiski­vinnukapitalurin, sum stýrir Fólka­flokkinum, aftur einaferð hevði fingið bilbukt við Sambands­flokkinum, við góðari hjálp frá tí, sum skal eitast at vera politiski oddviti landsins. Ein av frægastu høvundum okkara segði einaferð um Sambandsflokkin, at hann var “den politiske umoral sat i system.” A llar byltingar vega ella ríða á eini knívsegg. Tað kann fara báðar vegir. Í hesum førinum bleiv kvettið ímóti stórkapitalinum eitt kvett ímóti fólkinum ístaðin. Sama fólkið, sum helt seg eiga tey 33 umboðini, ið manna tað, sum einaferð varð hildið at vera mest tignarliga forum landsins. Við hesum er staðfest, at føroysk parlamentarisma er steindeyð, onnur vøld enn tey, sum Montesquieu nágreinaði, stjórna nú Føroyum. Vælgagnist ! tíðargrein Framhald av síðu 15 kjak Tað var eitt groft álop á talu­frælsið, tá stjórin í Al­ mannverkinum, Petra Johns­ dóttir Joensen, í brævi fyri stutt síðani gjørt greitt fyri starvsfólkunum í eldra­røkt­ ini, at tað bert er stjórin, ið úttalar seg um sparingar í Al­mannaverkinum. Og tað broytir lítið um støð­una, at hon síðani hevur drigið nakað í land aftur, tí bræv hennara hevur uttan iva longu havt ta effektina, sum hon helst hevur ætlað: Tey allar flestu starvsfólkini í Almannaverkinum fara ikki at tora at úttala seg alment um nakað sum helst, tí tey óttast stjórans vreiði og møguliga at enda á einum svartalista. Tað er ótrúligt og sera, sera harmiligt, at slík topp­stýr­ing, kann fara fram á ein­um so stórum almenn­um ar­beiðs­ plássi, sum Almanna­verkið er. Her eigur politiski myndug­ leikin at sláa nevan í borðið og minna stjóran á, at vit liva í 2013 í einum vestur­evro­pe­ iskum, demo­kratiskum rættar­ samfelagi, ið enntá sjálvt prýð­ir seg við spjaldrinum væl­ferðarsamfelag. At eg sum forkvinna í Før­ oya Pedagogfelag taki mær tykni av, at ein almanna­ verks­stjóri roynir at skerja talu­frælsið hjá sínum starvs­ fólkum, er tí, at eg óttist, at hetta kann smitta onnur al­ menn arbeiðsøki, eitt nú tað pedagogiska fakøkið, soleiðis at starvsfólk har heldur ikki tora at úttala seg. Í fyrsta Pedagogblaðnum í 2011 høvdu vit talufrælsið sum tema, og eftir tað, sum nú er hent, haldi eg tað vera so sera neyðugt enn einaferð at gera greitt, so tað stendur rimmarfast, at ALLIR borgarar í landinum hava talufrælsi – og enntá taluskyldu, tá tað snýr seg um at siga frá, tá órættur verður framdur, ella okkurt skilaleyst fer fram, eisini tá tað táttar í vegna sparingar. Pedagogar og starvsfólk sum heild í primer- tænastunum eiga at vera vaktundar og við til at tryggja, at borgarin hevur tað gott og at dagligdagurin er tryggur fyri landsins borgarar. Starvsfólk hava eisini rættindi og ikki bert skyldur í samband við arbeiðið. Og hetta talufrælsi, sum verður mett sum ein horna­ steinur undir einum upp­ lýstum, demokratiskum sam­felag, er sanniliga eis­ini gald­andi fyri almenn starvs­ fólk – fyri peda­gogar eins væl og røkt­ar- og heilsu­starvsfólk. Eg veit væl, at tað finnast undantøk, har loyalitets­skyld­ an kemur fram um talufrælsið, soleiðis at tað í ávísum førum verður skert. Men hetta er bert galdandi í heilt fáum førum og bara fyri fólk tætt at hægsta, avgerandi valdinum. Og tað var ikki adressan, tá stjórin í Almannaverkinum skrivaði sítt bræv. Í útvarpinum hevur Petra Johnsdóttir Joensen síðani roynt at linka síni ráðisligu kravboð nakað. Hon hevur lagt eitt nýtt skriv út á heimasíðuna hjá Almannaverkinum, har hon vegleiðir um, hvussu starvs­fólkini kunnu brúka teirra talufrælsi. Men tað er ikki hennara uppgáva at læra síni starvsfólk, hvussu hon tulkar talufrælsið til sín og Almannaverksins fyrimun. Hinvegin er tað henn­ara uppgáva at kunna síni starvsfólk um, at tey eiga at brúka sítt talufrælsi, og at tey eisini hava skyldu at brúka tað – og at boða frá, um okkurt er. Vónandi hevur hennara herferð ikki tept allar sang­ fuglar á almennu arbeiðs­ pláss­unum, men eg meti málið so álvarsamt, at ovasti starvs­ fólkaleiðari landsins, løg­ maður, nú eigur at fara alment út og eggja almenn starvsfólk til bæði at verja og, ikki minni, brúka teirra talufrælsi. Maud Wang Hansen Forkvinna í Føroya Pedagogfelag Álop á talufrælsið Tingmaðurin, og síðani restin av tingmanning Sam­bands­ floksins, verða drig­in inn í fólkafloksrúmið í ting­hús­ inum, og nú byrjar spank­ingin Foyrurnar eru sum gjáir í pannuni á Jørgen, hann sær øgiligur út, og nakkin á Vestergaard er so stívur sum fjøðurin á einum gomlum Bedford lastvogni