fríggjadagur 17. mai 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
H
ann stingur leggirnar
undan rekkjuváðini, út
um stokkin á lokrekkjuni,
rembir sær og ruggar hóvliga
við yvirkroppinum kínandi
knøini við stríðsfúsu lógvunum,
ímeðan restirnar av tunga náttar
svøvninum mjúkliga guva burtur
úr knokkinum. Eftir eina breyðflís
við putursukri og nakrar súrligar
skeiðir av jogurt, snøggar hann
sær Lenin-moustach'ina við
skúmi og knívi og pussar skallan
við rútapussi frá Ajax. Kimiliga
letur hann smidligu fingrarnar
taka habittin av akslatrænum.
Hvíta skjúrtan er strokin av eins
listum, serliga flippurnar, og fyri
at onki skal koma óvart á hann,
sum dagurin fer at líða, knýtir
hann dupultan slipsaknút undir
øsini, innanvert barkakýlið. Hann
skelvir ikki á hondunum, maðurin
er avkláraður, um ein tíma fer
hann at gera bart, fer at gera
eksistentiella vambakastið, at taka
parlamentarismuni valdið aftur
frá landsstýri og øðrum uttantings
áhugamálum.
Í
bivreiðuni, akandi norður til
smoguna ímillum Lokka- og
Lítlafelli, og haðani suður í lógar
smiðjuna á Vaglinum, bráðpannan,
har sjónarmiðini bresta saman,
fyri síðani at verða kókað niður í
tað frægasta fyri fólkið, ið hevur
valt tey 33, sum manna Føroya
Løgting, brettist ryggurin alt
meira afturav, nakkin tekur nú í
nakkapúturnar, her er ongin ivi
longur, burturav fleiri hundrað
túsund tonsum av uppsjóvarfiski,
makreli og sild, skal ein partur
seljast á uppboðssølu, fyri at fólkið
um ikki annað kann fáa ein bita
burturav sínum egnu ognum.
Tingbólkurin hjá Sambands
flokkinum hevur jú tikið eina
prinsippiella støðu til málið, og
táið hann kvøldið fyri ringdi til
tingmenn úr øðrum flokkum og
spurdi teir, hvussu teimum dámdi
nevndarálitið hann las upp fyri
teimum ígjøgnum máltráðin, og
allir mundu svímað av positiviteti,
tá var ryggdekningurin í lagi.
Her var ongin ivi, í minsta lagi
20 túsund tons av makreli og 10
túsund tons av sild skuldu seljast
á einum marknaði í summar.
Hann heldur kortunum tætt at
kroppinum, táið tingfundurin
byrjar, ongin orsøk er til at
kveikja ávaringarlampurnar hjá
útinnandi valdinum og serstakliga
ikki hjá apologetum kapitalsins
heldur enn fólksins, fólkafloks
monnunum, nú kvettið til frama
fyri fólksins áhugamál skal fremj
ast. Miðvikudagur er og 8. mai.
D
agin fyri valdi hann at fella
uppskot um hetta sama,
framlagt av Pálli á Reynatúgvu og
Akseli Vilhelmssyni, tað ræður um
at vera snildari enn onkur annar,
taktikkur skal til í hesum fora,
sum rýkur reyst av intelligensi,
men í dag skuldi annar lútur
brúkast: Revolutionera broyting
hansara um uppboðssølu, í mun
til uppskotið um býti av makreli
og sild hjá danska politistinum av
Økrum, fór at vera lagt fram um
einar tveir tímar. Spenningurin
økist, tað sum fleiri enn ein vita
um í Føroyum, tað eru øll vitandi
um eftir lítlari løtu, ella sum
Astrup skuldi taka til á sinni,
confidentiellu avgerðirnar tiknar á
landsstýrisfundi ein fyrrapart, tað
tosa bumsarnir um í Steinatúni
á miðdegi. Gjarðarnar hildu ikki
bøkingini, tað lak út ímillum
rivjabeinini, tutlið hvestist ímillum
tey, ið eitast skulu vera fólksins
umboðandi vald, - og nú gjørdu
korridorkóvboyararnir sína entré.
Hetta hoyra vit meira um seinri.
T
ríbýtta valdið hjá
Montesquieu frá fyrra
helmingi av 17 hundrað talinum,
kemur upp í sjóvarmálan viðhvørt,
serliga millum politikarar og
fólk sum hava serligan áhuga
fyri samfelagnum. Sum flest øll
vita, snýr tað seg um skákingina
ímillum vøldini, - hitt lóggevandi,
útinnandi og dømandi valdið. Ein
skylda hjá teimum fólkavaldu er
at tryggja, at lóggevandi valdið
ikki smokkar niðurímillum, - at
javnvágirnar ikki skeiklast.
Statsliga dereguleringin hesi
seinastu árini í vesturheiminum
hevur gjørt tað meiri ásýniligt,
at ástøðin hjá fraklendinginum
ikki er tøtt longur. Eitt vald, sum
hevur vaksið seg alt størri í mong
ár er peningavaldið, og sjónligt er,
at hendan kynsleysa megin fer
ígjøgnum rimarnar allar staðir, um
hon ikki fer ígjøgnum heilt. Tað
man fíggjar- og búskaparkreppan
í 2008 vera mesta ábendingin um.
Politikararnir hava deregulerað,
ímeðan kapitalurin sníkjandi setir
seg á tað, sum er eftir av politisku
skipanini. Eisini á tey, sum fólkið
helt seg hava valt til at tæna
sínum áhugamálum.
Í
slendski rithøvundurin Hall
grímur Helgason, í uppskoti
til Norðurlendsku bókmenta-
virðislønina í ár, skrivaði nú um
dagarnar eina grein um viður
skiftini hjá grannum okkara í
útnorði, hann sigur soleiðis frá:
“Vit royna at skipa eina nýggja
grundlóg, nýggjar skipanir til
hetta vitleysa landið, eftir at
skipanin fullkomuliga stakk
sundur í 2008. Men eftir ein
tjóðfund, tvær fólkaatkvøður,
eina grundlógarnevnd og øgi
ligt orðaskifti í samfull tvey ár í
okkara guðsjammurliga Altingi,
er andstøðan andvegis hesum
framhaldandi rættiliga sterk.
Serligu áhugamálini eiga sínar
egnu tingmenn, ið eru sponsorer
aðir úr høvdi í reyv, og sum verja
hesi serligu áhugamál við hond
og fót (oftast snýr tað seg um
monopolstøðuna í fiskivinnuni),
og teir fara ongantíð at taka
undir við eini grundlóg, sum er
skrivað av fólkinum til fólkið.
Teir vilja hava eina grundlóg, sum
er skrivað av løgfrøðingum til
aðrar løgfrøðingar (teirra egnu
løgfrøðingar).«
Tað kann nú vera, at vit áttu at
farið undir eitt orðaskifti um hetta
sama, undir yvirskriftini: Hvør
ræður í Føroyum? Ivaleyst eru
hugsanirnar mangar um hetta,
men alt bendir á, at støðan er lítið
mætari her í landinum enn eitt nú
í Íslandi. Demokratiið søkkur, - ella
er tað onkursvegna neyðtikið av
serligum áhugamálum. Og vilja
leysir lata politikarar seg tøla av
einum alt meira miðsavnaðum
valdi, peningavaldi, ið liggur uttan
fyri tað, sum vit vanliga hava
fatað sum part av demokratisku
tíðargrein
Tórbjørn Jacobsen
fyrrverandi landsstýrismaður og
løgtingsmaður fyri Tjóðveldi
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Parlamentariskur sinadráttur
Framhald á næstu síðu
Eftir eina breyðflís við putur
sukri og nakrar súrligar
skeiðir av jogurt, snøggar
hann sær Lenin-moustach'ina
við skúmi og knívi og pussar
skallan við rútapussi frá Ajax
Demokratiið søkkur, – ella er
tað onkursvegna neyðtikið av
serligum áhugamálum