Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit kenna søguna so væl: Einki riggar! Eingin tímir at spæla við meg! Øll eru órein. Hini hava skyldina! Og so fram­vegis. Hesin leikluturin tykist liggja á SEV, nú stovnurin ikki sleppur at gera tað, hann vil - beint nú! Líkt er eisini til, at Sosialurin stuðlar hesum lyndinum, nú leiðarin ger greitt, at lógir eiga at broytast, so SEV kann sleppa at gera, sum tað vil. At so álvarsamir og viðkomandi spurningar so koma at standa eftir ósvar­ aðir, er óviðkomandi. Trupulleikin Aðalmálið, altso trupulleikin, er kæran. SEV vann kapp­ing­ ina um at byggja vind­myllu­ lund, men Vindrøkt kærdi. Eing­in journalistur ella miðil viðger í álvara spurningin um hví. Hvat nú, um tað er viðkomandi og rætt, at óreglu­semi og ivamál tala ímóti ætlanini hjá SEV? Henda greinin hevur tó ikki til endamáls at svara tí spurninginum. Men tað sigst vera púra greitt, at henda kæran er bein­ leiðis orsøkin til, at brúkarin fær eina eykarokning upp á kanska 27 mió. kr. í 2014. Og so er tað sjálvandi sera ein­ falt at síggja hvør, ið skal vera syndari í málinum. Tað er sjálvandi Vindrøkt. Øll skilja helst, at um SEV ikki fær fleiri vindmyllur, so má streymurin framleiðast inni á Sundi, sum Sev-stjór­ in so skilliga greiðir frá. “Tað verður brúkarin, sum kem­ ur at rinda meira fyri fram­ leiðsluna, tá vit skulu bíða,” sum hann er endur­givin í Dimmu. Hálvir sannleikar Stjórin á SEV sigur ikki ósatt omanfyri, men hann sigur heldur ikki alt. Og tað er ein­ víst og óreiðiligt. Um SEV sum táverandi loyvisgevi hevði loyvt Vind­ røkt at arbeiða við ætlanum sínum frá fyrstan tíð, so hevði brúkarin – og SEV – av sonnum spart nógvan pening. Men hóast Vindrøkt megnaði at skapa rakstur, meðan SEV enn lá í fasta svøvni, skuldi hetta ikki merkja, at virksemið skuldi sleppa at halda fram. SEV vildi hava alt, og eingin annar slapp nakað. Tað kostar, tá SEV vil standa fyri øllum, gera allar íløgur og reka alt el-veit­ ingar­virksemi. Og tað skal brúkarin gjalda. SEV noktaði, og noktar enn fyri, at lata aðrar gera íløgur og taka á seg teir váðar, ið virksemið ber við sær. Ein leyslig meting sigur, at SEV (les: brúkarin) longu kundi spart oman fyri 100 mió. kr., um bara Vindrøkt fekk loyvi at seta upp vind­ myllur, sum upprunaliga ætl­að. So kann lesarin sjálv/ ur rokna munin. Hetta er ein meira rætt­ vísandi mynd av støðuni. Tað ber til Eftir stendir, at meðan SEV- stjórin boðar frá, at vind­ ætl­anin fyri inniverandi ár nú longu er rokin, so kann Vindrøkt staðfesta, at teirra ætlan verður sett í verk ta løtu, ið neyðuga loyvið fyri­ ligg­ur. Við øðrum orðum: Nógvar myllur kunnu koma upp í ár. Tað er munur á hugburði. Tað er óskiljandi, at ein so sterkur og týdningarmikil leikari kann vera so einvísur og harðrendur í síni framferð. Samvinna er vanliga nakað, ið kann gera gott og menna. Hví ikki síggja fyri sær, at brúkarin skal fáa ágóðan av, at fleiri kunnu vera við til at gagnnýta teir møguleikar, sum eru til staðar? SEV hevur kostað før­ oyska brúkaranum nógvar peng­ar, bæði so og so. Sjálv­ andi skal vónin vera tann, at hetta broytist. Tó er ikki nógv í løtuni, sum talar fyri tí. Tað, sum eigur at standa púra greitt fyri el-brúkarar í Føroyum, er, at tað er burtur úr vón og viti at mótarbeiða virkisfýsnum verkætlanum, sum eitt nú Røkt hevur bjóð­ að fram í skjótt 10 ár. Hetta eigur politiski myndugleikin eisini at síggja og, ikki minst, SEV sjálvt. Tað hevði longu í dag spart SEV (les: brúkaranum) fyri fleiri ferðir 27 mió. kr, sum el-stjórin annars sigur seg missa næsta ár, tí: “Røkt hevur kært.” Vestmanna, t. 14. mai 2013 Løgin leikur at fylgja við í seinastu tíðina. Landsstýrismaðurin í vinnumálum helt, at nú var tíðin komin til at javnseta tey sum koyra og tey sum sigla, tá talan er um rúsdrekkakoyring og rúsdrekkasigling. Eg hugsaði við mær sjálvari. Jú, sjálvandi. Tað skuldi verið so líka til. Tá nógv tey flestu, sum koyra hava vant seg við at biðja onnur koyra bilin, tá tey hava gjørt av at fingið sær alkohol at drekka ella lata bilin standa eftir, um so er at alkohol er farið niðurum. Tað sýnist sum um, at nógv halda, at tað er ein sjálvfylgja at bera seg so at ella í øllum førum sera klók avgerð at taka. Men av einhvørjari orsøk er hugburðurin ein annar, tá tað kemur til sjógvin. Hevði ikki trúð at soleiðis var. Tað kom óvart á meg, og eg havi hug at ilskast. Talan er um vaksin fólk, sum halda, at tað er í lagi, at sita við róðrið við fult av fólki umborð og tað fyrsta sum eygað sær er eina øl. Vælsignaðu fólk. Tað eigur at kunna bera til, at fáa onkran annan at føra bátin, um so er at mann hevur hug at fáa sær eina øl. Eitt er at “vanlig” fólk hava hesa hugsan, men at landsins løgting hevur hesa hugsan kom óvart á meg. Eg var ikki sørt skelkað, tá eg hoyrdi, at bara báturin er minni enn eitt vist, ja so kann tann, ið førir bát drekka. Hvat er hetta fyri roks? Latið vera við at fara aftur um eitt róður, tá tit hava drukkið, og tá kann tað gera tað sama, um talan er um bát ella bil og støddin hevur einki við smørið at gera. Ein hvør persónur, sum drekkur eina øl og hevur tørv á koyrikortinum til eitthvørt akfar fyri at hava møguleika fyri at breyðføða sínari familju kann missa arbeiðið, um viðkomandi drekkur eina øl og síðan fer at koyra bil. Men sami persónur skal bara seta seg í ein bát, og so er í lagið at sita og drekka ølina. Jú jú, mann plagar at siga, at moralur er góður, men dupult moralur er dupult so góður. Próvførslan um at tú ikki er til líka stóran ampa á sjónum, og at har er meira pláss, ella tú gert minni skað í einum báti er tað reina tvætl. Hví kunnu landsins tingfólk ikki ganga á odda og vísa vegin og siga, at situr tú aftan fyri eitthvørt róður, so hoyrir ølin ikki við í myndina. Hvussu mann vera við teimum sum føra hagfør (ATV´arar) – munnu tey hava møguleika fyri at drekka eina øl uttan at missa koyrikortið til at føra bil? Tey koyra fyri tað mesta í haganum, og har er nógv meira pláss enn á vegnum og tey eru so ikki til ampa fyri tey, sum annars koyra bil á vegunum. Eg trúði og hevði vónað, at hugburðurin var so mikið broyttur millum fólk, at um tú førir bil, bát, hagfar, maskinu o.s.fr., ja so var ølin ikki við í myndini. Men so var ikki og sum sagt koma tað óvart á meg, og eg hevði hug at ilskast. Tað er vorðin ein óvani, tá fólk halda, at tey ikki kunnu hugna sær ella fara túr við báti uttan at sita og leska eina øl. Farið út í havan og grillið og drekkið øl. Farið ein túr í hagan og drekkið eina øl, men vælsignaðu fólk. Tit vita innast inni, at um tú situr aftan fyri eitt róður og skal føra eitt far, ja so hoyrir ølin ikki uppí. Drekkið men latið onnur føra farið. Eyðgerð Mørkøre Kruse lesandi EYGA MÁLIÐ Drekkið men latið onnur føra bátin kjak kjak Jóhan í Niðristovu Stjóri í Vindrøkt Nógvar myllur upp í ár Stjórin á SEV, Hákun Djurhuus, váttar í føroysku miðlunum, at vindmyllur verða ikki settar upp í ár. Men støðan kundi í veruleikanum verið so nógv øðrvísi.