fríggjadagur 17. mai 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Góði besti Jákup Andrias.
Nú er umleið hálvt ár síðani
tú fórt hesi fold frá. Tú vart
borin í heim í Kalbak har for
eldur okkara búðu á ungum
árum inntil umleið 43. Síð
ani búðu tit hjá ommu okk
ara í Hoyvík umleið trý ár.
Síðani á trøðni í Hoydølum,
í húsunum sum Julius í
Syðradali tá átti, eini tvey
ár. Í 1948 fekk pápi okkara
starv sum lærari á Velbastað
og Kirkjubø. Tá vart tú sjey
ára gamal.Vit búðu á Velba
stað inntil í 1959 tá pápi okk
ara fekk starv í Kommunu
skúlanum í Havn.
Tú tók preleminerprógv.
Lærdi sum ungur til bil
mekanikara, men hetta bleiv
ikki títt lívsstarv. Giftist í
1964 við Lydiu, dóttir Lenu,
ættað úr Elduvík og Hans
uppi í Geil í Hvalvík. Lydia
andaðist í januar 2006 og var
tað einsligt hjá tær tá hon
var farin. Synirnir Torstein
og Uni hava verið við tær á
ferð í báti o.a. og kenna tí til
ymisk viðurskifti á sjógvi og
landi íð tú hevur sagt teimum
frá og lagt teimum lag á við
hesum ymiska.
Tú bleivst kendur millum
fólk sum ein koyrilærari
við sera góðum evnum at
geva frálæru í bæði teori
og koyring. Eisini koyrdi tú
hýrivognskoyring í nøkur
ár.
Grindaformaður
vart
tú eisini í fleiri ár og hevði
bát í nógv ár, Sjóbúgvan, og
mangan túrin hevur tú ver
ið við honum í grind o.a..
Tín áhugi fyri øllum íð fyri
fórst í náttúruni var stórur,
eisini fyri fugli og hvussu
hesin hevði tað í mun til tey
ymsu sløgini. Fekst eisini
við at hava seyð og gæs. Átti
somuleiðis eitt so avbera
gott kappríðingarross í fleiri
ár, ið æt Stormur, og hesin
vann mangt steypið, eina
mest við Una á baki, tá hann
var stórur smádrongur og
hálvvaksin. Somuleiðis tín
æra at Sandágerð er vorðið
ein enn størri náttúruperla.
Tú fekk hugskotið at leggja
sand inn hagar og væl hildn
aðist, sandurin liggur við
sama lag til gleði fyri tey
mongu, ið leggja leiðina
framvið har og verður helst
til gleði fyri fólk og fæ mong
ár framyvir. Sigast má at tú
hevði eitt ríkt lív á mangan
hátt, men so sannliga eisini
nógvan mótburð við hervilig
um sjúkum. Tú kendi lívsins
stormar á egnan kropp. Vit íð
kendu teg vistu og sóu í verki
at tú skilti og góðtók lívsins
álvara í eyðmýkt. Hetta var
sjónligt nú tú vart raktur av
svárari sjúku. Tað sum ser
merkti teg var: Hjálpsemi
uttan at vænta nakað ístað
in. Vóru ætt ella vinir í
trupulleikum vart tú skjótur
at hjálpa. Gávumildur sum
fáur. Tolnari sjúkling, við so
mongum plágum íð tú hevði
hesa seinastu tíðina, skal ein
leita leingi eftir. Tú hevði
líkasum skilt lívsins álvara
ígjøgnum
nógvar
svárar
royndir og stillisliga tillaga
teg hesa støðu og ikki kravdi
tú tað nógva av lívinum,
hvørki sjúkur ella frískur.
Tosaði við teg á Skype tá
tú lá á Ríkissjúkrahúsinum
við mynd av tær. Orðið
kempa kom til mín har tú sat
so fattur meðan vit prátaðu
bæði. Tí eg visti fullvæl
hvussu svárt tú hevði tað.
Ein sonn kempa tá íð gekst
ímóti. Góði Jákup Andrias: Eg
eri takksom fyri at hava havt
teg sum beiggja. Tú vart eitt
menniskja við so nógvum
góðum eginleikum og hetta
gav mær nógv av lívsførningi
sum systir. Tú unti mær og
øðrum við altíð tað besta.
Hugsi ikki øvundsjuka var
eitt orð, íð tú kendi til.
Góði Jákup Andrias: Takk
fyri alt tú gavst mær og
okkum íð stóðu tær nær av
læru um at vera takksamur
fyri lívið hóast nógvan mót
gang og sjúku. Tú vart eitt
ótrúliga ríkt og elskuligt
menniskja. Vit minnast teg
við takksemi og virðing. Vil
enda við hesum sálmaørindi,
íð eg eisini skrivaði í minn
ingarorðunum til pápa okk
ara.
Sov nú barn, tú vaknar brátt
har,íð lívsins blómur anga,
var enn tung tær síðsta nátt,
millum rósur skalt tú ganga.
Jesus pápin leiðir teg,
gakk tú trygt um deyðans
veg.
Marita
Til minnis um Jákup Andrias Mohr
Føddur 4.11.40, deyður 13.11.12.
Jóhan Christiansen 70 ár
Í gjár, 16. mai, fylti Jóhan
Christiansen 70 ár. Hóast
Jóhan er havnarmaður sum
nakar, so er hann ein sannur
havsins sonur. Hann fór
til skips blaðungur. Fyrst
var tað við Brestir, einum
tí fyrsta stállínuskipunum,
við tí kenda Júst í Túni sum
skipari. Seinni fór hann við
Hoyvíkingi við tí eins kenda
Johan í Hoyvík á hemara
veiðu vestan hav, sum tá var
ein nýggj veiða hjá føroying
um.
Seinni fór hann við Fugl
firðingi á teirri tá nýggju ídn-
aðarfiskveiðuni. Her loysti
hann svágin Árna av sum
skipari. Jóhan hevur tískil
verið við til at royna fleiri av
teimum nýggju veiðunum tá
í tíðini og veit tí meira um
fiskiskap enn teir flestu.
Tey
seinastu
nærum
30 árini hevur hann verið
havnarumsjónarmaður
í
Havn, men hevur kortini inn
í millum verið á sjónum.
Pápin, Eli, var alla sína tíð
knýttur at sjónum, og pápi
hansara, Johan, gekk burtur
við Marthu í 1929. Hin abbin,
Malvinus í Vátutoft í Klaksvík,
pápi mammuna, Honnu, var
ein kendur skipari.
Umframt hetta fekk Jó
han til konu Hjørdis, dóttir til
Marthu og Sigurd Simonsen,
kendur skipari í Fuglafirði.
Um Jóhan kann sigast, at
hann er ein álitismaður í odd
og egg. Hetta sæst á teimum
álitisstørvum hann hevur
havt í fakfelagsrørsluni. Eis
ini var hann í fleiri ár formað
ur í felagnum Ídnaðarskip
Men hetta sæst eisini
av tí áliti, sum hann skapar
sær í sínum arbeiði. Tí verð
ur hann eisini javnan biðin
um at loðsa skip, sum koma
til Havnar. Í hesum starvi er
hann komin sera víða. Hann
er farin við teimum stóru
stuttleikaferðamannaskip
unum heilt til Grønlands.
Her kemur eisini til góðar,
at Jóhan er so vinsælur, og
tí kennir hann ógvuliga
nógv fólk, eisini umborð á
skipunum, hann loðsar. Eitt
dømi um mann, hann hevur
kent í mong ár er etiopiari,
sum býr í Murmansk, og sum
siglir við russiskum skipum á
hesum leiðum.
Eitt ítriv hjá Jóhan er
myndatøka,
og
hetta
er
eisini við til at skapa vinir.
Ikki minsta virði hava tær
myndir, hann hevur tikið í
sínum skipslívi.
Jóhan hevur í 45 ár verið
giftur við Hjørdis, sum hevur
verið sjúkrasystir alt sítt lív.
Tey bygdu út á Frælsinum.
Teirra hús er ein fyrimynd,
so væl alt er røkt. Men tað,
sum kanska telur enn meira,
er, at har er altíð “opið hús”,
og øll kenna seg væl at koma
inn á gólvið, so blíð sum tey
bæði eru.
Tey bæði eiga børnini Eli,
Elsu Mariu og Johan Martin.
Og so er tað dóttursonurin,
Kristian, sum eisini ríkar
teirra lív.
Ynskt
verður
tykkum
hjartaliga tillukku og góðan
túr í Íslandi.
ó.
Jóhan “in action” á kaiuni