Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Í dag, 16. mai 2013, verður pápi mín 70 ár. At halda skil á áratali er ikki nøkur rakett- vísund, men alíkavæl kemur dagurin í dag óvart á meg. Eg síggi fyri mær henda mann, sum er so lættur á fóti og í sinni, og tykist hann heldur ikki órógvast av teimum umstøðum ella av­ markingum, sum árini hava við sær. Jú, aldur er bert eitt nummar. Pápi hevur altíð havt úr at gera, í arbeiði sum heima. Hann hevur altíð tikið fatt, verið vælgjørdur og hevur ikki spart seg sjálvan. Tá eru ikki stundir at gáa so nógv um árini, sum leggjast afturat. Pápi vaks upp mitt í Havnini eftir 2. veraldar­ bar­daga og hevur upplivað broytingarnar øll hesi árini. Av og á sigur hann frá onk­ rum løtum á leiðini og vísir bíløt, sum hann hev­ur tikið. Og tú fært eina kenslu av gomlu sjarmerandi Havnini, og hvussu tey búleikaðust tá. Eg hugsi, at hann eisini er sorgblíður av lyndi. Men ikki minst takksamur, “bara vit eru heit og mett”, vildi hann sagt. Tað er ikki sørt, eg hugsi um abba standa í stovuni og tosa um nøgdsemi og Gudsótta. Abbi gjørdist faðirloysingur sum 14 ára gam­al, og hevur tað helst eisini havt árin á upp­vøkst­ urin hjá pápa. Pápi var elstur av 5 brøðrum og 2 systrum. Jóhan fór til skips sum 15 ára gamal. Fyrst við Bresti, sum royndi við línu við New Foundland og í Vest­ur­ grønlandi. Síðani við Hoy­ vík­ingi, sum fiskaði hemara, áðrenn hann fór á stýri­mans­ skúla í 1964-66. Eftir hetta fór hann umborð aftur á Hoyvíking, og var hann eisini onkran avloysaratúr við Sól­ borg. Jóhan tók skipsførara­ prógv í 1970 og fór nakað eftir hetta við Fuglfirðingi, sum hann var stýrimaður og skipari á fram til jólar 1983. Petur og Ása mostur áttu Fuglfirðing, og hugsi eg, at tey høvdu sera góð forhold við pápa, eisini eftir hetta. Tá legðist hann uppá land og hevur síðani arbeitt í útvið 30 ár hjá Tórshavnar havn umframt loðsað. Hesi árini hevur hann tó verið onkur skifti í Grønlandi, sum hann hevur havt serligan tokka til. Ídnaðarfiskiskapurin slepti honum heldur ikki heilt, var for­maður nøkur ár í fe­lag­ num Ídnaðarskip og til onkra fiskivinnusamráðing eisini. Eitt skifti undirvísti hann á kvøldskúlanum í trolbøting. Jóhan giftist við Hjørdis Sigurðsdóttir Simonsen 10. august 1969. Í 1970 fingu tey fyrsta barnið Eli og fluttu inn í nýbygdu húsini á Miðrás nakað eftir hetta. Elsa Maria varð fødd í 1972 og Jóhan Martin í 1987. Pápi er sera góð­ur við børn, men enn er bert eitt abbabarn Christian komið. Jóhan er óvanliga gesta­ blíður og hjálpsamur móti øll­um uttan undantak. Eg minnist aftur á nógv ymisk fólk, sum hava sitið til borðs í heiminum. Kanska varð dekkað eyka upp, tí ein eingil kundi koma á vitjan, sum tikið var til. Men nú eg hugsi um tað, hava nógv verið á vitj­an hjá einum “eingli”, uttan at gáa um tað. Hevði hugsað mær at havt tílíkt yvir­skot mótvegis øðrum fólkum. Eg kann heldur ikki lata vera við at nevna, hvussu góður pápi er við sína familju og konu. Pápi er á ein hátt av gamla slagnum, er arbeiðssamur og stendur ikki í fremstu røð at krevja. Hann brúkar ikki orku uppá at tosa um onnur, men kemur heldur við einum vinarligum ískoyti. Í so máta ein livandi fyrimynd fyri mítt ættarlið. Nú tú stendur við vega­ mótið at runda tey 70 árini, hevði eg ynskt, at tú tókst tær stundir til at njóta løturnar og takast við ítrív, sum tú eisini ert so nærlagdar í. Vit gleða okkum í øllum førum til fleiri góðar løtur saman. Eg fari við hesum at takka eini góðari havnarmynd fyri árini, sum hava gingið væl og alt ov skjótt. Og ynski tær alt tað besta framyvir. Vegna børn og abbabarn, Eli Jóhan 70 ár Hans Sofus Hansen 60 ár Hósdagin 16. mai fylti Hans Sofus Hansen 60 ár. Sofus er sonur Annu Margrethu f. Poul­sen úr Soylu av Sandi og Carl Vilhelm Hansen (Villa á Landsvegnum). Sofus er føddur og uppvaksin í Horna­bø, miðlingur av trim­ um beiggjum, Jóannes f. 1952, Sofus f. 1953 og Marni f. 1955 – d. 1976. Eftir lokna skúlagongd fór Sofus í læru sum rørleggjari hjá P/f Mariu Poulsen, har hann bleiv avlærdur í 1973, arbeiddi har í nøkur ár og fór síðan at arbeiða sum portørur á Landssjúkra­húsinum, har hann framvegis starvast. Skal nakað sigast um Sofus, so er hann tiltikin barn­góður, hann er væl lýdd­ur, hvar hann er, og ikki minst hjálpsamur, eru boð eftir honum. Er nakað, hann ikki dugir, so er tað at siga nei, um onkur hevur hjálp fyri neyðini. Sofus er pápi at fýra børn­ um, Guðrið, Sóleyð, Heidi og Rúna, og hann eigur 8 abba­ børn, sum hann er ógvuliga góður við. Sofus er giftur Ann Pauladóttir av Sandi. Góði svágur, beiggi og pápabeiggi, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við deg­ num og alt tað besta í fram­ tíðini. F. 25 ára starvsdagur Fríggjadagin 10. mai hevði Andrass Ásbjørnsson Midjord, innkeypari, 25 ára starvsdag hjá Poul Hansen, heilsølu í Havn. Í tí sambandi varð skipað fyri eini hugnaløtu, har hann varð heiðraður. Høgni Hansen, stjóri hjá Poul Hansen helt røðu og handaði honum gávu fyri trúgva tænastu. 26. apríl fingu Sámuel og Sólrun ein lítlabeiggja. Hann vigaði 4350 g og var 55 cm langur. Hann eitur Eliam Grímsson. Foreldur teirra eru Lillian og Grímur Poulsen, Hoyvík. Føðingar 27. apríl fingu Olevina Egilstoft og Rolf Herup Olsen, Tórs­ havn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3.300 gr. 7. mai fingu Rebekka Lisberg og Bergur Djurhuus Søldar­ firði, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3820gr 11. mai fingu Beinta D. Bærentsen & Jónsvein Bærentsen, Argjum, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3200 gr. 1. mai fingu RuthThomassen og Gunleif Olsen Sandavágur eina gentu. Hon vigaði 3620 g og var 53 cm long. Her situr stóribeiggin Emilian undir didduni, sum eitur Elia Ró.