Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 brúdleypsferð Men samkoman, sum danska trúboðaraparið ger eitt stórt arbeiði. Samkoman hevur ein suppu­køk, har børn koma, áðrenn tey fara í skúla, og tey fáa aftur eina máltíð, tá ið tey koma úr skúlanum. Anskar og Jóhanna góvu hesum suppukøkinum nakað av peningi. Skóleys Í Moldova møttu tey nógvum skóleysum fólkum, sum ikki áttu so frægt sum einar skógv­ar. Tey fingu at vita, at í fleiri førum noyddist dótt­ irin at bíða við at fara út, til mamman kom aftur, tí tað vóru bara einir skógvar í hús­ unum. Anskar og Jóhanna hava sett sær fyri at fara aftur til Moldova í september, men tað er treytað av, at tey fáa penga­ligan stuðul, tí ein slík ferð hjá tveimum fólkum kost­ar út við 50.000 krónur. Tað gongur væl at fáa neyð­synjarvørur inn, tí fólk ymsa staðni í landinum savna inn, pakka og sortera. Biðja um stuðul Tey kundu eisini hugsað sær at fingið pening at givið fólki at keypa brenni fyri. – Nógvastaðni er myrkt og kalt um veturin, og tey vóru fegin, tá ið tey fingu stearin­ ljós frá okkum, tí so kundu tey um ikki annað fáa nakað av ljósi í vetur, siga Anskar og Jóhanna. Orsakað av kalda vetrin­ um, kundu tey hugsað sær hálv­hosur og ullintar troyggj­ur til næstu ferð til Moldova. Nú leita tey eftir hølum, at savna neyðsynjarvørurnar í. Hølini mugu vera umleið 100 fermetrar, tí tað skal vera rúm fyri 10 tonsum av vøru. – At lata okkum læna eini høli, er eisini at hjálpa. Ætlan teirra er at fara avstað aftur í september og gera tveir ella tríggjar túrar um árið. – Tað er ein so einastand­ andi kensla at kunna hjálpa. Vit fáa tað burtur úr, hvussu gott vit hava tað her, hvussu rík vit í veruleikanum eru, siga Anskar og Jóhanna. Randi Jacobsen Anskar Hansen hevur eina sólskinssøgu at siga úr Rumenia. Fyri góðum tveimum árum síðan møtti hann 11 ára gomlu Mihaelu (á myndini omanfyri), tá ið hann var og vitjaði familju hennara. Hann smeltaði fyri henni. Gentan bar fleiri sjónlig brek og sat bara í einum rúmi og vaskaði klæðir á einum vaskibretti. Tað var einki skil á í heim­inum. Saman við tulk­in­um fór Anskar Han­sen við gentuni á eitt sjúkrahús, har rønt­gen­ myndir vórðu tiknar av henni. Ein videoupptøka varð eisini gjørd. Tá ið Anskar Hansen kom heim aftur, fór hann til yvirlæknan Ják­up Peter­sen við rønt­gen­ mynd­unum, og hann kundi siga, hvørja hjálp gentan hevði fyri neyðini. Millum annað vendi annar fóturin á henni skeivt, so hon ikki fekk gingið á báðum beinunum. Anskar Hansen stovn­ aði tá ein Facebook-bólk, Sól­strálan fyri at fáa pen­ing inn, so gentan kundi fáa skurðviðgerð, fysio­terapi, sleppa til tann­ lækna og fáa taluterapi. Treytin var, at gentan varð tikin úr heiminum, og hon fór í pleygu hjá góðum fólkum. Gentan hevur eisini fingið undirvísing seks dagar um vikuna, og hon er so nom, at hon eftir tveimum árum er við at vera liðug við fjórða flokk. Sólstrálan hevur rindað 5.700 krónur um mánaðin fyri at hjálpa gentuni. Anska Hansen og Jó­ hanna í Ytsthúsi løgdu leið­ina framvið, har gentan búði. – Tað var ein rørandi løta. Gentan reisti seg upp og helt eina røðu, har hon takkaði fyri hjálpina og alt, sum gjørt var, fyri at hon kundi fáa sínar førleikar aftur. Sólstrálan Mihela