fríggjadagur 17. mai 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Anskar Hansen í Klaksvík
hevur mangar ferðir verið í
Rumenia við neyðhjálp sam-
an við Absalon Matras.
Í januar í ár keypti hann
sín egna buss saman við Jó
honnu i Ytsthúsi, sum hann
nú er giftur við. Hon hevur
eisini luttikið í hjálpararbeið-
inum og verið við í Rumenia
og brennir líka nógv fyri at
hjálpa sum maðurin. Tey
keyptu bussin millum annað
av tí orsøk, at tey høvdu hug
at fara víðari við neyðhjálp
enn til Rumenia. Neyðin er
líka stór um ikki størri bæði í
Ukreina og í Moldova.
30. mars vórðu tey bæði
vígd, og 11. apríl fóru tey við
Neyðhjálparbussinum
úr
Klaksvík við Norrønu.
Ferð teirra gekk ikki til
nakað stórsligið stað við
bústaði á fimmstjørnaðum
hotelli.
Málið var fátæka landið
Moldova, har fýra og ein hálv
millión fólk búgva.
Nógv klára seg bara upp á
tann mátan, at onkur í familj
uni arbeiðir uttanlands og
sendir pening heim. Familj
urnar eru barnaríkar, og pen
sjónin, sum er 180 krónur um
mánaðin, røkkur ikki langt.
Ein litur av mjólk kostar fýra
krónur.
Tað kravdist nógv fyri
reiking at fara ein slíkan
túr, og alskyns loyvi skuldu
til. Pappírsveldið var øgiligt,
siga Anskar og Jóhanna.
Tey høvdu 49 A4-síður við
stemplum á.
Tey fingu samband við
eitt danskt trúboðarapar
í Moldova. Johannes, sum
hevur røtur í Gásadali, og
Charlotte Petersen.
– Uttan teirra hjálp hevði
einki borið til. Tey útvaldu
øki og fátækar familjur til
okkara, tí tað vildu myndug
leikarnir vita. Tey veruliga
ruddaðu slóð fyri okkum.
Ferðin gekk væl
Anskar Hansen sigur, at
hann stúrdi nógv fyri at fara,
tí hann var noyddur at koyra
bussin sjálvur. Túrurin aftur
og fram var 6136 kilometrar.
Men tað gekk væl, tí Jó
hanna í Ytsthúsi virkaði sum
stýrimaður, og hon syrgdi
eisini fyri, at hann ikki breyt
hvílireglurnar.
Tá ið tey fóru at fyrireika
seg til ferðina til Moldova,
ávaraðu fleiri fólk tey. Tað var
óðamannaverk at fara til tað
korrupta landið Moldova.
– Eg eri soleiðis, at tá ið eg
fái mótstøðu, seti eg í meg at
gjøgnumføra tað, sigur Ansk
ar Hansen.
Tey
koyrdu
gjøgnum
Rumenia til Moldova, og
tað tók nakrar tímar, til tey
sluppu inn í Moldova.
Eisini í hesum hjálpti
danska parið teimum.
– Og tá ið vóru komin um
markið, møttu vit tí øvugta
av tí, sum vit vórðu ávarað
ímóti. Vit møttu bara blíð
skapi, takksemi og hjálpsemi.
Tað vóru ómetaliga fitt og
vinsom fólk, og vit rindaðu
ikki eitt oyra undir borðið
nakrastaðni,
siga
Anskar
Hansen og Jóhanna í Ytst
húsi.
Í Moldova gistu tey hjá
danska trúboðaraparinum,
sum býr í einum sigoynara
vogni saman við sínum
tveimum vaksnu synum.
Anskar og Jóhanna upplivdu,
hvussu væl umtókt danska
parið er. Øll kendu tey.
Í Neyðhjálparbussinum
høvdu Anskar og Jóhanna
fimm tons av neyðsynjar
vørum. Tað vóru klæðir,
skógvar, køksting, sengur,
barnavognar og annað. Alt
av høgari góðsku. Skógvar
og seingjaklæðir var alt
óbrúkt.
Prátaðu við fólk
Tey steðgaðu í fýra dagar í
Moldova og vóru eisini við
til at býta ein part av neyð
synjarvørunum út. Tey fingu
prátað við hesi fólk, tí danska
Charlotte Petersen dugdi
málið.
Áðrenn tey fóru úr Før
oyum, vóru tey ein dag á
útvarpsrásini
Lindini
og
greiddu frá ferðini til Mol
dova. Tey bóðu um stuðul og
fingu 20.000 krónur inn.
Peningin brúktu tey til at
keypa mat fyri í Moldava.
Maturin kom sera væl við,
tí tey møttu nógvum svong
um fólkum, sum ikki høvdu
eitt oyra at keypa mat fyri.
Neyðin í Moldova er
ómetaliga stór, og tað er
meira sjáldan, at neyðhjálp
kemur til landið.
Við neyðhjálp á
Nógv nýgift hjún fara á brúdleypsferð til okkurt
eksotiskt stað. Anskar Hansen og Jóhanna í Ytsthúsi í
Klaksvík valdu heldur at fara við Neyðhjálparbussinum
til fátæka landið Moldova við fimm tonsum av
neyðsynjarvørum. Ein ótrúlig uppliving, siga tey bæði
Anskar Hansen og Jóhanna í Ytsthúsi
saman við sigoynarahúski í Moldova