fríggjadagur 17. mai 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í føroyskum dansi
Hon hevur higartil arbeitt
í einum mentanarhúsi í Lüd
enscheid nærhendis Dort
mund, men er í løtuni við at
flyta.
– Eg havi júst skift arbeiði
og skal flyta til Fehmarn, ið er
ein oyggj í Norðurtýsklandi,
har Puttgarten liggur. Eg
skal vera tað, tey rópa event
manager innan ferðavinnuna,
og tað vil siga, at eg havi
ábyrgd av øllum tiltøkum á
oynni, sigur Andrea Opielka.
Hetta fevnir um alt, ið
hevur við ferðavinnu at
gera.
– Eg skal hava ábyrgd
fyri øllum tiltøkum, heilt frá
mentanartiltøkum umvegis
barnatiltøk
til
festivalar
og HM í surfing, sum eisini
verður á Fehmarn, sigur
Andrea Opielka.
Hetta hevur sínar vansar
við tað, at hon verður serliga
nógv upptikin um summ
rarnar, men tað hevur eisini
sínar fyrimunir.
– Ferjusamband er millum
Puttgaten og Rødby, og tað
merkir, at eg eri ikki meiri
enn tveir tímar burtur frá
Keypmannahavn við ferju,
sigur Andrea Opielka.
Limur í Fótatraðk
Tilknýtið til dansifelagið í
Keypmannahavn, Fótatraðk,
byrjaði fyri fleiri árum síð
ani.
– Eg búði í Keypmanna
havn frá 2005 til 2007, og tá
var eg limur og dansaði so at
siga hvørt sunnukvøld. Síðani
var eg ikki við í nøkur ár, men
meldaði meg inn aftur í 2011,
sigur Andrea Opielka.
Hon fær ikki verið við
hvørja ferð, men roynir at
halda seg til almenna dansin,
sum felagið skipar fyri.
– Tey hava eitt alment
dansikvøld í september og
so føstudansin, og har royni
eg at vera við. Eisini havi eg
roynt at verið við til ment
anarnáttina, tá tey eisini
dansa, og til jólaveitslurnar,
sigur Andrea Opielka.
Vanliga hevur hon tikið
flogfarið frá Düsseldorf, og
tað kostar 100 evrur, umleið
750 krónur, og tað heldur hon
er ikki so galið.
– Men nú, tá eg flyti til
Fehmarn snýr tað seg um
tveir og ein hálvan tíma og
150 krónur, so tað er einki,
sigur Andrea Opielka.
Hon heldur sostatt sam
bandið við Fótatraðk viðlíka,
og skapar alla tíðina nýggjar
vinir.
– Frá teirri tíðini, tá eg
búði í Keypmannahavn frá
2005 til 07, eru bara ein ella
tveir limir eftir, alt hitt er
skift út. So eg fái alla tíðina
nýggjar vinir, sigur Andrea
Opielka.
Hon var við til landsdansi
stevnuna fyri seks árum
síðani, og bara tvey av teim
um, ið vóru við tá, vóru við
nú, hon aftur var til lands
dansistevnuna, sum í ár var í
Runavík um vikuskiftið.
Vitjaðu í Nólsoy
Hon heldur, at tað er ógvuliga
gott at ferðast saman á
hendan hátt.
– Tú lærir fólk nógv betur
at kenna á hendan hátt, sigur
Andrea Opielka.
Tey hava verið saman á
ferðini til Føroya í sambandi
við
landsdansistevnuna,
sum hesaferð var í Runavík
um vikuskiftið. Ferðalagið
við teimum 14-15 limunum
úr Fótatraðk kom til Føroya
hóskvøldið, og fríggjakvøldið
vitjaðu tey so í Nólsoy.
– Tað var eitt ógvuliga
hugnaligt
kvøld,
heldur
Andrea Opielka, og leygar
dagin fylgdust bæði feløgini
so inn á Runavík til lands
dansistevnuna.
– Eg kenni fleiri føroyskar
dansarar,
og
fekk
eisini
heilsað upp á fleiri teirra á
landsdansistevnuni. Tá eg
var í Føroyum í sambandi
við serritgerðina, ferðaðist
eg runt í landinum at kanna
dansin. Eg var millum annað
í
Sumba,
Klaksvík,
Eiði,
Nólsoy og Skálavík, fyri at
kanna ymisku dansiløgini, og
eg kenni nógv fólk frá teirri
tíðini eisini, sigur Andrea
Opielka.
Tá hon vitjar í Føroyum,
býr hon hjá vinum, hon eig
ur her, men serliga er tað hjá
Rasmus Joensen, formann
inum í Sláið Ring.
Sum eitt stutt ískoyti
kann nevnast, at serritgerð
hennara í 2011 varð umsett
til danskt, og bókin fæst í
bókahandlunum kring land
ið.
Hon fór til Danmarkar
aftur mánadagin og víðari
til Dortmund týsdagin, har
næstu dagarnir ganga við
at pakka og síðani flyta til
nýtt umhvørvi og nýggjar
uppgávur á Fehmarn.
Andrea Susanne Opielka kennir nógvar
føroyskar dansarar, og flestu føroysku
dansarar kenna - ella í minsta lagi vita - um
hana. Serritgerð hennara er umsett til danskt
og fæst í bókahandlunum kring landið
Mynd: Álvur Haraldsen
Sum 19 ára gomul
var eg fyri fyrstu ferð í
Føroyum. Tað var í teirri
tíðini, at tú skuldi bíða í
Føroyum frá mánadegi til
mikudag á veg til Íslands