Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Hon er fødd og uppvaksin í Hagen nærhendis Dortmund, og í mun til flestu europearar kom hon longu sum átta, níggju ára gomul at kenna Før­oyar sum eitt land. – Vit áttu eitt spæl, ið kall­ að­ist Europareisen, sum vit ofta spældu, tá eg var um handan aldurin. Tú skuldi velja at búgva í einum landi í Europa, og so skuldi tú ferð­ ast til øll hini londini í heims­ partinum, og tann, sum var fyrstur, vann. Tá valdi eg at búgva í Íslandi og í Føroyum, og tí visti eg, hvar tað var, sigur Andrea Opielka. Hon helt tað vera rættiliga stuttligt, tí Føroyar lógu so langt burtur frá har, hon búði. – Sum 19 ára gomul var eg so fyrstu ferð í Føroyum. Tað var í 1994, og eg var saman við mínum foreldrum á veg til Íslands. Tað var tá tú skuldi bíða í Føroyum í tveir dagar, fyri at sleppa víðari til Íslands, sigur Andrea Opielka. Tað var kortini ikki fyrr enn í 2000, at hon tók avgerð um at skriva eina serritgerð í føroyskum dansi. – Eg læs tá tónleikavísindi, lista­søgu og týskar bók­ment­ ir á universitetunum í Heid­ el­berg og Bochum. Seinni fór eg at undirvísa, men eg kendi á mær, at tað var so inni­kroyst, at eg hevði brúk fyri at sleppa út í lívið aftur, sigur Andrea Opielka. Í Føroyum á hvørjum ári Hon hevði lisið nakað um Før­oyar og føroyskan dans á ferðini til Íslands, so hon hevði eina góða hóming av, hvat føroyskur dansur snúði seg um. – Upprunaliga hevði eg ætlað mær at skriva serri­t­ gerð um opera, tí tað dámdi mær væl, og eg hevði eisini arbeitt á fleiri operahúsum, sigur Andrea Opielka. – Men so hugsaði eg, at tað vóru so nógv, ið høvdu skriv­ að serritgerð um opera, so eg valdi at skriva serritgerð um føroyskan dans í staðin, tí tað vóru tað ikki so nógv, ið høvdu gjørt, og so slapp eg eisini til Føroya at upp­ liva nakað, sigur Andrea Opielka. Hon var so í Føroyum fyrstu ferð í sambandi við ser­ritgeðina í 2001. – Eg ferðaðist so runt í fleiri føroyskum bygdum og býum í sambandi við serrit­ gerðina, og kom í samband við fleiri føroysk dansifeløg og fleiri føroyskar dansarar, sigur Andrea Opielka. Síðani er tað vorðið til nógvar føroyatúrar hjá týska doktaranum í føroyskum dansi. – Eg havi eftir hondini vitj­að í Føroyum eitt stað mill­um 20 og 25 ferðir. Eg havi verið í Føroyum á hvørjum ári síðani 2000 og á ólavsøku á hvørjum ári síðani 2002. Umframt havi eg eisini verið í Føroyum um veturin, meðan eg granskaði føroyskan dans og eisini til fleiri ársveitslur. So til samans rokni eg við, at eg havi verið í Føroyum millu­m 20 og 25 ferðir, sigur Andrea Opielka. At byrja við var tað stór­ sligna náttúran, ið dró, men síðani hevur hon eisini fingið fleiri góðar vinir í Føroyum. – Tað eru fleiri, sum siga við meg, »Vælkomin heim«, tá eg komi til Føroya, sigur Andrea Opielka. Sjúrðarkvæðið Ein av orsøkunum til, at Før­ oyar draga, er hennara stóri áhugi fyri føroyskum dansi. – Mær dámar sera væl føroyskan dans, og tað er jú náttúrligt eftir sum eg havi skrivað serritgerð um evnið, sigur Andrea Opielka. Hon kvøður eisini sjálv, tó at henni ikki dámar at skipa í Føroyum. – Viðhvørt ferðist eg runt til ymisk universitet í Týsk­ landi, har tú kanst læra norður­lendsk mál, eisini før­oyskt, og har haldi eg so ein fyri­lestur um føroyskan dans. Tá plagi eg at tríva í nøkur ørindi, oftast av Sjúrðar­kvæðnum, men tað verður bara til 20 ørindi ella so, sigur Andrea Opielka. Annars dugur hon eini 7-8 kvæði, men heldur seg sum nevnt til at kvøða við. – Eg tími ikki rættiliga at skipa, tá tað eru so nógv fólk, sum duga at kvøða við, sigur hon. Týskari er doktari – Í fyrstani var tað náttúran, ið dró, men síðani er tað vinaskarin, ið fær meg at koma til Føroya aftur ár undan ári, sigur Andrea Susanne Opielka, ið fyri tíggju árum síðani valdi at skriva serritgerð í føroyskum dansi, og nú er doktari í dansispølum So hugsaði eg, at tað vóru so nógv, sum høvdu skrivað serritgerð um opera, so eg valdi at skriva serritgerð um føroyskan dans í staðin