Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Herferðin ímóti royking, sum startaði í 2004, hevur ikki bara fingið fólk at leggja av at roykja. Hans Pauli Strøm, fyrrverandi lands­stýris­ maður, sigur, at herferðin hevur eisini havt eitt annað úrslit, sum ikki var til­ætl­að, men sum kortini varð ein nátúrligur partur av gøtumyndini í Havn. Og tað er, at fleiri og fleiri matstovur eru farn­ ar at borðreiða og skeink­ ja uttandura. - Tá ið forboðið ímóti at roykja á almennum støðum varð sett í verk, var ikki ein tann einasta mat­stova, sum borðreiddi, ella skonkti, uttandura, sig­ur hann. - Tá ið tað varð bannað at roykja innandura, fóru mat­stovur og skeinkistøð at seta upp stólar og borð uttan­dura til roykjarar. Men tað ment seg skjótt til, at tey eisini fóru at borðreiða við mati, og at skeinkja, uttandura og nú eru uttandura kafé´ir ein natúrligur partur í gøtu­myndini, sigur Hans Pauli Strøm. móti aðist ROYKING Sløkkja sigarettina Roykipolitikkurin hesi seinastu árini hevur borið frukt, tí føroyingar eru farnir at leggja av at roykja, sum ongantíð fyrr. Landsstýrismaðurin í heilsumálum og formaðurin í Fólkaheilsuráðnum siga, at átøkini ímóti royking halda fram Hendan talvan vísir gong­ d­ina í inn­flutn­ingi­num av sigarett­um, tubbakki og tubbaks­vør­um hesi sein­ astu 10 árini, frá 2003 til 2012. Sum tað sæst, er inn­ flutn­ingurin mink­að­u­r heili 35,3 prosent hesi sein­astu 10 árini. Longu frá 2004 til 2005 mink­aði innflutningurin rættiliga nógv, men síðani stóð hann í stað í nøkur ár, og kanska hevði enntá hug at veksa, áðrenn hann av álvara aftur tók til at minka í 2009. 35,3% Ár Tons Vísital 2003: ........................... 95.889,5...........................100 2004: ........................... 94.529,1 .........................98,6 2005: ........................... 80.304,2..........................83,7 2006: ........................... 82.668,6..........................86,2 2007: ........................... 83.822,0..........................87,4 2008: ........................... 80.179,0..........................83,6 2009: ........................... 65.513,2..........................68,3 2010: ........................... 69.400,9..........................72,4 2011: ........................... 68.394,3..........................71,3 2012: ........................... 62.087,1..........................64,7 Eitt óætlað úrslit Ógvuliga gleðilig tíðindi um royking Áki Bertholdsen - Vit skulu ikki taka okkum alla æruna. Men í øllum før­ um fegnast vit. Pál Weihe, formaður í Fólka­heilsuráðnum sigur, at tað eru deilig tíðindi hjá honum at fáa at vita, at inn­ flutn­ingurin av tubbak­ki er fallin meiri enn ein trið­ing hesi síðstu 10 árini. Hann heldur ikki, at Fólkaheilsuráðið, ella før­ oyskir myndugleikar, kun­ nu taka sær allan heið­urin fyri tað. - Tað er rákið um stóran part av heiminum, at fólk royk­ja minni og minni og tað rákið er eisini komin inn á okkum, sigur hann. Hinvegin staðfestir hann eisini, at seinastu ár­ ini hevur nettupp royk­ing verið tað økið, Fólka­heilsu­ ráðið lagt størsta dentin á, helst ímillum børn og ung. Serliga hava tey lagt dent á átøk, sum skulu forða fyri, at børn og ung fara at roykja yvirhøvur. Fólkaheilsuráðið sigur, at yvirskipaða endamálið er, at tey, sum eru fødd í 2000 ella seinni, skulu ongan­tíð fara at roykja. Tí verða átøk nú fyri­ skip­að í samstarvi við skúlar­nar við tí endamáli at halda allar 6. flokkarnar royk­frí­ar. Neyðugt við átøkum Annars vísir Pál Weihe á, at Fólkaheilsuráðið hevur givið landsstýrismanninum í Heilsumálum sjey tilmæli um, hvussu tað ber til at minka um roykingina. - Vit eru púra samd við landsstýrismannin, tá ið hann í Sosialinum miku­ dag­in segði, at tollfríur inn­ flutn­ing­ur av tubbakki eig­ ur at avtakast. Hann heldur eisini, at prísurin á sigarettum eig­ ur at verða settur upp, tí tað er ein royndur lutur, at prísurin hevur stóra ávirk­ an á nýtsluna. Í hesum sambandi held­ ur hann, at tað hevði verið hóskandi, at prísurin á sigarett­um hækkar 10%. Fólkaheilsuráðið mælir eisini til, at lógin verð­ur herd soleiðis, at tað als ikki verður loyvt at roykja á øllum matrikul­num­mar­ i­num hjá skúlum og dag­ stovn­um til børn, hvør­ki inni ella úti. - Tað eigur heldur ikki at verða loyvt at roykja í húsum, har børn eru í dag­ røkt. Tað er longu bannað at roykja innandura og Pál Weihe hevur áður ført fram í Sosialinum, at tað kann ikki vera meiningin, at lærarar og pedagogar bara kunnu fara út í tún at roykja upp í andlitið á børn­ unum, samstundis sum roynt verður at prentað nið­ur í tey, hvussu skaðiligt, tað er. - Royking skal slett ikki verða forbundin til støð, har børn eru, tí tað er í barnaárinum, at ringir van­ ar verða gróðursettir, held­ u­r Pál Weihe. Í­ hesum sambandi kann nevn­ast, at hetta stigið hava fleiri myndugleikar longu tikið. Eitt nú hevur Tórs­havn­ar Kommuna bann­að royking á øllum matrikul­nummarum hjá skúlum og og dagstovnum í kommun­uni. Tað sama hevur skúlin á Toftum gjørt og kanska aðr­ir stovnar við. Skeið í avvenjing Pál Weihe heldur somu­ leið­is, at størri dentur eigur at verða lagdur á at bjóða fólki skeið í at leggja av at roykja. Hesi skeið skulu ikki bara í miðstaðarøkinum, men kring alt landið. Talan skal vera um vælskipað til­boð og vit eiga at lýsa væl og virðiliga við hesum skeið­um. Tað heldur hann er neyðugt, tí hjá einum stór­ roykj­ara, er tað eitt ódnar­ tak at leggja av. - At fáa minkað um royk­ingina er eitt drúgt og tungt hál, men tað er ógvuliga eggjandi at fáa at vita, at tað virkar og at innflutningurin at tubbakki er í stórari mink­ ing, sigur Pál Weihe. Tað eru deilig tíðindi, at innflutningurin av tubbakki er minkaður so nógv, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum