Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Hvítusunnudag fara klaks­ víkingar um Suðuroyarfjørð. Teir vita, at avbjóðingin, sum bíðar teimum 2. hvítu­sunnu­ dag í Trongisvági, har teir í morgin fara at taka nýggja felagshúsið í nýtslu, er risa stór. – Teir vóru her norðuri í 1. umfari, og vit vunnu 3-0. Ta ferðina høvdu teir risa møguleika at leggja seg á odda, og tað koppaði okkara veg eftir stórt verjumistak. Síðani hevur TB víst, at tað býr nógv í teimum, so tað er einki at ivast í, at okkum bíðar ein stór avbjóðing, sig­ ur royndi KÍ miðvallarin Atli Danielsen. KÍ var fyri viku síðani part­ur av 1-1 uppgerð ímóti Víkingi. Ta ferðina varð mið­vallarin Ivan Joensen vístur av vølli tíðliga í 2. hálv­leiki, og harvið er hann leik­bann­aður hesa ferð. Tað er stórur smeitur hjá KÍ, tí tað er einki at liggja omaná, at fótbóltsspælið hjá klaks­ víkingum er hópin betri, tá ið Ivan Joensen er við. Sann­ líkast verður Henry Heinesen sentralur miðvallari. Hann er óførur stríðsmaður, og tann dygdin er góð ímóti TB. Í Gundadali síðsta sunnudag vóru tvøramenn ógvuliga av­gjørdir og sannførandi í nær­dystunum. Álvur F. Christiansen fór skaddur av vøllinum í Gøtu. Hann hevur ikki vant við fullari ferð í vikuni, men tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla mánadagin. TB venjarin, Hans Fróði Hansen, iðrar seg um fleiri av úrslitunum higartil, tá ið hann tekur saman um fyrsta trið­ingin av kapp­ingar­ár­ inum: – Tað var bara í Sørvági, at vit vóru orduliga niður­ spældir og taptu so rudduliga. Í øll­um hinum dystunum – bæði á heimavølli og á útivølli – hava vit havt møguleika fyri at vinna fulla úrtøku. Við av­rik­inum í Klaksvík í huga er tað ikki so torført at fylgja TB venjaranum, sum hevur sína frágreiðing uppá, hví klaks­víkingar hava vunnið so nógv stig: – Tað er ógvuliga tætt mill­ um liðini. Ávísir spælarar eru orsøk til, at summi lið vinna meiri enn onnur. Hjá KÍ eru tað Hjalgrím Elttør og Páll A. Klettskarð, sum ofta vísa seg at vera munurin, sigur TB venjarin. Allir TB spælararnir eru tøkir, og tað er kapping um plássini. Fleiri av yngru monn­unum á besta liðnum vóru við, tá ið næstbesta TB liðið miku­kvøldið vann 2-0 á heima­vølli ímóti FC Suðuroy, og fleiri av yngru KÍ spæl­ arunum vóru við, tá ið næst­ besta KÍ liðið mikukvøldið vann 3-1 á útivølli ímóti B71. joannes@sosialurin.fo ítróttur fótbóltur effodeildin upptakt Stór avbjóðing bíðar KÍ Hóast teir í fyrsta umfari taptu stórt í Klaksvík, so eru báðir partar samdir um, at tað vóru smálutir, ið vóru orsøk til, at tað tá koppaði heimaliðnum til fyrimunar Í NSÍ halda fokusera teir á avrikið fyrsta stóra partin av dystinum í Fuglafirði, tá ið talan var um trivaliga leiðslu, áðrenn tað at enda kiksaði orduliga Grannauppgerð verður við Løkin 2. hvítusunnudag. Víkingur fer út um Gøtueið. Felags fyri bæði liðini er, at tey fyri viku síðani vóru í góðari støðu at vinna fulla úrtøku, og at tað endaði javnt. Serliga meint kendist hetta hjá NSÍ, sum inntil tað restaði eitt korter var framman­fyri, men so mistu teir gulu og svørtu 3-0 leiðslu, sum varð broytt til 3-3 Allir NSÍ spælararnir eru tøkir. Hjá Víkingi eru tvey ivamál. Í 1. hálvleiki ímóti KÍ noydd­ust bæði Hans Jørgen Djurhuus og Jann Ingi Petersen skaddir av vøll­inum. Tað sá álvarsligt út, men tíbetur vísti tað seg, at einki varð brotið. Talan var í báðum førum um lið­bands­ skaða. Hvørki Hans Jørgen ella Jann Ingi hava í vikuni vant saman við hinum. Víkingarnir venja í kvøld og aftur í morgin. Tað verður vónað, at miðvallararnir báðir verða førir fyri at spæla mána­dagin. Í NSÍ fokusera tey á stóru løtuna ímóti ÍF, tá ið tað gekst væl. Um tað eydnast at vinna fulla úrtøku, so fer NSÍ at lyfta seg upp um Víking á støðutalvuni. Tá ið liðini hittust í Gøtu í 1. umfari var Finnur Justinussen tvífaldur málskjútti hjá heimaliðnum, sum vann 2-1. joannes@sosialurin.fo Stór ivamál í Sarpugerði Striltið hjá 07Vestur Serfrøðingar í javnleiki vitja á Argjum Fýra tær seinastu ferðirnar í landskappingini hava fugl­firðingar verið partur av javnleiki. Og í øllum dyst­unum hevur tað staðið á hjá ÍF, áðrenn tað hev­ur eydnast at stríða seg inn í aftur dystirnar. – Tað boðar frá góðum morali, men tað hevði verið væl lættari, um tað hevði eydnast okkum at lagt okkum framum, held­ ur Albert Ellefsen, venjari hjá ÍF. Kanska hevði tað staðið øðrvísi til hjá AB, um tað í fyrsta umfari hevði eydnast at vunnið úr­tøku í øllum kuldanum í Fuglafirði. Tá skoraði inn­skifti Bartal Eliasen sigurs­málið til 2-1 fimm minuttir undan leikloki. Hjá ÍF er miðvallarin Bogi Reinert Petersen tøk­ ur aftur, eftir at hann fleiri tær seinastu ferðirnar hevur verið skaða­darv­ aður. Nenad Saric er darv­ aður av vøddaskaða. Sein­ astu ferðirnar hevur Heri Nesá vunnið fast pláss á liðnum. Á Argjum vóru teir nøgdir við leikliga avrikið í Sørvági, har úrslitið var 1-1. AB bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum, og nú vóna teir, at hann fer at verða veruleiki. Í Sørvági varð Jobin Drangastein víst­ur av vøllinum. Tí er hann leikbannaður í morgin, tá ið fyrsta bríkslið á Argjum verður klokk­an 16.00. joannes@sosialurin.fo Tá ið 07 Vestur í 2. umfari vann sannførandi 4-1 heima­sigur á TB, luktaði tað av upp­reisn eftir 4-0 tapið í fyrsta umfari í Streym­nesi. Síðani sig­ urin á TB hevur 07 Vestur spælt sjey ferðir í lands­ kapp­ingini, uttan at tað hev­ur eydnast at vinna. Stóri heimasigurin á 07 Vestur í fyrsta umfari bendi á, at meistararnir í EB/Streymi vóru væl fyri. Síðani gekk tað leingi illa. Nú hevur gingið sum eftir ánni. EB/Streymur hevur vunnið tvær tær seinastu ferðirnar í lands­kapp­ ingini og kvalifi­serað seg til hálv­finaluna í steypa­ kapp­ingini uttan at nakað mál er farið ígjøgnum. Í báðum legunum – í Vágum og í Sundalagnum – verður sagt, at allir spæl­ ararnir eru tøkir. joannes@sosialurin.fo 10 18-05-2013 kl. 16:00 AB - ÍF 10 20-05-2013 kl. 15:00 B36 - HB 10 20-05-2013 kl. 15:00 NSÍ - Víkingur 10 20-05-2013 kl. 15:00 07V - EB/Str. 10 20-05-2013 kl. 15:00 TB - KÍ 10. umfar Effo-deildin: Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 9 7 2 0 22 5 +17 23 2 KÍ 9 4 4 1 23 15 +8 16 3 Víkingur 9 4 2 3 12 14 -2 14 4 ÍF 9 3 4 2 19 18 +1 13 5 NSÍ 9 3 3 3 13 15 -2 12 6 EB/Streymur 9 3 2 4 18 13 +5 11 7 B36 9 2 5 2 14 11 +3 11 8 TB 9 2 4 3 9 15 -6 10 9 07 Vestur 9 1 4 4 11 20 -9 7 10 AB 9 0 2 7 7 22 -15 2