Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 17. mai 2013 · Nr. 56 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur effodeildin upptakt ítróttur B36 má steðga HB Dystirnir í dystinum: Skal nakar spenningur verða í landskappingin hetta kappingarárið, so verður onkur noyddur at steðga HB-tokinum. Í fyrsta umfari í hesum kappingarárinum vísti B36, at tað ber til, men nógv er broytt síðan tann dagin í Gundadali, tá B36 helst átti at havt vunnið á núverandi oddaliðnum Tróndur Arge Tað var ongin ivi. B36 var omaná og fótbólturin var spenn­andi. Gilli Sørensen og Adeshina Lawal vóru nýggir á lið­num og teir sprutl­aðu av fót­bólts­gleði. Sama gjørdi ein endur­føddur Lukasz Cieslewicz og á mið­vøllinum spældu Súni Olsen og Róaldur Jakobsen í lands­liðs­ flokki. Í miðverjuni stóð ungi Hørður Askham royndina, meðan Martin Pedersen vísti tær dygdirnar, sum í sínari tíð steðgaðu Cristiano Ronaldo. Liðið hjá HB hevði ilt við at fóta sær á vøllinum. Verj­ an fekk ikki møguleika at spæla bóltin upp og hvør feil­ avlevering var revsað. Á miðj­ uni vóru Fróði Benjaminsen og Bárður Olsen við undir­ lutan, meðan Símun Samuelsen og Christian R. Mouritsen, blivu væl ansaðir á vengr­unum. HB fekk eitt stig, men tað var ikki uppi­ borið. Spælið var uttan hug­ flog og veikleikar vóru at hóma hjá FM favorittunum. Í dag er støðan ein onnur. B36 hevur mist flogið, meðan HB er flúgvandi. Nógvir skað­ar og óstøðug avrik hava sent B36 heilt niður á sjeynda pláss, meðan HB hevur trumlað alla mótstøðu nið­ur og liggur á við heili sjey stigum. Skjóta og spennandi álops­ spælið hjá B36 er avloyst av tilfeldigum sendingum og ein­um álopi uttan bit. Í HB hev­ur miðvøllurin við Heina Vatns­dal og Fróða Benjaminsen bart alla mót­ støðu niður, meðan Símun Samuelsen, Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen og Andrew av Fløtum hava borðreitt við flót­andi álopsspælið. Í verjupartinum hjá B36 hev­ur verið tætt, men 4-1 ósigurin fyri EB/Streym hevur hálað ein skugga yvir annars góður avrikini í verju­part­inum. 11 mál ígjøgnum í níggju dystum er ikki so galið, men tað hjálpur lítið, tá mótstøðu­liðið, HB, bara hevur latið fimm mál ígjøgnum fyri eins nógvar dystir. Eftir øllum brøgdum vinn­ ur HB grannauppgerðina móti B36, men tá talan er um fót­bólt, so telja tøl og ábend­ ingar einki, tá talan er um arva­fígginda og granna­upp­ gerð. Men skal tað fram­vegis verða spenn­ingur í Effo- deildini, er tað tídningar­ mikið at B36 í misnta lagið fær stig. Høgni Eysturoy B36 Símun Samuelsen HB Verður Høgni Eysturoy á høgra bakki hjá B36, so verður tað hansara upp­gáva at steðga einum væl­spæl­ andi Símuni Samuelsen. Tá HB finnur útav at spæla Símun í tómøkið aftanfyri verj­una og vágbingurin hevur ein góðan dag, er tað ringt hjá øllum liðnum í Før­ oy­um at steðga honum. Hinvegin so ber tað til. Ein møguleiki er at steðga avleveringini í upp­spæl­ inum. Hin møguleikin er at høgri bakkurin, við góðari hjálp frá miðvallaranum í høgri og miðverjuni, vinnur tvídystin móti Símuni. Hetta kann blíva ein av­ gerandi dystur í dyst­inum. Súni Olsen og Róaldur Jakobsen B36 Heini Vatnsdal og Fróði Benjaminsen HB Slagið um miðjuna verður av­gerandi. Hjá báðum lið­ num er talan um ein roynd­ an landsliðsspælara og ein fyrrverandi U21 lands­liðs­ spælara. Súni Olsen og Fróði Benjaminsen hava spælt yvir hundrað landsdystir saman­lagt, meðan bæði Róaldur Jakobsen og Heini Vatnsdal hava spælt fast á U21 landsliðnum. Meðan miðvøllurin hjá HB er krops­liga sterkur, so er egin­leikarnir við bólti fleiri á mið­vøllinum hjá B36. Tí kann tað blíva av­ ger­andi fyri slagið á mið­ vøllinum hvat tað verður fyri dystur. Verður tað ein harður dystur við nógvum nær­dystum, so er sannlíkt at mið­vøllurin hjá HB vinn­ur slagið, men verður tað hin­ vegin skjótt spæl, so hev­ur B36 bestu kortini á hond­ini. Lukasz Cieslewicz B36 Jóhan T. Davidsen HB Tað er framvegis óvist um Lukasz verður tøkur til dyst­ in. Verður hann tað, so verð­ ur tað helst upp til Jóhan Troest Davidsen at steðga honum. Tað eydn­aðist ikki seinast liðini spældu, men skaðar hava darvað kapp­ ingar­ár­inum. Lukasz Cieslewicz var lykilin til goða spælið í fyrru upp­gerðini millum liðini. Spurningurin er um Jóhan T. Davidsen hevur lúrt hann av til dystin mánkvøldið. B36 - HB 1-2 Talan verður um javnan og helst mál­ fátækan dyst. Báðar verjurnar eru stinnar og hava latið fægst og næstfægst mál inn í hesum kappingarárinum. Símun Samuelsen tykist verða í stórform, meðan Lukasz Cieslewicz ikki sleppur av við skaðan. Heini Vatnsdal var ikki við í fyrru uppgerðini, men er tøkur hesaferð og Jóhan Troest Davidsen nærkast helst eisini landsliðnum í hvørjum. Tí tippar Sosialurin 2-1 til HB. trondur@sosialurin.fo Verður Høgni Eysturoy (20) á høgra bakki hjá B36, so verður tað hansara upp­gáva at steðga einum væl­spæl­andi Símun Samuelsen Lukasz Cieslewicz var lykilin til goða spælið í fyrru uppgerðini millum liðini Myndir: Álvur Haraldsen