Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 56 · 17. mai 2013 2 VIKUSKIFTI Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Leygarkvøldið sleppa hyggjarar av Eurovision kappingini at hoyra ein spildurnýggjan sang frá Björn Ulvaeus og Benny Andersson. Teir báðir vóru helvtin av einum av størstu bólkunum í tónleikasøguni, ABBA, og hava skrivað eina langa røð av popphittum, sum fólk í øllum heiminum kenna. Nú hava teir aftur arbeitt saman um ein sang, sum er umbiðin til Eurovision finaluna, ið verður hildin í Malmø. Sangurin kallast We Write the Story, og tónleikurin er gjørdur í samstarvi við svenska DJ’in Avicii, sum eisini hevur hittað kring heimin við sínum tón­leiki. Sangurin verður framførdur, tá ið finalan í Eurovision byrjar leygarkvøldið kl. 20.00. – Vit eru ovurfegin um, at Benny, Björn og Avicii vildu gera okkum ein heilt serligan sang til Eurovision final­ una 2013, sigur Martin Österdahl, sum hevur samskipað arbeiðið við sang­ inum. Stuttlig uppgáva ABBA-menninir tóku væl ímóti hug­ skotinum, sum fyriskipararnir av Euro­ vision kappingini í Svøríki komu við. – Vit fingu eina frálíka frágreiðing um hugskotið við sanginum, og vit fingu eitt gott samstarv við Avicii um tónleikin. Hetta hevur verið stutt­ligt og inspirerandi at gera, siga Björn Ulvaeus og Benny Andersson sambært heimasíðuni hjá Eurovision kapp­ ingini. – Tað hevur verið ótrúliga spenn­andi at uppliva tvær av størstu út­flutnings­ vørunum hjá svenskum tónleiki sam­ starva tvørtur um ættarliðini, sigur Ash, sum er samskipari hjá Avicii. Fyri­ myndir Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Rói W. Ólavsson / Mynd: Little People klumman Simona Weihe ABBA-menninir Björn Ulvaeus og Benny Andersson hava skrivað nýggjan sang, sum skal framførast í Grand Prix finaluni leygarkvøldið. Teir hava gjørt tónleikin saman við Avicii Javnan hoyra vit um tannáringar í útlondum, sum taka seg av døgum, tí tey ongan útveg síggja sær burtur úr happing í skúlum, á fartelefonini ella á telduni. Hesi syndarligu sjálvmorð henda, hóast ljóskastari hevur verið settur á happing seinastu mongu árini. Sjálvmorðini eru bara tindurin. Í hølunum á teimum er eitt ótal av bangnum og vónsviknum børnum, sum hvønn einasta dag hava ilt í høvdinum ella í búkinum. Hesi smáu menniskju minka og krúpa inn í seg sjálv. Leggja lok á síni evni og missa soleiðis møguleikarnar at brúka førleikarnar fult út. Tá eg var barn og ikki tordi í skúla, so kendi eg meg veruliga sjúka og slapp frá at fara tann dagin. Tað var so deiliga friðarligt at vera heima. Ongin fartelefon og einki internet. Eitt trygt stað, sum lekti bangna barnasinnið. Í dag er happaða barnið friðleyst. Og so til nakað heilt annað, tó so við­ komandi álíkavæl. Fyri fleiri árum síðan var liðugt við dulnevndum lesarabrøvum í avísunum hjá okkum. Lesarabrævskrivarar skuldu nú ikki sleppa at brúka seg og so krógva seg aftan fyri dulnevni. Og tað vóru tey flestu glað fyri. Men hvussu er støðan í dag? Syndarlig, haldi eg. Tað er skelkandi at lesa óhøviskar og niðrandi viðmerkingar til greinar á ymsu tíðinda­portalunum. Bæði høvundarnir og tey, skrivað verður um, fáa ókvæmisorð oman yvir seg. Orðalagið er bara so ljótt. Og fær hetta fólk at halda seg aftur við at skriva og úttala seg, so missa vit øll. Eg vóni, at einaferð hava lesarar vant seg við hendan viðmerkingarmøguleikan og fara at vanda sær um orðini. Tey kundu í hvussu so er hugsað fyrst, síðan viðmerkt. Her haldi eg hesi vaksnu eru so ring fyri­ mynd. Og tað eru vit øll, sum eiga ábyrgdina av at læra børnini at hava virðing fyri sínum medmenniskjum. Men tá málburðurin er so ljótur, hugsa børn ivaleyst: so kann eg eis­ini. Soleiðis verður birt í happing. Tí eg haldi, hetta kann kallast happing. Kann samanberast við, tá vaksin sita og slatra um onkran (tað gera nøkur av okkum av og á) og gloyma at ansa eftir, so børn ikki hoyra. Av slíkum er nógv happing byrjað. Og eg óttist fyri, at happing nú er um at fáa ein nýggjan heimstað. So segði hann... Björn og Benny skriva søgu – Kvinnur hava lættari við at fara til lækna enn menn, hvat enn bagir. Menninir hava eisini verri við at tora at við­ ganga, at teir líða av tunglyndi Tórmóður Stóra, leiðari á Psykiatriska Deplinum, um orsøkina til, at tvær ferðir so nógvar kvinnur sum menn fáa heiligvág fyri tunglyndi Sangskrivarar og samskiparar: Björn Ulvaeus, Christer Björkman, Ash, Benny Andersson and Martin Österdahl mynd: Karin Törnblom