fríggjadagur 17. mai 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 56 · 17. mai 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Skrivari í Eysturskúlanum.
Hvat er tað besta við starvinum?
Sera skiftandi uppgávur, ótrúliga fittan stjóra og
starvsfelagar og ikki minst nógvir fittir næmingar,
sum støkka inn á gólvið á skrivstovuni.
Hvat ger teg í góðum lag?
Alt millum himmal og jørð ! Maður mín og synirnir,
serliga tá Kollafjarðar »humorurin« kemur til sjóndar,
gott veður, ein rennitúrur bæði í góðum og ringum
veðrið, ein proppfullur salur av fólki, sum eru komin
at spinna hjá mær, Bragdarkvinnurnar, sum so trúligt
møta upp til venjing, bindiklubburin við vinkonunum
og alt møguligt. Eri næstan altíð í góðum lag.
A ella B-menniskja?
Heilt sikkurt A-menniskja.
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Fyrr helt eg at kappróður var heimsins besta
ítrottargrein, so var tað aerobic. So fall eg fyri spinning
( innandura súkkling) sum eg undirvísi í enn, men einki
slær renningina. Eg elski at renna, serliga langar túrar,
men intervallini eru nú eisini komin á »mær dámar
listan« Rennitúrarnir reinsa sál og sinn, og eru sera
gevandi, serliga tá Bragdarkvinnurnar renna saman.
Bragdið hevur í vetur skipað fyri kirkjurenning, har
vit hava runnið sunnudagar millum kirkjur í Eystur
oynni og teir túrarnir hava verið fantastiskir.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Mær dámar best tónleik frá 80´unum, men okkurt av
tí nýggjasta poppinum er eisini gott. Toto og Freddie
Mercury kom eg at kenna, tá maðurin og eg komu
saman, so tað fyllir nokk so nógv í fløgusavninum.
Hvussu eru tínir matvanar?
Um maðurin slapp at svara, hevði hann sagt
»alternativir matvanar« ...Men eg eti hampuliga
sunt og hugsi um, hvat eg koyri í munnin og
eti meg ongantíð proppmettan. Tó dámar
mær eisini ein lekran drekkamunn.
Hvat gert tú
í frítíðini?
Bindi og gangi
túrar og eri saman
við familjuni. Elski
at verða við hús,
tá einki annað
er á skránni.
Hvat fert tú at gera í summar?
Í summar fara vit til Partille Cup og taka so eina
viku eyka í Svøríki. Tað eru vit sera spent til.
Og ikki at gloyma, so skulu húsini málast!
Hvør er tín lívrættur?
Mær dámar væl hvítt kjøt, lekrar
mattertur, annars ikki nakað ávíst.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Hyggi ótrúliga lítið í sjónvarp. Eg eri umringað
av mannfólki heima, so »zapparin« liggur sum
oftast í hondini á onkrum av teimum. Men
um eg onkuntíð sleppi framat, so eru tað
dokumentarsendingar, mær dámar best, ella tær
sendingarnar, har tey læra fólk at klæða seg.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Har er slett eingin bók. Havi lænt eina bók frá
mammu míni fyri fleiri mánaðum síðani og
satt at siga, liggur hon enn ólisin, men hon
fær hana ikki aftur, tí eg SKAL lesa hana.
Letur tú pengar ella aðrar gávur
ella tíggjund til góðgerðar
endamáls?
Er ein av óteljandi spurning
um, sum fjølmiðlar og tey, sum
hava gjørt sær ein lukrativan
vinnuveg burtur úr at kanna fyri
onnur forvitin, hvat vit halda um
alt millum himmal og jørð og
millum heims og heljar, í himni, á
jørð og í hel, spyrja okkum.
Meiningarkanningar eru
als ikki meiningarleysar, nú alt
verður vigað í prosentum og
prosentstigum.
Uttan prosentini vita vit
einki um, hvør støðan er. Og tað
er sjálvandi hent at vita, hvør
støðan er fyri at tekna eina støðu
mynd.
Sjálvur svari eg sjálvandi ja,
verði eg spurdur, um eg lati til
góðgerðir.
Eg lati hvønn einasta mánað
fátækratíggjund til arbeiðsleys,
kvinnur, sum eru upp á vegin og
tí ikki kunnu arbeiða í eitt ár, til
neyðstaddar fólkapensjónistar,
sum rópa eftir samhaldsfesti.
Við akattinum annars fer næstan
helvtin av lønini til góðgerðar
endamáls, 45 prosent.
Eg geri tað sjálvandi ikki
sjálvboðin. Men eg geri tað
kortini við stórari gleði, tí tvangs
sosialisma í okkara kapitalistiska
egoistiska samfelagi er fínasta
slag, sama hvat liberalistarnir
siga um tað. Tí teir stýra.
Men annars lati eg ikki eina
krónu við holi í til øll hini, sum
ganga á dyrnar og bidda. Skava
og tap, so fótbóltsliðið hevur ráð
at tapa. Føstulávintmánadag,
-týsdag og -mikudag eru eisini
biddaragongur.
Hóast nógv, sum bidda, bidda
pengar til arbeiði, sum kanska,
kanska, kemur mær til góðar
einaferð, tað fer at bróta í bæði
borð. Og hevði farið fýra borð, so
í øll fýra borð.
Men, no way. Eg vísi til
skattin.
Føroyingar eru kendir, eisini
uttanlands (Danmark), fyri at
vera leysir á hondini. Lata meira
upp á fólkið enn onnur fólkasløg,
tá neyðin í øðrum londum enn
okkara, og nú eisini okkara egna
neyð, krevur pengar.
Tá krossar í ymiskum litum
og 500 onnur koma á dyrnar
ella í postkassan ella órógva teg,
meðan tú arbeiðir.
Ítróttarfeløg eru hervilig at
bidda pengar. Í øðrum londum
fáa fótbóltsvenjarar sparkið, duga
teir ikki nóg væl at fáa sínar
menn at sparka, so teir tapa tveir
ella tríggjar dystir.
Í Føroyum fáa teir tvey ár
afturat í starvinum, tá teir hava
tapt hvønn dyst í tvey ár. Tað
kostar.
Føroyingar knarra og grenja
um, at alt kostar, og alt kostar alt
ov nógv.
Eini ráð eru tí at brúka
pengarnar til sín sjálvs í staðin
fyri at lata teir í hesa ella hasa
bússuna ella á kontuna hjá
øðrum.
Sum sagt so ofta og skrivað
næstan líka ofta eisini: pengar
eru ikki alt. Ein góð gerð kann
ikki metast í pengum.
Tað er tankin, sum vigar mest.
Hann telur 99 prosent.
Men neyðin er sanniliga stór.
Ikki bara í øðrum menningar
londum enn okkara landi.
Her hjá okkum livir (tey eru
ikki deyð enn) ein triðingur,
okkurt um 30 prosent, tvey
prosentstig fleiri enn fyri fimm
árum síðani, av fólkinum skeivu
megin hungursmarkið. Hóast
eingin veit, hvar tað markið er.
Ein triðingur er kortini nakað
minni enn í Norður-Korea.
Fólkapensjónistar, einsamallar
mammur og fólk í útbúgving
hava alt ov fá prosent at liva av.
Hvar í Guds væl røkta urta
garði er Jesus nú við sínum
tveimum makrelum og fimm
drýlum at metta hesi 5.000?
Teir høvdu gjørt mun.
Annars eru ráðini tey ikki at
gleiva uttan fyrst at fáa undir
skrivaða váttan frá mótpartinum
um, at hann ikki stingur av eina
ferð fyri allar, so skjótt sum
gingið er av.
Lati eg pengar til góðgerðar
endamáls? Ja, nógvar pengar.
Eg lati til ALS, Barsilsskipanina,
Samhaldsfasta og so framvegis.
Nógv prosent.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Ann Thomsen
lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
Lagið er altíð gott
– Eg eri næstan altíð í góðum lag, sigur havnar
kvinnan Ann Thomsen, sum millum annað verður
glað av manninum, synunum, góðum veðri og
einum rennitúri. Og so hevur hon matvanar,
sum maðurin kallar alternativar matvanar
Prosentneyð
Eg kundi hugsað mær at
vunnið nakrar milliónir í lotto!
...eg má heldur fara at spæla lotto