Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 56 · 17. mai 2013 8 VIKUSKIFTI Grand Prix Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hendan vikan er Grand Prix vika. Stóra Euro­vision sangkappingin er á skránni fyri 58. ferð, og Malmø í Svøríki er vertur fyri kappingina, har 39 europeisk lond hava sent umboð at syngja eina sang. Meiningarnar um Grand Prixið eru nógvar, og fordómarnir trívast væl. Alt er reint fjant og fjas, siga summi, meðan onnur veruliga dyrka og droyma um Grand Prix. Og onkrastaðni ímillum hesi finnist stóra fjøldin, sum hyggur og lurtar og kjakast um Grand Prixið. Í øllum førum siga sjónvarps­ hyggjaratølini, at áhugin fyri Grand Prixnum er stórur. Upp í 600 milliónir fólk hava okkurt árið fylgt kappingini í sjón­varpi, og eftir at kappingin eisini hevur verið stroymað á netinum, hava túsund­tals hyggjarar í fjarskotnum lond­um eisini fylgt við Grand Prixnum. Hugni Kristian Joensen í Klaksvík er Grand Prix fjeppari og fylgir væl við kapp­ ingini. Honum dámar væl hugnan, sum hann setur í samband við Eurovision kvøldini. – Eg minnist Eurovision aftur frá fyrst í 80’unum og eg seti tað í sam­ bandi við góðan fólksligan, og serliga væl minnist eg, tá Herrey's vunnu í 1984. Tað var ein sovorðin hugni yvir Grand Prix kvøldunum, og eg seti tey í samband við livandi ljós, okkurt gott at eta og so ta spennandi tónleika­kapp­ ingina, sigur Kristian Joensen. – Eurovision finalurnar tá vóru nógv hugnaligari, enn tær eru í dag, tí eitt flott symfoniorkestur spældi tón­ leikin, og í dag er alt innspælt áðrenn, og tað einasta, ið er live, eru røddir­ nar. – Tað góða við Eurovision er hugnin og sjálvandi tónleikurin. Rákið er eisini, at londini taka kappingina seriøst aftur, og til dømis hevur Bretland sent Bonnie Tyler, Holland Anouk og Týsk­ land Cascada. Norðurlond hava eisini seriøsar undankappingar og senda altíð virðilig umboð avstað. – Tað árið, tá ið Lordi vann, hevði eg hug at gráta, og kappingin broyttist til tað verri eftir tað. Nú byrjar Grand Prixið at líkjast sær sjálvum aftur, fleiri av londunum velja eisini at syngja á teirra móðirmáli, og tað er ein serlig sjarma við tí. – Í dag eru møguleikarnir við inter­ net­inum rættiliga stórir, og eg havi hesaferð sæð fleiri av undan­kapp­ing­ unum, og allir sangirnir, sum eru við í Svøríki, eru tráspældir í mínum heimi. Tað er næstan so, at eg eri troyttir av teimum, áðrenn finalan byrjar. Men enn eri eg ikki troyttur av danska og russiska sanginum, og vónandi vinnur annar teirra – helst móðir Danmark. Festdagur Føroyingar munnu verða millum tey fólkasløgini, sum fylgja lutvíst væl við í Grand Prixnum, men í okkara granna­londum verður eisini nógv gjørt burturúr – ikki minst í Íslandi. – Grand Prixið er ein festdagur í Íslandi. Bæði tá ið tann íslendska kapp­ ingin verður hildin, og tá ið europeiska kappingin er, gera íslendingar sera nógv burturúr. Óteljandi Grand Prix veitslur verða hildnar, og tað merkist veruliga í býnum, at tað er Grand Prix, sigur Jógvan Hansen, sum er búsitandi Eystureuropa hevur hertikið Grand Prixið. Grannalond atkvøða fyri hvørjum øðrum. Sangirnir nytta einki. Og alt er bara blivið til show og hálvnaknir kroppar. Meiningarnar og fordómarnir um Eurovision sangkappingina eru nógvir – og trívast. Men leygarkvøldið savnar kappingini hundraðtals milliónir av hyggjarum kring allan heimin hugni og endurtøkur Grand Prix • Fyrsta Eurovision kappingin varð hildin í 1956. • Kappingin í Svøríki er nummar 58 í røðini. • Upp í 600 milliónir fólk hava okkurt árið fylgt kappingini í sjónvarpi. • Írland hevur oftast vunnið Eurovision – heili sjey ferðir. Frakland, Luksemborg, Svøríki og Bretland hava vunnið kappingina fimm ferðir hvør. • Linda Andrews er fyrsti føroyski sangarin, sum luttekur í europeisku kappingini. – Eg mundi grátið, tá ið Lordi vann Kristian Joensen