fríggjadagur 17. mai 2013síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 56 · 17. mai 2013
9
VIKUSKIFTI
myndir: polfoto
»Eystureuropa hevur
hertikið kappingina«
Pástandur: Ofta verður ført fram, at tey
eystureuropeisku londini, sum eru nógv í tali,
hava sett seg á kappingina við at atkvøða fyri
hvørjum øðrum.
Andsvar: Vinnarar av Eurovision seinastu árini
hava verið Svøríki, Aserbajan, Týskland, Noreg,
Russland, Serbia, Finnland, Grikkaland, Ukraina
og Turkaland. Tað vil siga, at lond úr øllum
Europa vinna kappingina upp á skift.
»Øll atkvøða fyri
grannalondunum«
Pástandur: Grikkaland gevur Kypros sítt 12-
tal, Bosnia sendir stig til Kroatia, og Danmark og
Svøríki hjálpa hvørjum øðrum.
Andsvar: Hetta kann hava meira við felags
mentan enn loyalitet at gera. Ein tónleikari
í Svøríki hevur lættari við at gerast kendur í
Danmark enn í Bosnia, og poppljóðið í Litava
líkist meir ljóðinum í Letlandi enn í Bretlandi.
Vanliga vinnur sangurin, sum appelerar breiðast,
kappingina.
»Tað er blivið meira
show enn tónleikur«
Pástandur: Framførslurnar snúgva seg í nógv
størri mun um at hava eitt gott show, okkurt
festligt innslag ella at hava flott fólk í smáum
klædnapløggum á pallinum.
Andsvar: Ein góð framførsla kann ávirka
úrslitið og eisini gera munin, men í fjør vann
svenska Lorren, sum var einsamøll á pallinum
og sang ein góðan poppsang, ímóti nøkrum
russiskum ommum, sum skuldu gera nakað, ið
eingin annar hevði gjørt áður í Grand Prixnum.
í Reykjavík og hevur luttikið í íslendska
Grand Prixnum fleiri ferðir.
– Eg haldi, at íslendingar hava ein
herligan hugburð til Grand Prixið, tí
teir vilja at njóta kappingina og hava
tað gott, meðan teir fylgja við.
Journalisturin Inna Tørnroos er
búsitandi í Stockholm, og har er sum
vera man eisini áhugi fyri Grand
Prixnum, sum í ár verður hildið í
Malmø.
– Grand Prixið er ógvuliga stórt
í Svøríki, men í grundini er áhugin
fyri lokalu kappingini í Svøríki størri
enn fyri europeisku kappingini. Men
í ár merkist tað væl, at fjølmiðlarnir
fylgja væl við kappingini, nú Svøríki
er vertur.
– Sjálv haldi eg, at tað er keðiligt,
at kappingin ikki verður hildin her í
Stockholm, men rætt skal verða rætt.
Nú stóð Malmø fyri tørni at verða vert
ur, sigur hon.
Suppa
Tónleikaranum Finni Koba dámar væl
tankan um eina tónleikakapping, men
hann heldur lítið um støðið í kapp
ingini.
– Mær dámar væl grundhugsanina
um eina tónleikakapping, sum sameinir
evropeisku londini, sum í eitt kvøld
sleppa at syngja við hvør sínum nevi.
Tíverri er tað blivið soleiðis, at flestu
nevini syngja vánaligt. Og øll syngja á
enskum. Harvið undirgrevur kappingin
sítt egna endamál um evropeiskt marg
feldni, tí alt druknar í einari illa smakk
andi bretskari suppu, heldur Finnur
Koba.
– Tó so, fleiri varðar liggja eftir. Til
dømis Waterloo hjá Abba, báðar 80'ara
perlurnar hjá Johnny Logan, Diggi-loo
Diggi-ley, og ikki minst mín favorittur,
danska Dansevise hjá Grethe og Jørgen
Ingmann.
– Men tað er vorðið langt millum
snapsirnar. Og seinastu árini havi eg
sløkt, tí eg vil ikki útseta míni oyru
og heila fyri plastikk-tónleiki við líka
sælum teksti. Tað er beinleiðis skaðiligt,
heldur Finnur Koba.
Klichéir
Songkvinnan Malan Eyðunsdóttir held
ur, at Grand Prixið er dekan ov lætti
soppað.
– Eg havi ongantíð skilt, at summi
fólk kunnu vera so stórir Grand Prix-
fjepparar. Hóast onkrar perlur hava ver
ið gjøgnum ár og dag, so hevur tað altíð
verið dekan ov lættisoppað og kliché-
kent. Serliga, nú nærum øll londini eru
farin at syngja á enskum. Tað er ringt at
hoyra, hvat lag kemur úr hvørjum landi,
tí tey líkjast øll eftirhondini. Tað, haldi
eg, er sera harmiligt, tí tað var avgjørt
ein av sjarmunum við Grand Prix, at
tú kundi hoyra upprunatónleikin og
mentanina í løgunum hjá teim ymsu
londunum, heldur hon.
– Eg skal tó viðganga, at eg ofta
hyggi at Grand Prix, tá tað verður víst
beinleiðis í sjónvarpinum. Og eg haldi
tað vera sera undirhaldandi, tá onkur
roynir at koma við onkrum eitt sindur
provokerandi og stuttligum. Hóast
Lordi úr Finlandi ikki vóru beinleiðis
fantastiskir, so bleivst tú tikin á bóli.
Hesu ferð haldi eg, at Montenegro
høvdu eitt herligt íkast til semifinaluna,
sigur Malan Eyðunsdóttir.
Finalan í Eurovision kappingini
verður leygarkvøldið kl. 20.00.
1
2
3
3 fordómar um Grand Prixið:
– Alt druknar í illa
smakkandi bretskari suppu
Finnur Koba
– Tað er ringt at hoyra, hvat lag
kemur úr hvørjum landi, tí tey
líkjast øll eftirhondini
Malan Eyðunsdóttir
Upp í 600 milliónir fólk hava okkurt árið fylgt Grand Prixnum í sjónvarpi