fríggjadagur 17. mai 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 56 · 17. mai 2013
10
VIKUSKIFTI
Heilsa
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Bretska kringvarpið BBC sendi fyrst í
árinum sendingina »Eat, fast and live
longer«, har tíðindamaðurin og læknin
Michael Mosley vildi finna ein nýggjan
hátt at gerast frískari og liva longri.
Hann hevur áður gjørt sendingar um
heilsu og venjing, men hesaferð snúi
tað seg um mat. Áðrenn sendingina
hevði hann verið og kannað seg og
fingið at vita, at hann innan fyri stutta
tíð fór at fáa sukursjúku, um hann ikki
broytti sín lívsstíl.
Hann fór til tað stóra landið í vest
uri, USA, har nógv fólk ganga høgt upp
í ungdóm og góða heilsu.
Á einari rannsóknarstovu kom hann
í samband við 5:2 háttin at liva. Tað er
at eta sum vanligt í fimm dagar, hvørki
meira ella minni, og fasta í tveir dagar.
Ella íhvørtfall minka kaloriutalið niður
á 600 fyri menn og 500 fyri kvinnur
um dagin.
IGF-1
Við at eta á hendan hátt lækkaði hann
IGF-1 faktorin hjá sær. IGF-1 standur
fyri »Insulin-like Growth Gactor 1« og
er í barndóminum tað, sum fær okkum
at vaksa. At stimulera IGF-1, tá mann
er vaksin, ger, at kyknirnar deila seg,
og tað kann hava við sær, at vit fáa
krabbamein. Tí er tað gott at hava so
lágt IGF-1 sum gjørligt.
Eitt lágt IFG-1 tal hevur við sær, at
likamið byrjar at umvæla kyknur held
ur enn at gera nýggjar allatíðina.
Hesin háttur at eta hevur leingi
verði royndur uppá djór, men tað er
ikki fyrrenn seinastu tíðina, at fólk eru
farin at nýta hann.
Spjaða kaloriur
Av tí, at 5:2 er lætt at fara í holt við og
at halda seg til at byrja við, eru bloggar
og greinar um 5:2 kurin nógv at síggja.
Ein av teimum, sum hevur skrivað um
5:2, er svenski tíðindamaðurin Urban
Lindstedt, sum beinavegin, tá hann
sá sendingina, setti sær fyri at royna
5:2.
– Eg tapti tvey kilo fyrstu tvær
vikurnar, og eg orki nógv betri nú, enn
eg gjørdi fyrr, sigur hann.
Tá Michael Mosley gjørdi sína
roynd, át hann allar 600 kaloriurnar
til morgunmat – nógv onnur, sum hava
roynt 5:2, brúka kaloriurrnar gjøgnum
dagin, so at tey ikki skulu gerast alt ov
hungurstungin um kvøldið.
Nú hevur Urban Lindstedt fylgt
kurinum í fimm vikur, og hann letur
væl at.
– Eg eti faktiskt betri hinar fimm
dagarnar eisini – tað er bara blivið
soleiðis. Nú havi eg tapt meg 4,5 kilo
og eg haldi at búkurin er minkaður eitt
sindur, greiður hann frá.
Mugu vera væl fyri
Ein av orsøkunum til at vísindamenn
byrjaðu at kanna hvat minni matur
hevur at siga fyri okkara heilsu er, at
undir stóru depressiónini í 1930’inum,
tá fólk høvdu ógvuliga lítið at eta, livdu
tey í miðal seks ár longri.
Nógv, sum royna 5:2, gera tað ikki,
tí tey vilja tapa seg, men heldur tí tey
vilja hava eitt longri og frískari lív. Av
tí at kyknurnar byrja at umvæla seg
sjálvar, kann tað nevniliga minka um
vandan at fáa Altzheimers ella krabba
mein.
Men sum við øllum kurum, sum
stinga seg upp, eru tað nógv, ið vilja
hava breiðari kanning av hesum hátt
inum at liva. Tey kritisku seta spurnar
tekin við, hvat hetta ger við okkara for
brenning, fer hon ikki niður í botn fyri
at síðani súgva alt sukur og feitt til sín,
ið hon fær hinar fimm dagarnar?
Eitt, sum serfrøðingarnir í øllum
førum eru samdir um, er, at tað er ikki
ein og hvør, sum kann fara í holt við
hendan kurin. Man má vera frískur og
gjarna læknakannaður, áðrenn ein fer
í gongd.
At eta sum vanligt í fimm dagar og síðani næstan fasta í tveir dagar
er nýggjasta boðið upp á at gerast frískari, klænri og eldri
Liv longri
og verð
klænri við...