Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mai 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Viðfara vaksin sum børn, og børn sum vaksin Thomas Arabo Eitt totalitert rák er í okkara samfelag í hesum døgum, har staturin vil noyða fólk til eitt ávíst lív. Ikki leiðbeina ella kunna, men regulert noyða ella skatta fólk at liva á ein ávísan alt for smalt defineraðan hátt. Eg tosi sjálvandi um heilsu­kam­panjur og toll- og av­gjalds­hækk­ingar á ósunn­ar vørur. Eg tosi eis­ini um yvir­ for­myndaríið og óneyðugu tiltøkini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum vit øll gjalda í dýrum dómum fyri. Vanligi føroyingurin roknaður sum býttur Grundtankin aftan fyri nógv av tí, sum Fólkaheilsuráðið og Starvsstovan fáast við, er at vanligi føroyingurin er býttur, og má verjast frá sær sjálvum við avgjøldum og forboðum. Man brúkar stórt upp­ slignar kampanjur, sum til­ tala tey, ið dáma happe­nings. Kampanjur sum í flestu før­ um verða kopieraðar aðra­ staðni frá. Tað er nakað totalitert við, at staturin skipar fyri, at nú skulu øll fara út at renna ella gera gymnastikk í felag. Eg komi at hugsa um gaml­ar myndir frá totali­ ter­um statum, har fólk stóðu á stórum plássum og gjørdu fimleik saman. Heilsu­mála­ráð­harrin í Sovjet­t­samveldinum æt fólka­kommi­serur fyri fólka­ heilsu. Hvussu yvirlivdu vit fyrr? Eg havi einki ímóti, at borg­ arin kann fara onku­staðni og fáa kunning um ávís ting, sum viðkoma heilsu ella matreinføri, men kundu vit ikki tað, áðrenn Fólka­ heilsu­ráðið var upp­funn­ið, og starvsstovan hevði meira enn eina promillu av øllum før­oyingum í arbeiði? Eg veit, at vit mugu hava eina Heilsfrøðisliga Starvs­ stovu, sum er alneyðug, skulu vit gera okkum nakra vón um at varð­veita ein fiskiídnað og eina alivinnu. Men! Er tað veruliga neyðugt at fara út at kanna stevnumat? Hvussu nógv eru deyð av stevnumati nakrantíð í Føroyum? Hví skal søla av skerpikjøti undir dagsins treytum bara loyvast til 1. Juni í 2015? Hvør hevur bestemmað tað? Havið álit á fólki Sjálvandi skal tað vera reint og nossligt, har sum matur er, men fólk flest eru ikki blind. Set eitt skilti upp við candy floss skúrin ella smyrji­breyðs­ búðina hjá lokala skóta­ lið­num, at sølu­staðurin og køk­urin IKKI er góðkendur av Starvs­stovuni. Tað sama hjá bøndrum og í vágsbotni, har fólk selja nátar. So kunnu fólk sjálvi gera av, um tey keypa har ella ikki. Tey, sum vilja hava góðkenning frá Starvsstovuni, kunnu altíð fara í ein handil at keypa sær okkurt vakuumpakkað við einari kaloriutabell at eta. Karsten Hansen og heppi­kórið á Sosialinum Karsten Hansen, sum tykist dáma forboðstankagongd, hev­ur skotið upp, at tollfrí søla av sigarettum skal avtak­ ast. Sum um tað ikki var nokk, at man innførdi hatta hálva kartongið av cigarettum, og svørtu cigarettgardinurnar á flogvøllinum, sum eru ein landaskomm. Ein oddagrein í Sosialin­ um fer enn longur og argu­ menterar fyri, at øll tollfrí søla skal avtakast, tí tað er so í ES. Ja, men í tí mesta av ES kosta t.d. bilar ein triðing av tí, teir kosta í Føroyum, ein øl kann keypast fyri 3 krónur, og en litur av víni fyri 20 krónur. Skal hatta argumentið brúk­ ast, kunnu vit ikki sita aft­an fyri methøgar toll- og av­ gjaldsmúrar sum í dag. Okkum tørvar ein forboðssteðg Karsten Hansen og odda­ greinin í Sosialinum tala fyri einar Føroyar við nøkrum for­boðum afturat. Einar Før­ oy­ar sum skilta við, at landið einki álit hevur á, at vanligi føroyingum klárar at stýra sær sjálvum. Hetta í eini tíð, har vit øll ganga og tosa um, at hvat man skal gera fyri at fáa fólk at støðast her. Kunnu vit forbjóða, tolla og formynda okkum til fólka­ vøkstur? Vaksin fólk avgera í síðsta enda sjálvi, hvussu lív­ið skal livast. Tað ber ikki til, at ein elita av heilsu- og lívs­ stíls­serfrøðingum vil stýra okkum øllum við forboðum og sanktiónum, sum um vit vóru børn, samstundis sum serfrøðingar úr sama sam­ felagssegmenti argu­mentera vítt og breitt ímoti at seta ov nógv mørk hjá børnum. Vit mugu ikki fáa eitt samfelag sum fer við vaksnum sum børnum, og við børnum sum vaksnum. Man má taka hattin av fyri inuittum í Nunavut, sum er partur av Kanada. Inuittarnir vunnu nevni­ liga ein týðandi sigur á Europa­sam­veld­inum á fund­ inum í Arktiska Ráð­num, ið varð hildin í Svøríki fyrr í vikuni. Vilja hava ES- boykott burtur Á fundinum steðgaðu Nuna­ vut-inuittarnir, umvegis kanad­isku stjórnina, ES í at gerast eygleiðaraland í Arktiska Ráðnum. Orsøkin er, at ES fyri nøkrum árum síðani setti bann fyri innflutningi av kópa­vørum úr Kanada. Hes­ ar vørur, m.a. kópaskinn, eru tilverugrundarlagið hjá inuittunum í Nunavut. Hetta bann vilja teir hava burtur. Kanada blokkerar Í Arktiska Ráðnum verða av­ gerðir tiknar í fullari semju, og tað gevur í praksis lima­ londunum vetorætt. Henda rætt hevur Kana­ da brúkt. Landið krevur, at ES skal taka burtur inn­flutn­ ings­bannið móti kanad­ iskum kópavørum, áðr­enn samveldið fær eyg­leiðara­ status í Arktiska Ráð­num. Damanaki má boyggja seg Hesum hevur ES nú boygt seg fyri. Tað sæst í einnari frá­ boð­an, sum ES-kommis­ ser­urin, Maria Damanaki, og uttanríkisumboðið hjá ES, Catherine Ashton, hava undir­skrivað og sent út beint eftir fundin í Svøríki. Damanaki er, sum flestu vita, kommisserurin, sum vegna ES fyriskipar kom­andi revsitiltøk móti Før­oyum orsakað av silda- og makrel­ fiskiskapinum. Fleiri fjølmiðlar - teirra millum BBC - upplýsa, at sam­ ráðingar longu eru byrjaðar millum ES og Kanada um at taka ES-boykottið av kópa­ vørum burtur. Tá ið tað er gjørt, er Kana­ da - og inuittarnir í Nuna­vut - til reiðar at góðkenna ES sum eygleiðaraland í Arkt­ iska Ráðnum. Man má staðfesta, at inu­ ittarnir hava gjørt eitt polit­ iskt bragd. Passivar Føroyar Hinvegin má man spyrja, hví Føroyar, ið eru hóttar av ES- boykotti, ikki gjørdu vart við seg á sama hátt. Undirritaði loyvdi sær 14. mai - tvs. áðrenn fundin í Arktiska Ráðnum - alment at skjóta upp at brúka júst somu mannagongd, sum inuittarnir í Nunavut nú hava brúkt. Áheitan mín var í stutt­ um, at Føroyar í Arktiska Ráðnum eiga at leggja upp til, at hóttanin um ES-revsi­tiltøk móti Føroyum mugu takast aftur, áðrenn ES kann gerast eygleiðaraland í ráðnum. Átaluvert Sum skilst, hevur Føroya løg­ maður, ið umboðaði Føroyar á fundinum í Arktiska Ráð­ num, als ikki brúkt tann upp­ lagda møguleikan. Hetta er óskiljandi. Uttanlandspolitikkur Før­ oya - eisini tann arktiski - má brúkast fult út til at tæna føroyskum áhugamálum, og allir møguleikar fyri at ávirka rætta vegin, mugu gagn­nýtast. Her var ein upplagdur møg­uleiki at fáa ES til at taka aftur sínar hóttanir um at revsa Føroyar. Tað er átaluvert, at hes­ in møguleiki nú er burtur­ spiltur. Inuittar seta ES skák og mát - Føroyar gera onki Á fundi í Arktiska Ráðnum hava Føroyar forspilt sær møguleikan at steðga komandi ES-revsitiltøkunum - í staðin hava inuittar úr Nunavut sett Europasamveldið skák og mát í einum øðrum spurningi um ES-boykott Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin