Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mai 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin køkur­nar, tá eg havi verið til arbeiðis, og tað er ikki so lætt, tá tú ert von við at fáa tær ein lítlan køkubita hvønn dag. Men eg havi ver­ ið áhaldin, og tað er eisini tað, sum krevst, um tú skalt lut­taka í kapp­ingum sum hesari um viku­skiftið, sigur Jórun L. Mørkøre, sum síðani januar hevur etið eftir eini kostætlan. – Eg havi hildið meg frá reyðum kjøti, men havi ístaðin etið nógvan høsnar­ unga og fisk. Eg havi etið sera lítið av breyði, eplum og øðrum stívilsi, men tað hevur gingið væl hjá mær at hildið meg til kostætlanina, sigur Jórun L. Mørkøre og leggur afturat, at hon tó ongantíð hev­ur gingið svong, tí hon hev­ur etið nógv, hóast talan hev­ur verið um kostætlan. Størsta avbjóðingin var tó seinasta vikan beint áðrenn kappingina, tá hon skuldi drekka nógv vatn. Ekstremt nógv vatn. – Eg haldi, at hatta við vatn­inum hevur verið eitt tað strævnasta í allari hesi til­gongdini við nógvari venjing og kosti. Fyri at reinsa kroppin út og sleppa av við alla vætu í kroppinum, skuldi eg alla seinastu viku drekka so nógv vatn, sum til bar. Haldi, at eg var uppi á einum sjey litrum bæði týsdagin, mikudagin og hós­ dagin. Men tað ger mann upp undir slíkar kappingar, so­leiðis at vøddarnir verða meira sjónligir á sjálvum kappingar­degnum, fortelur Jórun L. Mørkøre. Blóð á tonnina Tá Jórun L. Mørkøre leygar­ kvøldið fekk heiðurin at kalla seg besta kvinnan í Før­oyum innan fitness, fekk hon somuleiðis møguleika at luttaka í norðurlanda­meist­ ara­skapinum, sum verður seinni í ár. Ein møgu­leiki sum ætlar at taka av. – Tað ætli eg mær avgjørt at fara við til. Eg haldi, at eg veruliga fekk blóð upp á tonnina leygarkvøldið, so nú er bara at koyra á, sigur Jórun L. Mørkøre, sum longu mána­dagin eftir kappingina fór undir at venja aftur. – Eg ætli mær framvegis at venja, soleiðis sum eg havi gjørt seinasta hálva árið, tí mær dámar tað væl, og eg eri so at siga blivin von við tað eftirhondini, sigur Jórun L. Mørkøre. Alla hesa tíðina er tað eitt, sum hon ikki hevur broytt og heldur ongar ætlanir hevur um at broyta. Tað er morgun­ maturin. – Eg havi altíð etið ein góðan morgunmat, og tað haldi eg fast við. Hvønn morgun, tá eg komi til ar­ beiðis, fái eg mær eitt egg, ein bolla við súltutoyði og so ein skálk, og tað vil eg ikki broyta. Líka mikið hvat, so er morgunmaturin hjá mær heilagur, sigur nýggi føroya­ mestarin í fitness. Seinastu tíðina havi eg bara kunnað luktað til køkur­nar, tá eg havi verið til arbeiðis, og tað er ikki so lætt, tá tú ert von við at fáa tær ein lítlan køku­ bita hvønn dag Eg haldi, at eg veruliga fekk blóð upp á tonnina leygarkvøldið, so nú er bara at koyra á, sigur Jórun L. Mørkøre Myndir: Álvur Haraldsen