Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mai 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Forrit til myndaviðgerð eru aloftast á tremur við funkum og møguleikum. Tú kanst gera mest sum alt, men tað kann eisini verða ov nógv. Tað gerst trupult at finna runt í funkunum. Og tilgongdirnar til funkurnar eru tvinnar. Annar møguleikin er, at eg vil gera okkurt ávíst við eina mynd, t.d. taka onkra órógv burtur. Ei nkann vera, at forritið inniheldur eina funku, sum eg einki visti um, og tí ongan tíð havi givið ans. T.d. at skifta eitt andlit á eini bólkamynd. Fyrr hava partarnir í hesi røðini snúð seg um grundleggjandi broytingar, sum kunnu nýtast í at kalla øllum myndum. Nú koma nakrar funkur, sum avgjørt ikki skulu brúkast í øllum myndum, men sum við hvørt kunnu nýtast sum neyðhjálp. Í øllum førum, um tú veit, at funkan er til og hevur lært at brúka hana. Í 2000 tók eg nakrar brúdleypsmyndir við einum talgildum myndatóli, sum tá í tíðini vera sera framkomið og hevði ikki minni enn 2,3 megapixels (Olympus C-2500L). Ein mynd varð sera góð, tá brúðarparið reið burtur á hestbaki. Okkurt rópi ”Elvira Madigan!” inni í høvdinum hjá mær. Hyggur tú at teknisku góðskuni, so má hon í dag metast sum vánalig við lágari upploysn og hartil eisini einum heldur risthentum myndamanni. Men størsti vansin við myndini er, at ein jarnbreytarskinnari er nærhendis, og at onkur hevur verið somikið óreinur at seta eitt ávaringarskelti júst har, sum myndin varð tikin. Tað órógvar myndina. Nakrar gravir komu eisini við, og tað ger myndina daprari, enn ætlanin var. At taka bæði skelti og grøvir burtur er lætt, men vilt tú hava eitt perfekt úrslit, tekur tað eitt sindur av tíð. Og tað finnast fleiri vegir til málið, júst sum við so nógvum øðrum funkum til myndaviðgerð. Klonstemplið Amboðið, sum rópast klonstempel, er ein góður møguleiki. Í Photoshop Elements finst tað í amboðslistanum til vinstru. Líknandi Tekstur og myndir: Bertil Hellsten At broyta motivið Tað er sjálvsøgd skylda hjá myndatakaranum at tryggja, at myndirnar eru so góðar sum gjørligt. Men hóast myndatakarin ikki sjuskar, so kann veruleikin laga seg so, at tørvur er á at broyta innihaldið á myndunum. Møguleikarnir eru nógvir innan myndaviðgerð, og úrslitið kann gerast betri enn tað, sum myndatakarin fekk burturúr Myndaviðgerð: Ævintýrkenda brúðarparið ríður avstað, men vakra myndin verður órógvað av ferðsluskelti og gravsteinum Eitt annað ókeypis forrit er Gimp, sum eisini hevur líknandi funkur. Her eru fleiri møguleikar fyri stillingum enn í Paint.net Við alt+vinstra músaknøtti kanst tú velja punktið, sum kloningin tekur støði í. Punktið sæst í myndini Skal gravarsteinurin burtur, er lættast byrja við gulliga markið móti villgrasinum, so hetta kann leingjast allan vegin yvir móti steininum Um tú byrjar kloningina, har markið er nær steininum, verður úrslitið trúligt og náttúrligt Fyri at sleppa undan, at upprunamynstrið ikki rakar steinin, mást tú steðga og byrja av nýggjum nakrar ferðir, men tá kunnu sjón­ ligar og órógvandi endurtøkur koma fyri Endurtøkurnar kunnu fáast burtur, um tú aftan á klonar nýggja mynstrið, so hetta verður meira assymetriskt og náttúrligari Innihaldið í kloningini verður altíð tikið frá upprunamyndini. T.v.d. at um tú klonar soleiðis, at innihaldið verður tikið frá parti av myndini, sum longu er klonað, verður ósjónligi originalurin grundarlag undir kloningini, og tað kann geva trupulleikar. Tú skalt soleiðis ansa eftir, at krossurin, sum vísir til upprunapunktið, altíð er innan fyri ætlaða økið Markarin verður fluttur har, sum originala mynstrið skal málast inn. Tá vinstri músaknøttur verður hildin niðri, verður upprunamynstrið sett inn. Ein krossur vísir, hvaðani upprunamynstrið stavar, tá tú flytur pensilin Óynsktir partar av myndini kunnu málast við klonings­ amboðnum, sum líkist einum stempli. Støddin á penslinum kann stillast í ovara høgra horni Paint.net er eitt ókeypis forrit, ið kann gera somu kloningar sum Photo­ shop Elements, men stillingarnar eru meira avmarkaðar