týsdagur 21. mai 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
amboð eru eisini í øðrum forritum, men tey
kunnu síggja heldur øðrvísi út og eru ikki at
finna júst sama stað.
Við kloningsamboðnum kanst tú tekna yvir
nøkur støð á myndini við innihaldi frá øðrum
stað á myndini. Tað, sum málað verður við,
er júst sama innihald, litur og strukturur. Júst
sum um tú klipti part av eini pappírsmynd
og límaði tað aðrastaðni á myndini. Tú setir
peikaran har, sum tú vilt taka innihald frá, og í
Photoshop Elements vinstraklikkir tú, meðan
alt-knøtturin er niðri. Støddin á klonøkinum
kann stillast við at velja tal av pixlum.
Flyt síðani peikaran har, sum tú skalt mála,
trýst á vinstra músaknøttin niður og mála. Tað
er lættari at royna enn at greiða frá. Um tú
síðani togar málaraamboðið runt, sært tú ein
markara, sum vísir, hvaðani myndainnihaldið
kemur.
Um frumritið liggur nær tí staðnum, sum
málað verður á, kann markarin koma á
økið, sum tú longu hevur málið. Tá sæst, at
myndainnihaldið er frá frumritinum og ikki
tí, sum málað verður á. Í døminum kemur
vegskeltið fram á nýggjum plássi, og tað var
ikki ætlanin. Tú skalt tí ansa eftir, at málað
verður á rætt stað. Angra, alt-trýst á nýggja
tilvísing – ella tí somu sum áður – og mála so
av nýggjum.
At klona myndir á hendan hátt kann geva
eitt sera náttúrligt úrslit, har ójøvn mynstur
kunnu setast inn allastaðni. Men vandin er, at
tú endurtekur mynstur, sum eygað fangar. Tá
má upprunamynstrið takast úr ymsum økjum,
so myndin verður náttúrliga ójøvn.
Óstill børn
Ymisk motiv geva ymsar avbjóðingar. At
taka myndir av fleiri persónum á somu mynd
merkir aloftast, at nøkur hyggja skeivan
veg, blunda, njósa ella spæla við snildfonina
heldur enn at smíla til myndatólið.
Um persónarnir eru børn, gerast trupul
leikarnir aloftast størri. Tað er lætt at taka
nógvar talgildar myndir skjótt, men børnini
eru ofta enn skjótari. Á einari mynd reisir
Emmy seg og skjótt og gerst slørað, og á
aðrari er Lilly alt ov upptikin av at hyggja
niður í krússið við góðgætinum. Loysnin er
at seta fleiri myndir saman til eina. Um Lilly
við góðgætinum verður skift út við eina betri
útgávu frá fyrru myndini, gerst øll myndin
vakrari. Ein háttur er at seta nýtt andlit inn
við at klona frá aðrari mynd. Kloning kann
soleiðis ikki bert gerast í einari mynd, men
eisini millum myndir.
Men klonin kann gerast trupul, um frumrit
og nýggja málið ikki hava sama skap. Tá er
vandin, at nógv ella ov lítið verður klonað,
soleiðis at tú mást arbeiða nógv fyri at fáa
eitt gott úrslit. Og í myndunum við øllum
børnunum fær høvdið ikki sama skap, tí
gentan hyggur niður á aðrari og upp á hinari
myndini. Ein betri loysn kundi verið klipt
nýtiliga høvdið úr aðrari myndini og límað tað
sum eitt nýtt lag inn á hina myndina. Klippið
verður gjørt fýrkantað uttan um høvdið og við
eini góðari margu, so alt kemur við. Sjálvandi
kemur tá ymiskt annað við, sum hevur
hvassar og sjónligar kantar, so tað sæst,
at klipt og límað er í myndini. Síðani skal
klipta høvdið setast á rætta stað. Tað skal
jú ikki leggjast neyvt yvir gamla høvdið, tí
hetta er jú skeivt plaserað á myndini. Ístaðin
ræður um at finna rætta tilvísingarpunktið,
har tað er lætt at spleisa báðar myndirnar.
Hetta punktið kundi verið hvítu akslarnar hjá
barninum. Fyri at seta klippið rætt kanst tú
gera innsettu myndina transparenta og síðani
flyta hana, til hon liggur á rætta stað.
Tað finnast fleiri hættir at gera eitt lag
gjøgnumskygt. Til høgru í Photoshop
Elements finnast ymsir kunningarkassar. Í
kassanum »Lag« sæst, at myndin nú hevur
tvey løg. Upprunamyndin er niðast og síðani
er innklipta myndin. Bæði løgini hava eitt
eyga vinstrumegin lítlu myndina. Við at
trýsta á eygð kanst tú vísa ella krógva valda
lagið, og við at trýsta á lítlu myndina kunnu
løgini gerast aktiv. Aktiva lagið fær dimma
bakgrund í kunningarkassanum.
Tá ovasta lagið er aktivt, kann tað gerast
gjøgnumskygt upp við fleiri hættum. Ein
háttur er at broyta gjøgnumskygnið í mynd
ini, Opacitet, í valmyndini oman fyri lítlu
myndirnar. Ein annar háttur er at velja lagið
Multiplicer í vinstru valmyndini oman fyri
smáu myndirnar.
Í døminum hava vit nýtt Multiplicer, og tá
síggjast báðar myndirnar. Við peikiamboðnum
ovast til vinstru í amboðskassanum kanst
tú flyta innihaldið. Halt vinstra músaknøtti
og toga lagið, til tað liggur á rætta stað. Tú
kanst eisini fínstillað við at nýta pílarnar á
knappaborðinum.
Tá klippið liggur rætt, kanst tú aftur broyta
løgini til vanliga støðu, og so liggur klipta
myndin oman á frummyndini. Tíverri síggjast
hvøssu kantarnir kring tað klipta.
Pussa kantar
Svørtu rendurnar kring tað klipa kunnu takast
burtur við breiða viskileðrinum, sum tú velur í
amboðskassanum vinstrumegin. Við at viska
rendurnar gerast tær ósjónligar, tí økið kring
barnið er at kalla eins í báðum myndunum.
Fyri at fínpussa raderingina er tað lættast
at sløkkja niðastu myndina við eygunum
vinstrumegin, so bert toppurin er sjónligur.
So gerst tað lætt at gera belytar rendur á
røttu støðunum. Men tú skalt vera varin, so
tú ikki viskar ov nógv, og ótilætlaðir lutir frá
frummyndini aftur gerast sjónligir. Hendir tað,
kanst tú angra við at nýta ctrl+z.
Tá myndin sær út, sum hon skal, kanst tú
leggja løgini saman til eitt (Lag/Gør til et
lag) og goyma tað. Tú kanst eisini goyma
myndina í tveimum løgum. So er møguleiki at
arbeiða víðari við henni. Men tá má goymast
í psd-formati og ikki jpg. Hetta tekur meira
pláss, og tað er ikki øll, sum kunnu opna
tær myndirnar. Og við hesum eru øll børnini
góðkend, so sum tey standa á myndini.
Teir báðir grundleggjandi hættirnir til at
broyta partar av myndini eru altso at klona og
at kopiera. Tað finnast fleiri hættir, og eisini
kann bæði klonast og kopierast upp á nógvar
aðrar mátar. Og hartil kanst tú eisini arbeiða
meira effektivt við løgunum, men tað koma
vit aftur til eina aðruferð.
Trupulleikin – ella fyrimunurin – við for
ritum til myndaviðgerð er, at hetta kann
gerast upp á fleiri ymsar hættir. Tað kann
vera ørkymlandi, men tað ger tað eisini
møguligt at arbeiða við sera framkomnari
myndaviðgerð.
Aftan á viðgerðina kunnu Elvira
Madigan og Sixten Sparre soleiðis ríðar
víðari móti einum vakrari heimi
Á aðrari myndini reistir Emmy seg og skjótt, og á hinari hyggur Lilly dekan ov nógv eftir góðgætinum. Her er neyðugt við myndaviðgerð
Klipta myndin verður løgd sum nýtt
lag inn í hina myndina. Lagið kann
gerast gjøgnumskygt, so tað er lættari
at seta myndina inn á røttum stað
Tá myndin er komin á rætt pláss, kann
gjøgnuskygnið takast burtur. Nú síggjast
rendurnar kring tað klipta væl
Fyri at skapa eitt javnari yvirlap kunnu
rendurnar raderast við bleytum pensli
Rendurnar á innkliptu myndini
kunnu kannast og fínpussast við at
gera niðara lagið ósjónligt, so bert
tað klipta sæst. So er lætt at gera
rendurnar bleytari og náttúrligari
Og so eru øll børnini brádliga hvøss og nærverandi. Um óreina lagið er á tær, kanst
tú gera myndina størri og staðfesta, at myndin er bæði klipt og límað. Men í allari
hampuligheit er myndin væl og virðiliga betrað í mun til upprunamyndina