mikudagur 22. mai 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað kann tykjast ógvusligt
hjá fólki, sum ikki kenna til
hendan partin av arvinum,
at hoyra um ræning.
Men, gamalt er, at fuglur,
eitt nú lomvigi og náti, sum
egg verða tikin frá við ræn
ing, í stóran mun verpur
uppaftur. Hinvegin verður
sjófuglur tikin á sjónum við
glúpi ella við byrsu burtur úr
stovninum.
Leygardagin vóru teir og
rændu nátaegg vestanfyri á
Sandoynni. Ofta eru tað ávís
ir menn, sum taka seg saman,
og í summum førum kunnu
uppí eini trý ættarlið vera
við á slíkari ferð.
Soleiðis var eisini leygar
dagin.
Tað eru ikki tey nógvu
eggini, sum verða tikin.
Hetta er líka so nógv ein út
ferðartúrur, tó at menn altíð
eru fegnir, tá nakað kemur
burturúr. Tað er eisini huga
ligari, tá fuglur er í berginum,
enn tá staðfest verður, at
fuglurin er í minking.
At sjófuglurin er í mink
ing, er eitt fyribrigdi, sum sæst
her um okkara leiðir og eisini
í londunum uttan um okkum.
Leygardagstúrurin
gav
110 nátaegg, og kønir halda,
at hevði allur fuglurin havt
vorpið, hevði talið helst verið
út við tvífalt so stórt.
Sandoyingar halda upp á
gamla siðaarvin at ræna
Á hvítusunnu
vitjaðu 28
vognar Æðuvík
Kamping
Eisini á
Selatrað var
lív á kamping
plássinum
Lítil fiskur í vænti
hesa vikuna
Vilmund Jacobsen
Menn, sum hava søkt
bjørgini, síðan teir vóru
óvitar, taka smílandi
móti avbjóðingini at
fara niður í røkurnar.
Hetta
er
eingin
trupulleiki, tó at høgt
er niður í bláa havið.
Teir seta sítt álit
í línuna og á teir
menn, sum eru uppi á
bakkanum.
Vilmund Jacobsen
Í vikuni eru ikki útlit til, at
nógvur fiskur fer at koma
upp á land.
Væntandi er, at í mesta
lagi trý línuskip koma inn
at landa.
Eitt línuskip fiskar tosk
og hýsu, og eitt fiskar kalva.
Síðan er eitt línuskip undir
Íslandi, ið fiskar tosk, hýsu
brosmu og longu.
Kambur er á veg yvir á
Flemmish Kap, eitt línuskip
er á veg til Eysturgrønlands,
og eitt línuskip er á veg til
Íslands.
Hesi skipini koma ikki
inn at landa hesa vikuna.
Fleiri línuskip hava verið
inni, og Fiskamarknaður
Føroya segði í sínum met
ingum fríggjadagin, at fleiri
línuskip væntandi fóru at
loysa um hvítusunnuna
- og fleiri fara helst til
Íslands at fiska.
Sum henda vikan gong
ur, harðnar streymurin, og
veðurútlitini eru ivasom.
Tí verður heldur ikki
roknað við nógvum útróðri
teir næstu dagarnar.
Leygardagin
umskipaðu teir veiði
úr trolara og umborð á
farmaskip í Runavík
HÚKAVEIÐA Fiskakeyparar hava trupult við at fáa fatur
á fiski. Í so máta verður henda vikan einki undantak
Djarvir
menn í
bakka
RÆNING Enn er siðaarvurin
at ræna nátaegg ikki dottin
burtur, tó at samfelagið er
nógv broytt. At taka egg og
ungar í bergi, bakka og skorum
er aldargamal siður og var
í sínari tíð ein lívsneyðugur
partur av gerandisdegnum
Her fer 77 ára gamli Thomas
Petersen niður í Skóleysurók
Mynd: Vilmund Jacobsen
DJARVIR MENN