mikudagur 22. mai 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Soleiðis
kann
ganga,
tá
myndugleikarnir
sita
ov
leingi á málum og soleiðis
eru ov seinir at taka avgerðir.
Djúpvatnstrolararnir, Stein
tór og Niels Pauli, eru júst
komnir aftur av Flemmish
Kap, har teir hava gjørt ein
bummtúr.
Tað sigur reiðarin, Jákup
Pauli Hammer.
Ov seinir
Reiðarin vísir á, at tá myndug
leikarnir umsíðir høvdu syrgt
fyri, at skip kundu fara yvir á
Flemmish Kap at fiska, vóru
teir í iva, um tað yvirhøvur
loysti seg at fara.
- Vit valdu tó at taka kjans
in og at senda skipini yvir,
men hetta var betri ógjørt.
Jákup Pauli Hammer vísir
á, at fyrr í vár hava skip úr
øðrum londum havt rættiliga
góða veiði á Flemmish Kap,
men nú skipini hjá teimum
komu yvir - nakrar vikur ov
seint - bar lítið til.
- Niels Pauli og Steintór
hava bert sløk 100 tons
inni eftir at hava roynt á
Flemmish Kap í seks dag
ar. Hetta er alt ov lítið. Vit
vónaðu at fáa uppí skip
ini. Soleiðis varð ikki. Hetta
gjørdist tískil ein bummtúr
ur hjá skipum og manning
um.
Reiðarin væntar ikki, at
skipini fara yvir hagar aftur
at royna í ár.
Smáttfallandi fiskur
Jákup Pauli Hammer sigur,
at fiskurin, sum skipini fingu
á hesum túri, var smáttfall
andi.
- Meginparturin er mill
umfiskur, og vit vita ikki,
hvat vit fáa fyri veiðina.
Greitt er tó, at hetta er ein
undirskotstúrur, sum hann
tekur til.
Djúpvatnstrolararnir bren
na nógva olju, og tá túrurin
gerst so langur, og veiðan er
so vánalig, fæst lítið burtur úr.
- Nú vóna vit bara, at tað
fer at eydnast skipunum
betri, sum árið gongur, og vit
vóna eisini, at nakað fer at
fáast burtur úr makrelinum
í summar og í heyst.
Jákup
Pauli
Hammer
sigur, at í fjør fekst ikki nógv
burtur úr makrelinum, men
hann hevur vónir um, at árið
í ár fer at vignast betri í so
máta.
Vilmund Jacobsen
Upsaveiðan svíkur. Soleiðis
hevur verið leingi, og fram
vegis verður latið illa at.
Seks partrolarar, sum
fiska upsa í vetrarhálvuni,
fiska gullaks, nú vertíðin
er byrjað. Hetta skuldi - alt
annað líka - avlasta roynd
ina eftir upsa, men líkt er
ikki til, at hetta sæst aftur
í veiðini.
Fýra djúpvatnstrolarar,
sum eisini plaga at fiska
upsa, eru og hava verið á
Flemmish Kap.
Tveir djúpvatnstrolarar
eru í løtuni á upsaveiði
undir
Føroyum
og
ein
fiskar svartkalva.
Partrolarar
og
djúp
vatnstrolarar, sum fiska
undir
Føroyum,
koma
flestu inn at landa í vikuni.
Tvey garnaskip koma
væntandi eisini inn at
landa síðst í hesi vikuni.
Fýra smá egg
Heiðafuglur reiðrast
og verpur. Fýra smá
egg goymd í lítlari
holu í bønum
Vóru alt
ov seinir á
Flemmish Kap
Vánalig trol
veiða undir
Føroyum
Røsk og
djørv í
bjørgunum
Tað er hugtakandi hjá
ókunnugum at fylgja við,
tá menn - og kvinnur - eru
í bakkanum í bygdum
og økjum, har hetta er
siðbundin arvur, sum er
uppihildin gjøgnum øldir.
Tá sandingar vóru og
rændu nátaegg seinasta
leygardag,
var
unga
gentan á myndini við á
liðnum. Pápi hennara var
við, og tað var abbin eisini.
Hetta hevur gentan
roynt áður, og hon helt
seg heldur ikki aftur
leygardagin.
Í tí eina siðnum niður
á eina rímiliga stóra rók,
fóru hon og pápin bæði
niður - fyrst pápin, síðan
dóttirin.
Komin niður á rókina,
loystu tey seg úr línuni
og fóru leys eftir rókini at
ræna nátaegg.
Stóru
hæddirnar
og
partvís
illgongdu
røkurnar
ræddu
ikki
gentuna - ei heldur pápan
um, at dóttirin var við.
Uppi á bakkanum stóð
abbin og hevði ábyrgdina
av, at tey bæði komu
uppaftur í øllum góðum,
tá liðugt var at ræna.
Hugtakandi
var
at
síggja tey bæði arbeiða
saman niðri á rókini -
hann frammanfyri og hon
aftanfyri.
Slíkt ber til og er við til
at halda traditiónini uppi,
tá byrjað verður á ungum
árum at hava ungdómin
við sær.
vilmund@sosialurin.fo
Gásarbøga og
ungar farin til hvíldar
sunnukvøldið niðan
fyri Svartafoss
í Havn. Nú eru
ungarnir ov stórir til
hennara veingir
BUMMTÚRUR Djúpvatnstrolararnir, Niels Pauli og
Steintór, hava gjørt ein bummtúr á Flemmish Kap
Teir hava júst gjørt ein bummtúr á Flemmish Kap, djúpvatnstrolararnir, Niels Pauli og Steintór
Latið verður illa at upsaveiðini undir Føroyum